Lýsing

Sannleikin um orkuloysn fyri saltsølubygningin

Orsøkin til stúran mína eftir seinasta býráðsfund í Havn var mikla orrustan, sum stóðst av málinum um orkuloysn fyri saltsølubygningin. Og stúranin er væl grundað, tí formaðurin í Vinnunevndini, Sjúrður Olsen, segði, at tað fór ikki at verða við sær sum formanni at gera milliónaíløgur til sjóhita. Ikki minni gerst mistrúgvin á meirilutan í býráðnum fyri grønum loysnum, tá sjálvt borgarstjórin skrivliga í einum telduposti segði tað vera “søtur tónleikur í hansara oyru”, tá ført varð fram, at tað ikki er burðardygt at gera íløgur í fjarhitaleiðingar oman í býin.
 
Elin Lindenskov tekur rívan til í lesarabrævi í miðlunum 21. august, har hon fer so langt sum til at ákæra undirritaðu fyri at lúgva. Orsøkin er, at eg í lesarabrævi endurgav frá seinasta býráðsfundi og vísti á, at meirilutin í býráðnum hevði slept ætlanini um at nýta sjóhita til at hita gamla saltsølubygningin upp við. 
 
Í lesarabrævi mínum gjørdi eg ikki annað enn at endurgeva frá tí, sum hendi á býráðsfundinum. Nevniliga, at meirilutin ætlaði sær at fara frá sjóhitanum, sum annars var ein partur av endurbyggingini av saltsølubygninginum. Hetta tí, at innkomnu tilboðini vóru hægri enn kostnaðarmetingin av íløguni. 
 
Meirilutin – tó ikki forkvinnurnar í teknisku nevnd og náttúru- og umhvørvisnevndini – tóku ikki undir við uppskoti mínum, um at bygningurin burtur av verður hitaður upp við sjóhita. Ístaðin átti málið at verið beint aftur í vinnunevndina fyri at útvega neyðugu fíggingina. 
 
Á nevnda býráðsfundi varð eisini kunnað um ætlanina at hita bygningin við olju, men tó fyrireika hetta soleiðis, at fjarhiti seinni kann leggjast inn. Hetta seinasta er eftir mínum tykki tað sama, sum at blaka torvmold í eyguni á borgarunum, tí í vár varð ein umraðfesting gjørd í íløgunum, har millum annað 5 mió. krónur vórðu tiknar av at dagføra Sundsvegin og at fáa fjarhitan oman í Gundadal. Eitt mál, sum eg umrøddi í lesarabrævi 17. mars 2014 undir yvirskriftini “Borgarstjórin steðgar útbyggingini av fjarhitanum”. Ein óbótalig gerð, sum Elin Lindenskov sjálv alment í Kringvarpi Føroya hevur harmast. 
 
Samanumtikið kann ein ikki annað enn standa spyrjandi mótvegis tí, sum borðreitt varð fyri okkum á seinasta býráðsfundi. Tað vil siga nei til sjóhita, men ístaðin at leggja oljufýring inn við eini seinni fjarhitaloysn fyri eyga. Hetta seinna er ikki annað enn eitt tómt lyfti, tí er oljufýringin fyrst komin, so verður seinur dagur – um nakrantíð yvirhøvur – at lagt verður um til eina grøna orkuskipan.     
 
Tað leikaði so mikið hart á undir býráðsfundinum, at neyðugt varð hjá borgarstjóranum at biðja um timeout. Tá fundurin varð tikin uppaftur, vísti úrslitið seg at gerast eitt ússaligt ískoyti til samtyktar, um at spurningurin um endaliga orkuloysn verður lagdur fyri býráðið aftur. Tíbetur eydnaðist at fáa meirilutan at seta eina tíðarfreist á, soleiðis at málið skal fyri aftur á býráðsfundi í seinasta lagi um tveir mánaðir.
Tá Elin Lindenskov endar lesarabræv sítt við at siga: “At sjálvandi skal orkuloysnin koma frá varandi orkukeldum”, so kann eg ikki annað enn fegnast. Eg síggi fram til, hvør orkuloysn verður vald og ætli mær at fylgja væl við, at meirilutin í Tórshavnar býráð fer at halda hetta lyftið. Hetta er sannleikin í hesum máli, Elin Lindenskov, og ikki nøkur lygn, sum tú skýrir meg fyri at hava borðreitt við.
 
Við náttúru- og umhvørviskvøðu
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur fyri Tjóðveldi
 

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X