Nýggj røntgenútgerð á Klaksvíkar sjúkrahús

Hvussu gongst við tilboðnum um røntgenviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hvussu er við útgerðini til at veita hetta tilboð?

 

Á tingfundi í dag vóru munnligir fyrispurningar á skránni, og spurt var um viðurskiftini á røntgendeildini á KS.

Menningarætlanini fyri føroyska sjúkrahúsverkið var og er at framtíðartryggja  alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, m.a. við at tryggja virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum og at skipa og samskipa arbeiðið enn betur, enn gjørt hevur verið higartil.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús er framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og lokalt akuttsjúkrahús. Greiðar leiðreglur verða fyri, hvat akutt kann gerast á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hvat verður gjørt aðrastaðni.

Kommunulæknaskipanin 1870 í Norðurøkinum er nú samskipað við Klaksvíkar sjúkrahús á sama hátt, sum hetta er gjørt á Suðuroyar sjúkrahúsi.

 

Arbeitt verður harafturat við at økja um verandi virksemi, so Klaksvíkar Sjúkrahús skal fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, fleiri sokallaðar “samadagskirurgi”,  planlagda ortopedkirurgi á sjúkrahúsinum og at fáa framt enn fleiri kikarakanningar (endoskopiir) á sjúkrahúsinum. Hetta merkir, at nakrar viðgerðunum, sum í dag fara fram á Landssjúkrahúsinum, vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Harumframt verur miðstøð innan endurvenjing stovnað í gulu læknahúsunum, sum fer at taka sær av at endurvenja sjúklingar við seinheilaskaða og ryggmergskaða.

 

Umframt hesi viðurskifti, so kunnu fólk nú velja tilboð um røntgenviðgerð á einum av sjúkrahúsunum.

Spurningurin, settur varð Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharra, var, hvussu gongst við tilboðnum um røntgenviðgerð á KS, og hvussu útgerðini har er til at veita hetta tilboð.

Landsstýriskvinnan vísti á, at nógv fleiri røntgenviðgerðir verða gjørdar í Klaksvík, og at hetta samstundis gevur betri rúmd fyri fleiri skanningum á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan upplýsti harafturat, og at nýggj útgerð fyri einar 3 milliónir verður sett upp í viku 42, so útgerðin har verður nútímans.

 

 

Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad