Lýsing

Kennir tú ráman av mannatrekki?

Býráðsmeirilutin hevur slept endanum, tá tað snýr seg um at loysa stóra trupulleikan av vantandi og skipaðum spillivatnsleiðingum. Men hvat nyttar tað við torgum og trappum, um vit skulu liva við rámanum av mannatrekki?

Longu áðrenn kunngerðin um spillivatnsætlan varð sett í gildi, hevði eg sum forkvinna í teknisku nevnd árini 2005-12 ein harðan politiskan bardaga at fáa sett kloakkirnar á breddan. Í mínum hugaheimi var tað ein sjálvfylgja at hetta varð gjørt, uttan at tað var neyðugt at bíða eftir nøkrum lógarkravi, tí hetta snúði seg um so grundleggjandi viðurskifti hjá okkum øllum.

Tað eydnaðist tá at fáa politiska undirtøku fyri at fáa kloakkirnar inn í langtíðar íløguætlanina og hesi árini vórðu einar 100 mió. kr. brúktar uppá kloakkir. Tá var Tórshavnar kommuna komin longst á leið við at dagføra kloakkirnar sbrt. spillivatnsætlanini, men í dag er hon tíverri darlað langt afturum hinar kommunurnar.

Tað vanta minst 100 milliónir afturat

Hesin sami eldhugi er ikki at síggja hjá sitandi meiriluta og eru bert 5 mió. settar av á íløgujáttanini fyri 2017. Støðulýsingin frá teknisku umsitingin vísir, at tørvur er á minst 100 mió. kr. afturat, og fyri tað er ikki komið á mál, tí kloakkirnar skulu alla tíðina røkjast. Eitt er at fáa skipaðar kloakkir har tær renna beinleiðis út í áirnar ella oman í fjøruna. Harafturat eru eini 19 km. av gomlum betong kloakk rørum, sum eru brotin og/ella leka og tí skulu skiftast. Vit kunnu ikki bjóða okkara borgarum at liva í beinleiðis heilsuskaðiligum mannatrekki.

Kloakkir fyritreytin fyri trivnaði

Týdningin av at fáa hetta í rættlag síggja vit m.a. í Vágsbotni, har fólk í dag savnast sum ongantíð áður. Hvør hevði unnað sær at sitið við einum kaffikoppi ella einari øl í tí deymi, sum var av kloakk har? Nú er vágin rein. Í Nólsoy svimja nólsoyarkonur á sjónum og sandstrond er komin á Malarenda – tann reini trivnaður. Áðrenn vóru ikki minni enn 7 útlop, sum runnu út í bátahylin ella innanvert brimgarðin. Tilsamans kostaði kloakkarbeiðið í Nólsoy 7 mió. kr., men sanniliga er tað væl útgivin peningur.

Reinføri fram um marglæti og ørvitisíløgur

Síðstu fýra árini hava kloakkirnar bert verið ein viðfáningur hjá sitandi meiriluta. Tyrvingarplássið og skiljing av ruski hava als ongar raðfesting havt heldur. Tá ið Tjóðveldi kemur framat aftur stýrisvølinum á Vaglinum verða kloakkirnar aftur settar í fremstu røð. Fái eg møguleikan, fari eg aftur at arbeiða hart fyri hesum. Ein høvuðsstaður, har ramur luktur av mannatrekki stendur tær í nasarnar, er ikki innbjóðandi. Kloakkunum havi eg altíð stríðst fyri og tað fari eg framhaldandi at gera. Eins og tyrving, skiljing av ruski og reint vatn. Ja, alt undirstøðukervi skal aftur raðfestast fram um marglæti og ørvitisíløgur. Kennir tú ráman av mannatrekki, gevur valið seg sjálvt.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad