Lýsing

Óluva Klettskarð stillar upp!

Nú sigi eg bara sum hini, tí snøgt sagt øll hava fingið eina slíka yvirskrift, og mangan ongi tíðindi í tí…

 

Tað hevur ljóðað, at eg skuldi ikki vera á listanum hjá Tjóðveldi, so tí fari eg at avsanna, at eg havi stungið halan millum beinini og eri farin av listanum.

Tvørturímóti eri eg sera fegin um og stolt av at vera á tí vala liðinum, ið vil Føroyum og føroyingum politiskt, persónlig og sosialt frælsi.

 

Eg fari at heita á teg veljara, um at koma upp í tað liðið, sum vil ganga frameftir, og ikki aftureftir.

Vit eru á góðari leið við nógvari ferð. Kom við og skapa tær Føroyar:

  • Har fólk vilja nýggju og dagførdu Føroyar, sum ung velja til (2800 fleiri)
  • Har fólk stovna sær virkir (800 nýggj og 210 íverksetarafeløg)
  • Har arbeiði er til allar hendur (2600 fleiri løntakara og metlágt arbeiðsloysi. 1,1%)
  • Bústaðarmarknaðurin gerst fjøltáttaðari (394 nýggir bústaðir)
  • Har eldri hava umstøður at laga sína pensjón og fingið meir at liva fyri
  • Har skúla- og lestrartilboðini eru økt munandi
  • Har vinnumøguleikarnir eru øktir
  • Har fiskivinnan er loyst úr sínum stirvna taki og ikki longur er fyri tey útvaldu
  • Har umhvørvispolitikkir verður tikin í álvara
  • Har búskapurin er rimmarfastur, og blokkstuðulin bara minkar í virði
  • Har heilsiverkið er munandi styrkt, og metnógvir læknar settir í starv

O.s.fr.

Vit eru sum samfelag í rembingartíð, eins og komin i trýssini. Vit spyrja ikki longur, um vit kunnu sleppa hetta ella hatta, vit fremja tað í verki. Vit keglast ikki um tað, sum farið er, men berja tær stirvnu hugsjónirnar av okkum og halda okkum til fjølbroytni og møguleikarnar, alt til frama fyri hinar sjálvbjargnu og tíðarhóskandi Føroyar.

 

Kemur tú ikki við inn í framtíðina? Ella vilt tú heldur býta negl og kanska seta í bakkgear, sum andstøðuflokkarnir ætla?

Kom við, kom!

Óluva Klettskarð,
Løgtingsfólk fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad