Fólaflokkurin og veruleikin

Fólkaflokkurin er aftur eftir samgonguni. Hesaferð eru tað menningarkvoturnar, sum tað er galið við. og (aftur) hesaferð er tað nevndin, sum skal geva tilmæli um menningarkvotur, sum skal undir luppin, – tí hon kostar ov nógv.

Í viðmerkingunum til eykajáttanina, sum FF brúkar sum sannleiksvitni, stendur, at tað verður mett, at “útreiðslurnar til nevndina verða okkurt um 500 tús. kr. í 2018”, men tað stendur altso eisini, at “Fiskimálaráðið hevur øktar útreiðslur til advokathjálp, eitt nú í sambandi við rættarmál.” Hesin seinni setningurin um advokathjálp, sum fólkaflokkurin “gloymir” at nevna, er bróðurparturin av teimum 500 túsund krónunum.

 

Í eykajáttanini stendur eisini, at “Nevndin at meta um menningarkvotur hevur viðgjørt umsóknirnar fyri 2018 og fer seinni í ár at viðgera umsóknir fyri 2019.” Tvs, at í ár eru tvey umfør at viðgera umsóknir.

Í árum, sum koma, verða væntandi bara eitt umfar árliga, – og tí verða nevndarsamsýningarnar tá eisini tilsvarandi bíligari.

Endamálið við skrivinum frá Fólkaflokkinum er at sáa iva um nevndina, sum skal viðgera menningarkvotur. Ein nevnd, sum altso fær samsýning og fundarpening eftir teimum vanligu almennu ásetingunum, sum Fólkaflokkurin hevur vælsignað í fleiri ára tíggju.

Í hesum føri er talan um eina nevnd, sum er nýggj á einum heilt nýggjum øki. Hon skuldi t.d herfyri viðgera 40 meira og minni drúgvar umsóknir og taka støðu til hesar og koma við tilmælum um tær.

Tað eru, sum er einar 145 almennar nevndir og ráð. Tað var tað eisini, meðan FF sat við valdið. Hesar viðgera og geva ráð og tilmæli um alt møguligt. Hví FF heldur, at ongin skal viðgera og geva tilmæli um menningarkvotur, er óskiljandi.

 

Gott um Fólkaflokkurin lat okkara dugnaligu vinnulívsfólk fáa ein kjans. Og gott um flokkurin vísti vinnulívinum álit og gav teimum frið at arbeiða

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad