Lýsing

Orka og umhvørvið setast fremst

Grøna orkuskiftið skal upp í ferð. Náttúran skal verjast munandi betri, so vit leggja handling í orðini um, at náttúruna eiga vit til láns frá børnum okkara. Orka og umhvørvið skulu fáa fremstu politisku tyngd og styrki. Tí tørvar okkum eitt orku- og umhvørvismálaráð. Ikki eitt ráð ella landsstýrisfólk afturat, men eina umskipan, so hesi grønu málsøkini fáa hægstu raðfesting.

GRØNA ORKUSKIFTIÐ

Á orkuøkinum eru vit júst byrjað at taka tey stóru fetini í mun til at leggja um til grøna orku. Men fyri framman liggja risastór og tung tøk.  Málið at vit á landi burturav fara at brúka varandi orku, ber einans til at røkka, gera vit tað í felag – og savna vit politisku og umsitingarligu megina rætt, so hon kann vera oddvitin í arbeiðinum.

Land, kommunur, vinna og borgarar kunnu øll gera sítt. Og fleiri vilja gera sín part, men verða forðað av lóggávu og ov tungum mannagongdum. Vit mugu politiskt leggja lunnar undir, at øll fáa møguleikan og verða eggjað at vera við.

Tí eigur eitt landsstýrisfólk at vera, ið hevur sum sína fremstu uppgávu, at arbeiða við tí grøna politikkinum, og við orkuni, har vit hava sett okkum eitt serstakliga framsøki og stórt mál, nevniliga burturav at vera grøn á landi í 2030, einki minni.

Tað eru einans 11 ár til 2030. Og hóast streymurin er vorðin grønari, so er framvegis nógv hin størsti parturin av landi okkara rikið við kolasvartari olju. Stóra lopið í grønu framleiðsluni skal vera hent innanfyri næsta samgonguskeið. Tað er neyðugt við einum serstakliga virkisfúsum, sterkum og miðvísum politiskum orkumyndugleika, fyri at lyfta stóru og víðfevndu uppgávuna.

NÁTTÚRUVERND OG UMHVØRVIÐ

Grøna aðalráðið skal eisini umsita umhvørvis- og náttúruverndarmál. Náttúruverndin og umhvørvið liggja í dag spjødd undir fleiri myndugleikum. Ein skjótt vaksandi ferðavinna, alivinnan, víðfevndar útbyggingar við meira, leggja alsamt størri trýst á náttúruna, og neyðugt er eisini við nøktandi kreftum at umsita eina nýggja náttúruverndarlóg, sum vónandi kann samtykkjast skjótast gjørligt í komandi tingsetu.

Ábyrgdin hjá landsstýrisfólkinum skal vera at stinga greið mál út í kortið, og handla skjótt og miðvíst, so neyðug atlit til náttúruna og umhvørvið verða tikin sum ein sjálvfylgja. Menningin skal halda fram, men á nógv burðardyggari grundarlagi enn í dag. Náttúran skal heilt einfalt við á vágskálina. Konsekvent.

Samgongan hevur hesa setuna uppraðfest Umhvørvisstovuna, ið  tekur sær av orkumálum og umhvørvisvernd, heilt munandi. Tað er neyðugt at halda fram við at styrkja henda stovn, ið er heilt sentralur í mun til at røkka settu málunum.

Umhvørvið snýr seg eisini um altjóða ábyrgd í mun til at steðga veðurlagsbroytingunum. Grøna aðalráðið skal eisini her stinga greitt út í kortið, hvussu vit veruliga minka og neutralisera okkara CO2 útlát. Við røttum politikki og djørvum avgerðum, er tað ikki torført. Og Føroyar kunnu innan 2050 vera fullkomiliga CO2 neutralar.

UMSKIPAN – IKKI FLEIRI RÁÐ

Eitt nýtt ráð, merkir ikki, at vit skulu hava fleiri aðalráð enn í dag. Ella fleiri landsstýrisfólk. Landsstýrið og umsitingin eiga sjálvsagt at verða skipað soleiðis, at tey spegla tey øki, neyðugt er, at leggja størstan dent á. Og her eru orka og umhvørvið ímillum tey týdningarmestu. Tí eiga ráðini at verða umskipað soleiðis, at orka og umhvørvið/náttúruvernd fáa munandi størri politiska tyngd. Gjarna saman við øðrum málsøkjum, men ikki saman við øðrum ovurtungum málsøkjum, so sum veruleikin er í dag.

Nú val stundar til, vóni eg, at valið verður grønt, og at eitt grønt orku- og umhvørvismálaráð er á gáttuni.

 

Bjørt Samuelsen

valevni fyri Tjóðveldi

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad