Lýsing

Kastibløkan Klaksvíkar Sjúkrahús

Nú meldar sambandsmaðurin, Bjørn Kalsø, út um sjúkrahúsverkið og leggur samgonguna undir at vilja Klaksvíkar Sjúkrahúsi til lívs.
Fólk í andstøðuni hava ikki gjørt annað enn arbeitt í miðlunum um hetta álvarsmál, sum henda samgongan hevur sett sær fyri at lýsa og finna loysnir á. Sjálvstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin og nú Sambandsflokkurin hava roynt at øst fólk upp um Klaksvíkar Sjúkrahús. Eitt umsitingarligt álit leggja norðoyapolitikarar til grund, og kropp av kroppi hava teir lagt samgongu og meg sjálva undir at vilja KS alt ilt.

Veit Bjørn Kalsø ikki, hví samgongulimir eru friðarligir? Ein maður við so nógvum ting- og landsstýrisárum á baki, veit hann ikki, at meðan ein politisk tilgongd er, at meðan arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum flokkum situr og arbeiðir við at finna semjur, so er vanligt at halda frið? Siðvenja er at vera kúrrur og virða politiska arbeiða, áðrenn politiska orðaskiftið á løgtingi tekur við.

At arbeiðið soleiðis verður órógvað politiskt kann gera, at flokkarnir ikki fara at finna semju um eini 22-23 av 25 økjum í tilmælinum, sum arbeitt verður við! Og endamálið at tryggja øllum trimum sjúkrahúsunum virksemi, trygg viðurskiftir og arbeiðsfrið, fer ikki at náa á mál.
Og so verður Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi í somu støðu, at hvørt einasta ár, hvørja einastu samgongu skulu politikarar berjast fyri íløgum og minsta marki av virksemi.
Og tað er kanska tað, sambandsmaðurin vil! Tí enn hevur ongin samgonga megnað at skapt frið um sjúkrahúsverkið, og skuldi tað frálíka hent, at vit samdust um, hvørjar sergreinir skuldi verið á hvørjum sjúkrahúsi, hvørjar íløgur verða neyðugar hvar o.s.fr., ja, so verður kanska onki at klandrast um, ongir politiskir fjaðrar verða at pynta seg við til val, løgtingsval ella býráðsval.

Ómansligt er tað at brúka Klaksvíkar Sjúkrahús politiskt. At blaka um seg við uppáhaldum, kritikki, og ógrundaðum niðurstøðum í staðin fyri at lata seg í arbeiðsklæðir og fara til arbeiðis, har arbeiðið skal gerast.
Tað hevði klætt sambandsmanninum betur at arbeitt innanfloks. Hvørja støðu hava hansara partamenn til íløguætlan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús? Hvussu sær Sambandsflokkurin upp á leiðsluspurningin? Og hvønn hugburð hevur umboðið hjá Sambandsflokkinum í arbeiðsbólkinum hjá landsstýriskvinnuni?
Tað er bert í arbeiðinum á tingi, tað er og verður í samstarvi við løgtingslimir, andstøðu og samgongu, at løgtingsavgerðir kunnu takast og ávirkast, ikki úti í bløðunum!

Eg havi ikki stillað upp til tess at niðurraðfesta Klaksvíkar Sjúkrahús. Eg kann hinvegin vísa á óteljandi sakligar greinar, sum vísa míni sjónarmið viðvíkjandi KS, nevniliga økt virksemi, øktan tryggleika til sjúklingin, betri arbeiðsumstøður og týðiligari ásetingar um virksemi, alt til tess at tryggja, at vit í økinum framyvir fáa størri leiklut í sjúkraviðgerð, røkt og endurvenjing, og at arbeiðsøkini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi koma í trygga legu. Og sum býráðslimur í samgongu havi eg arbeitt fyri, at økið hevur eitt kvalifiserað útspæl um sjúkrahúsið, heilsudepil og eldraøkið.

Eg rokni við, allir norðoyatingmenn ynskja hetta sama. Tí er tað umráðandi at viðvirka í staðin fyri at bróta niður.

Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad