Lýsing

Tað er so deiliga bygdasligt í Tórshavnar kommunu!

Stóra takið hjá høvuðsstaðnum er at røkja og menna teir stóru býirnar í kommununi, – sum eg skal koma nærri inn á í seinni greinum.  Men tað er eisini sera týdningarmikið at røkja og menna  tær smærru bygdirnar, sum hava lagt saman við Tórshavnar kommunu.

Hesar hava sín serstaka leiklut í kommununi. Fyrst og fremst skapa tær fjølbroytni í kommununi og økja  um trivnaðin hjá fleiri borgarum. Tær geva kommununi bygdalív og bygdamentan. Tær geva borgarunum møguleika at velja annað stað at búgva í enn í “stór”býnum; samstundis sum bygdafólkið hevur møguleika at gera nýtslu av teimum aktivitetum, sum stórbýurin bjóðar.

Valevnini hjá Tjóðveldi í Suðurstreymi skipaðu fyri veljarafundi í Sólarmagn á Velbastað. Sum valevni fingu vit høvi at lurta eftir borgarum av Velbastað og úr Kirkjubø. Hetta eru tvær vælumtóktar bygdir við lutfalsliga spennandi tilboðum.

Á Velbastað eru ikki færri enn tveir skúlar harav annar er frískúli og hin er vanligur fólkaskúli. Har veksur fólkatalið støðugt, samstundis sum fleiri hús eru í gerð.

Kirkjubø er hinvegin kent fyri sína  søgu, fornminni og mentan. Hesi virði draga fólk úr allari verðini til landið og til kommununa – árið runt. Sum partur av ferðavinnuni og sum okkara stoltleiki eiga vit at gera alt fyri a varðveita, viðlíkahalda og gera brúk av hesum søguliga stað.

Eru fyrimunir við at búgva á bygd, so hevur tað eisini sínar avbjóðingar. Á fundinum var ynski frammi um, at bygdirnar vestanfyri verða umtalaðar og viðfarnar sum bygdir – ikki sum býlingar. Hetta kundi verið sæð aftur í at t.d. ein maður ella kvinna, sum býr í øðrum av bygdunum verður sett av til at taka sær av at viðlíkahalda bygdirnar. Gjørt tað, sum vanligir kommunumenn gera: tikið sær av at reinsa rennir, hildið kirkjugarðin, sett skelti upp o.a. átrokandi og fyrifallandi. Tað er jú á staðnum at tørvurin sæst, og ynskini eru.  Og er tað ov langt frá bygdunum yvir á Vaglið, tá borgarin skal hoyrast,  so er lættari at koma á tal við tey, sum búgva á staðnum.

Hetta er nakað, sum Tjóðveldi fer at arbeiða við, tá vit koma til valdið aftur í Tórshavnar kommunu eftir 1.januar.

 

Annita á Fríðriksmørk, valevni til býráðsvalið.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad