Lýsing

Merkisvert. Ein heilsan og heiður til tey, sum ríka okkum øll við merkisverdum gerðum

Flaggdagsrøða hjá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, á flaggdagshaldi, sum Eysturoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, flaggdagin 2016.

Góðu fuglfirðingar og eysturoyingar, góða samkoma!

Tað er hugaligt at verða boðin at halda røðu á hesi hugnaløtu, á hesum degi, har vit savnast um og fyri at hátíðarhalda Merkið. Flagg okkara alra.

Tað eru í dag 76 ár liðin síðani Merkið á fyrsta sinni varð viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga. 25. apríl í 1940 komu boðini frá bretska hersetingarvaldinum um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, og var hetta, sum kunnugt, fyrsta veruliga viðurkenningin av Merkinum.

Hóast Merkið ikki varð viðurkent fyrr enn í 1940, so hevði tað verið nýtt til ymisk høvi síðani 1919, tá Jens Olivur Lisberg og aðrir teknaðu flaggið.

25. apríl 1947 varð hesin dagur útnevndur til almennan flaggdag – og sostatt kunnu vit næsta ár hátíðarhalda 90 ára dagin. Og helst verður tað “same procedure” – vit savnast, vit syngja, vit tala, vit fegnast og vit eru errin av at vera føroyingar og at kunna savnast undir egnum merki.

Sjálv ynski eg, at Merkið á hvørjum ári skal veitra fyri einum rúmsháttum og fevnandi samfelag. Ella, sum skrivað stendur í samgonguskjalinum: “Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Hetta tryggjar sosialt og mentanarligt fjølbroytni, sum gevur trivnað og skapanarhug.” Og so er.

Øll eru vit føroyingar. Øll eru vit skapt við ymiskum evnum og førleikum. Øll eiga vit at hava ein heilt grundleggjandi rætt til at nýta førleikar okkara, og at innrætta lív okkara soleiðis, at vit mennast og trívast – og ikki minst, at vit av fullum huga bera nakað aftur til samfelagið og til felagsskapin. Tann felagsskap, vit øll eru partur av, sum borgarar í einum oyggjasamfelag, sum gevur okkum so ríkar møguleikar. Forðingar okkara liggja sjáldan í fjarstøðu og stødd, men aloftast millum oyruni og í óskrivaðum reglum, vit seta hvørjum øðrum at fylgja.

Nú vit eru stødd her í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vil eg dvølja við nøkur minni. Havi ættarbond ikki so langt hiðani – í grannalagnum kanst tú siga. Petra Samuelsen fødd Gregersen, omma mín, var úr húsunum fyri oman Oyruna í Syrðugøtu, og ein abbabeiggi mín, Berhard Samuelsen, giftist til Fuglafjarðar. Fuglafjørður hevur altíð hugtikið meg. Sum barn plagdi eg at fara við pápa at hyggja eftir fótbólti her norðuri, og tá ótu vit ofta døgurða – hósnarunga og kips – og fingu reyða sodavatn at drekka á Muntra. Tað er ikki sørt hugnaligt aftur at vitja á Muntra, eisini nú eini 40 ár ella væl so tað eru runnin, og framvegis kunna njóta súreplakøku við róma og súltutoy.

Minnist enn rama luktin, sum plagdi at liggja yvir bygdina, og ikki var eg gomul tá eg fyrstu ferð fekk at vita, at hetta var lukturin av pengum. Men, eisini sum vaksin havi eg javnan vitja hetta vakra pláss, sum jú í mangar mátar er ein middepil fyri bæði vinnulív og mentan.

Ein dáni í, at listafólk fáa íblástur, tá bergtakandi og tignarlig fjøll møta tær, hvaðar enn eygað leitar, og hvar andin frá býarlívi og virksomnum hondum, rennur saman við friðsælari náttúru. Myndir frá ikki færri enn fýra fuglfirðingum prýða veggirnar har heima, og tað er ein greið yvirumboðan, so okkurt er, sum er serliga lokkandi her.

Í køkinum og stovuni heima hjá okkum á Debesartrøð síggja beint oman á skipasmiðjuna, á Vágsbotn og Tinganes, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna og part av miðbýnum, við Havnar kirkju og klokkuni í torninum, sum hvønn dag minnir á, hvussu dýrmæt tíðin er.

Vit eru umgird av aldargomlum trøðum, har alskyns fuglur er farin at reiðrast, og har blómur og runnar vaksa eins væl og undir flógvum himmalhválvum. Útsýnið er – tó  at tað er ymiskt frá tykkara her – so kortini líkt á tann hátt, at tað er eitt ævigt listaverk, ið støðugt umskiftist.

Hav og himmal renna saman og skapa óteljadi litbragdi av bláum, gráum og grønum. Hetta spælir saman við reyðum, gulum og brúnum litum á húsum og tekjum. Eitt ovurstórt listaverk, sum ongan dag, onga løtu er hitt sama. Við hvørt hvítt og friðsælt. Við hvørt sólbjart og litríkt. Við hvørt grátt og dapurt. Og við hvørt bøla niða við einum glampandi risamána hongdur so lágt yvir hav, at tú ivast hvørt heimsins undirgangur skjótt mann raka?

Hetta útsýnið er ikki lætt at kappast við. Og kortini hongur ein málningur í stovuni, sum altíð eydnast at fanga fremsta uppmerksemi frá gestum okkara. Ein málningur, sum fáur fer framvið uttan at geva honum gætur og jalig orð við á vegnum.

Ein selloleikandi kvinna, sitandi á toppinum á manninum í Mansgjógv uppi í Blábjørgum, við Manhattan spríkjandi úr skallabeininum, ímeðan vindeygu stórbýarins speglast í andlitinum. Háhúsini vaksa úr dreymun tónleikarans, og renna eins og fossar omaneftir fjallasíðunum, ella rættari – eru sjálvir veggirnir í gjónni. Tónleikarin, sum situr omanvert Fuglafjørð, við Húsafelli og Borgini í baksýni, er kortini er stødd í New York. Var einaferð so heppin at ogna mær málningin á uppboðssølu hjá Javna.

Einki listaverk rakar so væl tann djúpa og inniliga tokka eg havi til hetta landið, tess fjøll, tess fólk, tess tónleikarar og listafólk, tess mentan, mál og ja, gerandislív við smáum og størri. Samstundis, sum málingurin eins væl rakar henda æviga útlongsul og trongd at sleppa burtur av og á, at sleppa at uppliva aðrar mentanir, at koma burtur úr leiklutinum sum ein øll kenna, og hvørva í stórbýarins vælsignandi anonymiteti, fjølbroytni og væntandi snævurskygni, sum tíverri av og á tekur hvørkrartak um okkum her heima, og forðar okkum at liva fult eftir egnum huga og evnum. Tí vit óttast kollektivu fordømingina, ella ikki at vera væl við øll, ella at detta úr tapetinum og síggjast ella hoyrast ov væl – ella okkurt annað, sum flestu okkara munnu hava kent í barmi so ella so gjøgnum lívið í hesum lítla, tó stóra samfelag.

Dagurin í dag er ognaður flagginum. Føroysku fólkasálini, sum millum annað verður skapað av listini.

Tað er jú í mentanini – í listini – at vit finna sannleikan um okkum sjálvi. Tann vakra sannleikan, tann mennandi og birtandi sannleikan. Men eisini tann avdúkandi, ráa og óunniliga sannleikan.

Tað er tá tú brádliga í dansinum, sum tú helt teg duga uttanat, vaknar og skilur boðskapin, sum gjøgnum kvæðini vórðu borin av mannamunni og fingu samleikan hjá einari tjóð at flóta gjøgnum ættarlið. Ella tá tú hyggur at málninginum, tú heldir teg kenna so væl, men brádliga varnast nýggj litbrá og øðrvísi skap. Og listin talar til tín, og fær teg at síggja tað, sum áður lá dult. Ella tá tónarnir lata dyrnar upp til loynirúm djúpt har inni, og tárini streyma, uttan at tú dugir at siga, hví júst hasin tónin, handan røddin ella hasi orðini vóru lykilin til innibyrgdu kenslurnar.

Meðan vit eru fangaði í einum materialistiskum maskuballi, so er tað ofta at listin klæðir okkum úr. Fær okkum áhaldandi at spyrja:

Hví? Hvørji eru vit? Hvat hevur veruligan týdning? Finst ein sannleiki um okkum sjálvi? Um heimin kring okkum?

Mentanin, listin, fær okkara kensluregistar í heilanum í sving. Og tað er bert gjøgnum kenslurnar, at vit kunnu finna fram til tað, sum veruliga er. Tann, sum letur aftur fyri tí kensluliga og byggir hugsanir sínar og gerðir bert á tað rationella, nærkast ongantíð sannleikanum.

Og soleiðs er við listini. Hon hugtekur. Hon øsir. Hon ávirkar, og í summum førum fær hon okkum at hugsa og handla – og í besta føri til gagns fyri onnur enn okkum sjálvi.

Tað var ikki av tilvild, at eg tók fram eitt listaverk hjá navnframa listamanni tykkara, Frits Johannesen. Farna hóskvøld var, sum tit vita, stór uppboðssøla í Reinsaríðnum í Havn. Frits vildi lata Sprotanum av sínum skaptu verkum, sum tøkk fyri ta stóru mentanarskapan Jonhard Mikkelsen og sprotafólkini hava latið okkum øllum. Og fólk bjóðaðu sum galið. Guldu væl meira fyri listaverkini, enn tey helst annars vildu gjørt – tí tey bæði vildu ogna sær ein vakran málning, men eisini lata sítt íkast til Sprotan og til listina. Tí allur innkomni peningurin fer óskerdur til listafólk, so vit fara at síggja enn fleiri flottar bókapermur ballaðar um føroyskar bøkur. Og soleiðis gjørdust vit øll ríkari av góðgerið hjá einum persóni.

Og hetta er kjarnan í einum samfelag, sum vil vera ríkt, men eisini eydnuríkt: Gjøgnum at lata fáa vit! Og gjøgnum at lata, skapa vit vøkstur og ágóðar fyri samfelagið og samanhald í felagsskapinum. Hetta Frits gjørdi er Merkisvert. Og fyri slíkum gerðum veittrar Merkið.

Og soleiðis gera kvinnur og menn gerningar, sum eru Merkisverdir, hvønn einasta dag. Summi lata áhaldandi, og gjøgnum eitt langt lív, nakað til felagsskapin. Tey eru kirkjutænarar, organistar, klokkarar ella samkomutænarar. Tey eru ítróttarvenjarar og ferðast land og ríki við børnum og ungdómi, at kappast og íðka og vera saman. Tey binda og bøta og lata klæðir og pengar til neyðstødd. Tey vitja gomul og óhjálpin, skipa fyri innsavningum, gera átøk at bøta um umhvørvið ella víga lív sítt til vísindina og til at granska og finna fram vitan, sum kann gera okkum øll vísari – og kanska fáa okkum at liva betri og longri. Tey terpa kvæðaørindi og skipa fyri barnadansi, at kveikja og bera arvin víðari. Tey halga lív sítt til listina, bókmentirnar, yrkisítróttina og frásiga sær nógv, fyri at kunna fylgja dreymi og huga, og bera okkum stórt ríkidømi, tó at tey sjáldan sjálvi gerast peningaliga rík. Tey luttaka í bjargingararbeiði, ella í nevndararbeiði í góðgerandi felagsskapum. Ogsfre ogsfre. Hetta er Merkisvert. Hesum fólkum veitrar Merkið fyri í dag.

Vit áttu at sett á stovn ein ítøkiligan almennan heiður, sum kann latast hesum fólkum, hesum kvinnum og monnum, sum nýta stóran part av lívi sínum – oftast ólønt og ósjálvsøkið – at ríka okkara felags samfelag. Hesi, sum , gera okkum errin sum tjóð og fáa okkum at føla okkum mentaði og land okkara framkomið og gott at liva og virka í.

Merkiksvert, ein heiður, eitt eyðkenni fyri mentan og land okkara. Og tó at tað bert verða tey, sum gera okkurt heilt serstakliga merkisvert – sum fáa heiðurin at hanga á bringuna ella um hálsin –  so liggur tað á hvørjum einstøkum okkara at bera til felagsskapin, og harvið gerast Føroyar so øðiliga nógv ríkari.

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.

Einki Merkið hevði veittrað í dag, uttan at føroyingar tóku tøk fyri at
vinna flaggi okkara pláss, so tað kundi gerast eitt tekn fyri samleika okkara og land okkara.

Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,

Hátíðarhaldini eru ikki bert í Vestmanna, Runavík, heima á Sandi, á Tvøroyri, í Fuglafirði og Fámjin – ja kring alt landið. Flaggdagurin verður eisini hildin í Reykjavík, í Keypmannahavn, í Bryssel og London og munnu ikki føroyingar í New York, París, Milano ella Bejing so ella so hátíðarhalda flaggið í dag – um ikki annað so inni í hjartanum? Føroyingar, sum ímynda sær hetta:

síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.

Flaggstríðið var og er ein týdningarmikil partur av søgu okkara. Søgan, sum enn hevur so nógv at siga okkum, at læra okkum. Í dag kann tíbetur eingin ímynda sær, ikki at sloppið at kent tað ómetaligu felags gleði, tá Merkið verður vundið á stong og tjóðsangurin ljómar, tá eitt av okkara dugnaligu ítróttarfólkum trína á sigurspallin – eitt nú til oyggjaleikirnar ella aðrar kappingar.

Og hvør kennir ikki hjartastreingirnar spenna, tá ein sær Merkið veittra millum onnur fløgg úti í heimi? Eins og vónbrotið er stórt, tá einki føroyskt flagg er at hóma millum hini – soleiðis sum støðan jú eisini mangan er.

Góða samkoma. Fyri eina tjóð sum okkara, hevur Merkið ófrásigandi stóran týdning. Hóast vit á hvørjum ári kunnu fegnast um og hátíðarhalda flaggdagin, so er flaggstríðið ikki av.

Hvønn dag eiga vit at leggja orku í at gera vart við land okkara. Hetta tí, at heimurin í dag er knýttur í ein sínámillum treytaðan felagsskap. Og í hesum felagsskapi mugu vit vera virkin og vera sjónlig. Flagg okkara er eitt týðandi amboð at vinna land fyri føroyskari mentan, vinnulívi, ítrótt – og ikki minst vinna okkum altjóða rættindi og uttanríkispolitiska ávirkan.

Flaggstríðið er vunnið tann dag, tá vit uttan forðingar kunnu vinda flaggið á stong kring allan heim – sum Merkið hjá tjóðini, hjá landinum, Føroyar.

Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinn avstað.

(Hans Andrias Djurhuus, 1920)

Framhaldandi góðan flaggdag og takk fyri!
Bjørt Samuelsen

25. apríl 2016

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad