Lýsing

Verða greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin?

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

 

Fyrispurningur um greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1.      Metir landsstýrismaðurin, at § 4 í kunngerð um stuðul til landbúnaðin, ið snýr seg um mvg-afturbering fyri vinnuliga framleiðslu av seyðakjøti, er nóg greitt orðað?

2.      Hvussu stórur kann munurin vera ímillum ár, har stórur partur av mvg-num verður afturborðin, og har lítil partur verður afturborðin?

3.      Metir landsstýrismaðurin tað vera nøktandi, at bøndur, sum liva – ella royna at liva – av framleiðslu av seyðakjøti, ikki greitt vita, hvat teir kunnu rokna við í mun til stuðul?

4.      Metir landsstýrismaðurin, at stuðulin til vinnuliga framleiðslu av ymiskum búnaðar­vørum – til dømis framleiðsla av mjólk og seyðakjøti – í størri mun átti at verið javnsett?

5.      Metir landsstýrismaðurin, at stuðulin, í hesum føri afturbering av  mvg, eisini eigur at fevna um aðra landbúnaðarframleiðslu, so sum grønmeti?

 

Viðmerkingar:

Samgongan hevur sett sær fyri at orða ein framskygnan landbúnaðarpolitikk, at stimbra størri og fjølbroyttari framleiðslu av føroyskum matvørum og at dagføra verandi landbúnaðarlóggávu. Eitt amboð at røkka hesum er at tryggja, at tann stuðul, sum verður latin landbúnaðinum, í størstan mun stuðlar undir tey mál, ætlanin er at seta.

 

Stuðul til landbúnaðin er ásettur í lóg um landbúnaðarstuðul og í kunngerð. Í kunn­gerðini er millum annað ásett, at stuðul kann veitast til vinnuliga framleiðslu av mjólk, neytakjøti og seyðakjøti. Men, ásetingarnar fyri ymiskar framleiðslur eru ikki eins. Fyri seyðakjøt stendur í § 4 m.a, at: “Studningur til seyðakjøt er ein heilt ella lutvís afturbering av goldnum MVG fyri selt seyðakjøt. (….)  Búnaðarstovan ger eina meting av játtanini í mun til væntaðar umsóknir í árinum. Endalig uppgerð verður gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. (….) “.

 

Við hesi orðing er ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, í hvønn mun roknast kann við afturbering av mvg. Í einihvørjari vinnu er umráðandi at kenna fíggjarliga grund­arlagið, sum roknast kann við.

 

Stórur áhugi er fyri at framleiða grønmeti í Føroyum. Men henda framleiðsla er ikki fevnd av omanfyrinevndu lógarásetingum um stuðul til landbúnaðin.

 

 

Á Løgtingi,  13. oktober 2015

 

Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad