Forsídubreddi

Samband við meginøkið og fjølbroyttari størv er ein fortreyt

Myndin vísir á gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni í hesi øldini. Vit síggja, hvussu fólkatalið veksur fram til 2003. Tað er fyrst í øldini, at løgtingið samtykkir stórar íløgur fyri oynna, – m.a. skal nýggjur Smyril gerast og Hovstunnilin borast. Tað skapar vón um, at økið er eitt stað, vit vilja búgva í.
Men so hendir okkurt. Fólkatalið minkar ár eftir ár. Líka fram til 2016.
Eg veit ikki, hvar kritiska markið er fyri, nær fólkatalið er so lágt, at tað ikki klárar at venda upp eftir aftur. Ella um eitt slíkt mark finst. Men tá ið børnini og tey ungu ikki klára at mannað eitt fótbóltslið ella hondbóltslið, ella tá ið eitt lið, sum í vár megnaðu at vinna bronsu í bestu kvinnudeildini, ikki klárar at manna lið um heystið, – so er støðan í øllum førum so álvarsom, at politiski myndugleikin eigur at siga, at her skal gerast nakað alvorligt.

Innanfyri trivnað er oyggin ein fyrimynd! Tað er óvanligt, sum tey megna at fáa bæði Pálshøll og Marghøllina uppa at standa, og hvussu fólkið á staðnum sjálvboðið brúkar stóran part av síni tíð til tess at gera hesar íløgur møguligar.
Ítróttarháskúlin og eftirskúlin ger eisini økið dragandi.

Men betri samband við meginøkið og fjølbroyttari størv er eisini ein fortreyt. Tí mugu vit geva vón um at farið verður undir Suðuroyartunnilin, so skjótt Sandoyartunnilin er liðugt. borðaður.

Arbeiðið til bæði kynini er eisini ein fortreyt. Tí fer pedagoghjálparaútbúgving í gongd í Suðuroy 1.januar 2019. Og FHS útbúgving og búskaparbreyt er bjóðað út.
Men spurningurin er, um Glasir og Miðnámsskúlin í Hovi og eisini miðnám í Kambsdali og Klaksvík ikki áttu at samstarva um næmingarnar. Soleiðis, at teir næmingar, sum ikki trívast í umhvørvum við 1500 næmingum, ja, so lat teir næmingarnar vita, at tað eru aðrir møguleikar – og nú Suðuroy er í fokus her, so er har eisini ein góður miðnámsskúli, sum er lítil, men á høgum fakligum støði, lat tey vita, at har eru næmingar og lærarar, sum meira enn fegnir vildu tikið ímóti hesum ungu. Hvar skulu tey so búgva, hugsa vit beinanvegin. Eg veit ikki, men í Hovi stendur ein stórur partur av húsunum tóm. Kanska okkurt letur seg upp til leigu, so skjótt møguleikin er fyri langtíðarleigu.

Innanfyri heilsuverikið er Økispsykiatri skipað fyri alla oynna og tørvur er á fleiri læknum og harvið fólkið við hægri útbúgving nú serlæknatilbúgving er skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Har er ein stór uppgáva hjá politiska myndugleikanum at gera nakað ítøkiligt – vónandi koma fleiri konstruktivar viðmerkingar, sum geva vón og áræði.. Vit kunnu ikki gera alt, men vit kunnu gera nógv. So lat okkum bretta upp um ermar og áhaldandi gera nakað ítøkilgt.

Annita á Fríðriksmørk

 

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad