Lýsing

Havnin sum súkklubýur

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at betra um trivnaðin í kommununi, og tað er eisini við m.a. at skipa aðrar flutningshættir enn privatu bilferðsluna. Tað var í mars í fjør, at byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at fara undir at leggja til rættis, miðvíst og yvirskipað, um hvussu Havnin verður ein góður súkklubýur. Havnin er ein vælegnaður súkklubýur, fjarstøðan er stutt og veðrið milt. Regn og vindur eru ikki longur nøkur forðing, nú so góð og vælegnaði klæðir og útgerð eru tøk til endamálið, eins og súkklurnar eru vorðnar so sera góðar til nógvu brekkurnar, og harafturat eru tær væl umtóktu el-súkklurnar komnar á marknaðin tey seinastu árini. Men tað skal vera lætt, lokkandi og trygt at velja súkkluna framum sum flutnings møguleika, og tí skulu umstøður teirra súkklandi eisini betrast.

Súkkling virkar fyri minni CO2 útláti og fyri betri fólkaheilsu, ið eisini eru partar av heimsmálunum. Ein sunnur og góður háttur at flyta seg er at súkkla, sum virkar fyri lættari flytføri, ger tað skjótari at koma fram, fremur betri heilsu og reinari umhvørvi

Ein mió. kr. eru settar av á íløguætlanini í ár, og síðani tvær mió. kr. um árið á langtíðar íløguætlanini. Árið 2020 er tí kosið súkkluár, og umstøðurnar at súkkla skulu betrast og gerast tryggari. Týdningarmikið er, at tað eru samanhangandi súkkluleiðir millum býlingar og býarpartar. Trivnaðurin í býnum snýr seg ikki bert um góð viðurskiftir til bilarnar, men somuleiðis, at tað skal gerast trygt og atkomiligt hjá fólki á súkklu og til gongu. Fólkið er ein fyritreyt fyri einum livandi og fjølbroyttum býi, og tí skal vera pláss fyri teimum.

Ov nógvir bilar er ein heimstrupulleiki, hóast roynt hevur verið nógvastaðni at útbygt samferðsluna við býbussum, tokum, metroum, súkklubreytum v.m. í eini vón um eitt sjálvboðið skifti frá bili til kollektiva samferðslu. Av hesi somu orsøk er t.d. CO2 útlátið frá ferðsluni í Danmark bara vaksið, og er nú yvir 30% av tí samlaða útlátinum. Tí verður ásannað[1], at um tað skal eydnast at fáa fleiri fólk at seta bilin, so skal kollektiva samferðslan útbyggjast enn meira við bæði styttri ferðatíðum og størri títtleika, samstundis sum tað skal gerast dýrari at koyra bil. Tað er sostatt altavgerandi, at tað er politiskur vilji og dirvi til at nýta hvassari stýringsmiðil, um galdandi C02 niðurskurður skal náast.

Sum partur av tilgongdini at gera Havnina til ein góðan súkklubý, hevur verið skipað fyri eini spurnarkanning, ið vísir, at tað er ein stórur møguleiki at fáa fleiri fólk at súkkla meiri, eisini sum ítrótt, frítíðar-,  náttúru- og býar upplivingar.

Við súkkluátøkunum fer Tórshavnar kommuna undir at betra um umstøðurnar at súkkla, og fleiri átøk eru á skránni, sum snúgva seg um betri súkkluleiðir, betri umstøður fyri súkkluparkering við hentleikum sum luft, skrúvulyklum v.m. Varpað verður ljós á súkkling og burðardygga ferðslu, ið hava góða ávirkan á heilsu, trivnað og umhvørvið. T.d. skulu allir kantar á gongu/súkklubreytum hava skráar, har súkklur skulu koyra um. Súkklur skulu sleppa í bussarnar ávísar tíðir á degnum. Sjóneyka verður settur á súkkling, og fleiri átøk verða fyri at fáa fólk at súkkla meira. Annars verður í heila tikið varpa ljós á súkkling, og skipað verður fyri einum hópi av tiltøkum gjøgnum alt árið, við m.a. súkkludøgum til alla familjuna, har ymiskt verður á skránni. Fleiri virkin súkklufeløg eru í kommununi, tey vera eisini við, eins og súkklu-/útleigarar og seljarar fara at luttaka, og fleiri felagsskapir, áhugabólkar, arbeiðspláss og borgarar verða somuleiðis við í átakinum.

Longu í 2005 samtykti býráðið, at súkklubreytir skuldu gerast í nýggjum vegagerðum. Síðani eru nógvar súkklubreytir eisini gjørdar við verandi vegir, eins og nógvar gøtur eru gjørdar, sum eru burtur

frá bilaferðsluni. Men fleiri snávingarsteinar hava verið á vegnum, sum t.d. við væntandi heimild í ferðslulógini.

Men nú er so ætlanin at koma enn longur fram á leið, har strembað verður eftir, at Havnin gerst ein av heimsins bestu súkklubýum. Málið kemur fyri býráðið hóskvøldið, og mín vón er, at tað verður eitt samt býráð, sum tekur undir við hesi góðu og framtíðartryggjaðu, grønu og heilsugóðu kós.

 

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og

forkvinna fyri byggi- og býarskipanarnevndini

[1]   “Bilisterne skal piskes til at benytte den kollektiv transport”, grein og  kanning lýst í danska vegatíðarritinum, Trafik & Veje, januar 2019.

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad