Lat okkum menna samstarvið

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava arbeitt væl saman. Formenninir hava samstarvað fyrimyndarliga og kemiin millum tingmanningarnar og landsstýrisfólkini hevur verið góð. Onkran kampin hava vit tikið, gamaní, og tað hevur mangan rullað illa, – men hetta hevur ongantið verið orsakað av, at vit hava viljað sloppið av við hvønn annan. 


Viljin at vera saman hevur drivið verkið. Orsøkin er, at vit hava verið vitandi um, at vit eru tey, sum vilja tann politikk, sum er førdur, og at andstøðan vil nakað heilt annað. Hon vil bakka fiskivinnunýskipan og hjúnarbandlógina aftur. Hon var ímóti yvirtøkum og heldur lítið um, at vit fastfrystu blokkin. Hon var ímóti pensjónsnýskipanini og heilsunýskipanini. Hon er bara meira konservativ enn vit eru, og dámar betri tað, sum var, heldur enn broytingar. 


Men í øllum hesum viljanum at vilja verða saman, so hendir tað nokkso týpiska, at ein, sum ikki hevur verið partur av hvørki tingmanning ella landsstýrismanning loypir á samstarvið uttanifrá. Ósemjurnar verða dyrkaðar og leitað verður eftir feilum. Nokkso týpiskt. Hevur tú ikki verið partur av semjunum og tí slakan, sum tín flokkur noyðist at liva við, so kennir tú onki til orsøkina og viljan at verða saman. 


Á síðu 7 í Sosialinum mikudagin takkar Sjúrður fyri undirtøkuna og á síðu 10 í SAMA blaðið loypir hann á Tjóðveldi. Onkur heldur nokk, at hetta er góður stílur, og “gev teimum bara, so hatturin passar”; men tað eru eisini tey, sum halda, at tað hevði klætt einum vinnara betri at verða eyðmjúkur og latið vera við at traðka so beinanvegin á tey, sum júst hava tapt. Eisini tí, at tey flestu av okkum í Tjóðveldi alment hava róst og ynskt Sjúrði til lukku við sigrinum – fáar dagar framman undan álopið. 


Tað, sum eisini kann undra er, at orsøkin til álopið á Tjóðveldi, er at okkara fyrrverandi tingmaður, nú ásannar, at Tjóðveldi er ein – og haldið tykkum fast – ein loysingarflokkur! 


Jú, so er. Men fyri tað, vita vit eisini væl, at loysingin kemur ikki eftir einum degi. Vit vita eisini, at loysingin er eitt samstarv millum fleiri flokkar, og ein avgerð, sum føroya fólk í síðsta enda á eini fólkaatkvøðu skal taka. Vit vita eisini, at ongin konvoy siglur skjótari enn tað aftasta skipið. 


Men tað ironiska er, at nógv sum ræðast orðið loysing, vilja tað sama sum tjóðveldi. Tað skal bara ikki eita loysing. 


– Fólkaflokkurin sigur seg vilja hava fullveldi eftir einum skipaðum leisti, (sum er tað sama sum loysing),

 
– Javnaðarflokkkurin sigur seg vilja hava ríkjasamband, sum er, at Danmark og Føroyar eru saman,sum    tveir javnbjóðis partar (sum er fullveldi! Sum væl eisini er nær í familju við loysing) og


– Sjálvstýrið vil sjálvstýri stig fyri stig, (sum er fullveldi, bara við longri skotbrái enn onnur).


– Sambandið sigur, at tey vilja ein sjálvberandi búskap, (sum er tað sama sum at vilja av við blokkin). 


So her er grundarlag fyri at samstarva við allar flokkar um loy… – nei eg meini ríkjasamband ella sjálvstýri og enntá fullveldi. 


Annars, so kann Tjóðveldi samstarva við allar flokkar. Vit útihýsa ongum flokkum, áðrenn eitt val. Vit seta heldur onki ultimatum. Tað er ikki tann eini ella hin flokkurin, sum í sær sjálvum er trupulleikin. Tað er tá heldur politikkurin, sum flokkurin krevur ella gevur, sum er avgerandi og kemiin millum samgonguflokkarnar, sum er avgerandi, tá ið samgonga verður skipað.
Gott hevði verið, um vit nú miðja eftir einum góðum dialogi og samstarvsanda, heldur enn at bróta tað niður, sum er bygt upp. 


Haldi, at hendan samgongan hevur verið fyrimyndarlig, tá ið tað kemur til at avgreiða mál, og tá ið tað kemur til góða kemi. Latum okkum halda fast um tað, um veljarin gevur okkum meiriluta á valinum í august. 


Annita á Fríðriksmørk.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad