Lýsing

Nú er tann stundin – at vekja viljan!

Røða á flokstingi, Hotel Brandan 31. oktobur 2020

Góðu tjóðveldisfólk, kæru floksfelagar!

Í dag er stórur dagur, nú havrannsóknarskipið Jákup Sverri verður doypt. Føroyar eiga fyri fyrstu ferð eitt nýbygt og væl útgjørt havrannsóknarskip. Fleiri eiga sín lut í hesum stolta fari, sum er ein flótandi kanningarstova, eitt tøkniliga framkomið amboð til at útvega okkum neyðuga og neyva vitan um havríkidømið. Vitan at nýta í samráðingum um fiskirættindi, og til at gera álítandi umsitingarætlan fyri at verja fiskastovnarnar. Eitt nýbrot og stórt framstig fyri fiskivinnuna, fyri Havstovuna og vísindina og fyri Føroya land og fólk.

Hóast Havrannsóknarskipið hevur fleiri faddrar, so er tað fremst av øllum eitt barn hjá Tjóðveldi. Fyrstu ferð, tað kom á fíggjarlógina og veruligir politiskir lunnar vórðu lagdir undir havrannsóknarskipið, var undir CHE samgonguni í 2008. Tórbjørn Jacobsen var tá fiskimálaráðharri fyri Tjóðveldi. Síðani átti skipið ongan góðan í landsstýrinum, og mundi enda sum ein forering til privat undir borgarliga valdinum, sum legði fram uppskot um at privat skuldu byggja og landið leiga havrannsóknarskipið.

Tá vit tóku við landsins leiðslu á heysti í 2015, saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn, setti Tjóðveldi alt fyri eitt Havrannsóknarskipið millum fremstu íløgu raðfestingar. Við Høgna Hoydal sum fiskimálaráðharra, gjørdist dreymurin um Havrannsóknarskip loksins veruleiki. Av sonnum ein flottur varði eftir tíðarskeiðið í fiskimálaráðnum hjá formanni okkara og hjá okkum øllum. Hjartaliga tillukku Føroya fólk. Og hjartaliga tillukku Høgni og Tjóðveldi. Høgni. Takk fyri treiskni títt og áhaldni. Takk fyri Jákup Sverra!

Haldi vit skylda formanninum ein ordans lógvabrest!

 

Gott fundarfólk!

Nú er tann stundin komin til handa

At farast má til verka við loysingaranda

At vekja viljan til sjálvbjargni í bygd og bý

At kveikja kring landið frælsisandan av ný

At standa saman um okkara felags mál

Viljin býtur sum kunnugt á harðasta stál

Vit vita, at innast í hjørtunum, ja í hvørji sál

Býr viljin at taka ábyrgd av egnum landi!

 

Um 10 dagar er bý- og bygdaráðsval. Og hóast uppstillingin bert er politisk í pørtum av landinum, so hava vit sera nógv gott fólk á listunum kring landið. Latum okkum øll gera okkara til, at Tjóðveldisflokkurin og umboð tess standa sterk til valið.  Vit kunnu øll gera okkara part – deila góðar boðskapir, viðmerkja jaligt og uppbyggjandi, stuðla valevnum á ymiskan hátt, taka kjakið um tey góðu málini og sannføra veljarar um at seta krossin rætt. Tað ger stóran mun, hvat júst tú gert. Tíni tøk spjaða seg um ringar í vatninum. Og gera vit øll okkara – taka smá og størri tøk – so sæst tað aftur í úrslitinum.

Tá kommunuvalið er farið aftur um bak, vónandi við góðari undirtøkur fyri okkara fólki og flokki, mugu vit beinanvegin seta fokusið á, at Tjóðveldi aftur skal í stjórn, tá val verður til Løgtingið um minni enn 3 ár.

Tí. Nú er tann stundin komin

At kveikja viljan at stríðast fyri flokkin kring landið

At tendra loysingar ljósið, har tað er sett undir skeppu

At vinna mistar partar av landinum aftur

At byggja fleiri politiskar brýr

At taka avbjóðingar okkara í álvara og lurta, veruliga lurta

At fremja tað, baklandið ynskir av okkum

Og veruliga at vilja valdið.

So illa okkum hóvar hetta orð. Vald. Ikki andstøðu ávirkan og best fyrireikaði málini. Og fagrast orðaðu talurnar. Og sterkasta boðskapin. Men veruligt vald, so mál okkara kunnu fremjast. Tí onki av okkara stóru málum hevur nakran møguleika, duga vit ikki at vinna og at umsita valdið.

Tjóðveldi – vit – mugu leggja lunnar undir – NÚ – at byggja flokkin upp til stjórnarvald aftur. Og vit mugu vera klár til at fremja mál okkara, so skjótt vit sita aftur í landsstýrinum. Orðið skjótt er eitt lyklaorð í politikki. Skjótt, greitt, einfalt og væl.

If You can’t explain it simply, you don’t understand it well enough. Nakað soleiðis tók flogvitið Albert Einstein til. Og helst skulu vit í taka orðini hjá Alberti gamla til okkum. Tí í eini tíð, har búkurin telur mest og eg-meg-mær rákið tykist so sera sterkt, er ófatuliga umráðandi, at vit ikki látast perfekt og hevjaði uppum onnur, men at vit tosa í eygnahædd, at fólk kunnu kenna seg aftur í okkum. At svarið er greitt í huganum hjá fólki, sum seta sær spurningin:

Hvønn mun ger Tjóðveldi í mínum gerandisdegi? Ella: Hvat vinna vit, við at land okkara gerst fíggjarliga sjálvbjargið?

Hví hevur hetta týdning, ja avgerandi týdning, fyri framtíðina og møguleikarnar hjá Føroyum og fólkinum her? Svarið skal vera einfalt og ó-upplást. Fólk skulu trúgva uppá, at tað ber til at gerast eitt sjálvstøðugt land, uttan at vælferðin verður skalað. Ja, at tað júst er lykilin til framburð. Søgan hevur longu prógvað, at so hvørt, sum vit tóku ábyrgd, vaks okkara styrki og møguleikar og harvið ríkidømi. Tað er ikki so trupult, sum tað kann tykjast.

Millum fremstu mál okkara má og skal vera at skerja blokkin. At blokkurin skal minka munandi, fyri hvørja ferð vit siga í stjórn. Tí einar fíggjarligar sjálvbjargnar Føroyar, er eitt land, sum fær virðing og kann ráða sær sjálvum. Vit hava longu framt Búskapargrunnin, sum skal byggjast upp til at vera ein fíggjarligur brimgarður.

Fólk mugu trúgva, at vit vilja eitt fjøltáttað og dygt vinnulív, sum virkar í sunnari kapping. Tí eingin sjálvstøðugur búskapur uttan kreativa, fjøltáttaða og vælvirkandi vinnu. Her liggur ein neyðugur setningur fyri framman, tí vit hava tíverri ikki orð á okkum at vera serliga vinnu vinarlig, hóast vit eru og skulu vera júst tað.

Fólk mugu trúgva uppá, at vit hjálpa teimum, sum hava tað fyri neyðini, men ikki pumpa pengar út til rík, so sum sitandi samgonga ger. Almannapolitikkurin má greitt vísa, at vit lyfta, har tørvur er, men samstundis eru fíggjarliga ábyrgdarfull og ikki lova øllum alt. Hvør króna av skattgjaldarans peningi skal nýtast við ábyrgd.

Tá vit geva veljarunum eitt greitt lyfti um at fremja náttúruvernd, so má tað ongantíð aftur henda, at vit sita í samgongu, uttan at eydnast í at fáa eina náttúruverndarlóg gjøgnum tingið. Vildi ynskt, at eg við Edith Piaf kundi sagt her “Non, je ne regrette rien” aftaná fýra ár í samgongu.  Men, tað fer allar dagar at harma meg, at hetta hjartamál okkara, ikki vann frama, og tí eisini ávirkaði valúrslitið skeiva vegin.

Men, vit framdu hinvegin nógv, sum kann styrkja álitið á, at einar fíggjarliga sjálvbjargnar Føroyar eru einar sterkar Føroyar, sum standa við røttum ryggi millum heimsins lond, og sum ongantíð eru avbyrgd, men altíð samstarva á jøvnum føti við onnur. Yvirtøka av familju- og arvarættinum, javnsett borgararættindi, stovnan av Búskapargrunninum, taldgildu Føroyum, Havrannsóknarskipið eru nøkur av týdningarmiklu úrslitunum. Og ein røð av góðum málum afturat.

Vit lýta nú frameftir, og skulu fara undir arbeiðið, at sleppa av við hesa óskipaðu ultrakonservativu stjórn, so ljós aftur kann koma yvir landið.

Vit vita, hvat vit vilja:

–          At vit skulu taka stór fet nærri fullum sjálvbjargni, og at øll mál okkara skulu vigast á hesi vágskál.

–          At Føroyar skulu gerast sjálv veitandi við grønari orku, og at vit leggja um til nýtslu av varandi orku allastaðni, har til ber.

–          At nógv størri partur av føroysku matnýtsluni skal vera matur – kjøt og grønmeti – framleitt í Føroyum.

–          Eitt javnsett samfelag, har vit stuðla undir tey, sum av ymiskum orsøkum ikki hava somu møguleikar ella javnsett rættindi. Og har gjógvin ímillum hálønar- og láglønar bólkar ikki heldur á at vaksa, men minkar.

–          At allir partar av landinum fáa sín rættvísa part av framgongdini og eitt nútímans ferðasamband.

–          At eggja til eitt fjøltáttað og kreativt vinnulív, so búskapur okkara gerst sterkari og tryggari.

–          Ein miðvísan heilsupolitikk og ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Og so frameftir.

Í øllum lutum at arbeiða fyri, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land!

 

At enda ein áheitan á tjóðveldisfólk kring landið. Minnist til, at vit eru umboð tykkara á tingi, og tí skulu arbeiða fyri tykkum. Brúki okkum til at fremja tykkara søk. Vónandi eru øll økisfeløg longu farin í gongd við at finna valevni til komandi løgtingsval. Arbeiðið tit miðvíst við at fáa góð valevni fram á pall longu nú, so hesi standa sterk og eru kend andlit, tá valið verður útskrivað! Ein hin fremsta styrkin hjá flokkinum er, at vit hava nógv gott fólk kring alt landið. Hyggja vit at úrslitunum frá seinasta vali, var ógvuliga nær við, at Tjóðveldi fekk eina nógv breiðari umboðan kring landið. Bera vit okkum rætt at, eydnast tað á komandi vali.

 

Vit skulu sjálvir, skrivaði Jørgen-Frantz

Vit skulu sjálvar, kann eg leggja afturat, ella endurgeva formannin:

Vit skulu sjálv!

Gott floksting og gott bý- og bygdaráðsval øll somul!

Bjørt

 

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad