Lýsing

Gev teimum eldru møguleika at verða heima so leingi tey ynskja

Vit skulu virða ynski hjá teimum gomlu at sleppa á sambýli ella á eitt røktarheim.  Hinvegin skulu vit eisini virða ynski hjá teimum gomlu at verða heima so leingi, sum tey ynskja tað.

Einsemi og vantandi sjálvbjargni ger, at tey ofta ynskja at flyta á heim, so tey kunnu hava dagligt samband við onnur menniskju og fáa hjálp til grundleggjandi tørvir.

Men hesi viðurskifti kunnu bøtast munandi uppá, um bara vit raðfestu eldraøkið øðrvísi.

Raðfesta vit heimahjálp, kunnu vit tryggja, at onkur kemur á gátt hvønn dag.

Raðfesta vit endurvenjing og dagtilboð kundu vit tryggja, at tey gomlu vóru sjálvbjargin nógv longri.

Raðfestu vit eldraíbúðir kunnu vit tryggja teimum gomlu tilboð at velja í, – tilboð, sum eru í millum egið heim og røktarheim.

Raðfesta vit mattænastuna og reingerð tryggja vit tryggja grundleggjandi tørvir hjá okkara gomlu.

Samanumtikið er rættiliga nógv, vit kunnu gera, sum bæði ger eldraárini liviligari og virðiligari. Soleiðis kunnu tey eldru kenna seg vird og harvið varðveita lívsgóðskuna og tey avvarðandi trívast betur, tí tey síggja at teirra gomlu trívast betur.

Hetta fer Tjóðveldi at arbeiða við í komandi samgongu í býráðnum.

Annita á Fríðriksmørk, valevni

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad