Lýsing

Um hálva milliard meir í útflutningsvirði

Í gjár vóru munnligir fyrispurnar á skrá hjá løgtinginum.

Undirritaða spurdi landstýrismannin í fiskivinnumálum, hvat er hent á økinum, síðan landsstýrismaðurin tók við.

Spurt varð, um fortreytirnar í fiskivinnuni eru nakað broyttar, síðan landsstýrismaðurin setti seg í stólin fyri góðum ári síðan.

Dag og dagliga frættist, hvussu lítið kemur av skafti og hvussu illa henda samgongan fer við heimaflotanum, og spurningurin var, um fiskimálaráðharrin kundi greiða tinginum frá, um talan er um batar fyri fiskimannin ella afturstig.

Fiskimálaráðharrin visti at siga, at stórir batar eru á hesum økinum. Virðir fyri einar 300-400 milliónir kr. bert í avreiðingarvirði eru fingin til vega í hesum árinum við størri atgongd til fiskasløg og fiskileiðir.

Nógv størri er atgongdin til botnfisk, men uppsjóvarkvotan er eisini vaksin. Landsstýrismaðurin var ítøkiligur og vísti á, at

-575 tons av toski er komin afturat undir Íslandi

-470 tons av toski afturat í Eysturgrønlandi

-475 tons av brosmu í Eysturgrønlandi

Umframt meira tosk á Flemish Cap, so er svartkjaftakvotan eisini hækkað við 143.000 tonsum, og sildakvotan við 16.000 tonsum. Uppisjóvarkvotuna hevur landsstýrismaðurin ásett.

 

Og tá avreiðingarvirði liggur í millum 300-400 milliónir, so fer at tátta í eina hálva milliard meira í útflutningsvirði, sum er fingin til vega í ár.

 

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad