Lýsing

Vel einar sterkari, ríkari og bjartari Føroyar!

Góði veljari. Undir øllum mínum politiska arbeiði liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi og mátti, sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði hjá tí einstaka, hjá vinnuni og hjá tjóðini.

Samhaldsfesti – tað at vit taka okkum hvør av øðrum, og tolsemi – tað at vit rúma ymiskleikanum – er ein sterk grund undir einum væl virkandi og trivnaðarríkum samfelag. Tað byrgir fyri, at gjáir millum samfelagbólkar laða samfelagið sundur. Og tað fremur eitt samfelag, har øll kenna seg hoyra til, fáa møguleikan at nýta givin evni og geva sítt íkast. Tí er samhaldsfesti eisini góður búskaparpolitikkur.

Vinnpuolitikkur, grøn orka og heilsupolitikkur hava fylt nógv í politiska arbeiði mínum hetta farna valskeið, umframt umhvørvi, list og mentan, sum fáa alt ov lítla rúmd í politiska rúminum. At vera við til at skapa eitt lestrarumhvørvi við fjølbroyttum útbúgvingum og góðum bústaðarmøguleikum, liggur mær eisini á sinni. Og so haldi eg tað vera serstakliga umráðandi, at vit venda kikaranum og síggja møguleikarnar fyri vøkstri og trivnaði, eisini í útjaðaranum og á útoyggj, heldur enn bert at síggja avbjóðingarnar. Tí tess størri part av landinum, vit útbyggja og fáa at spretta, tess meira veksur land okkara.

Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd! Fá lond hava fingið so stórt ríkidømi borið í lógvarnar, sum vit.

Men, tað skulu ikki bert vera tey heilt fáu, sum fáa lut í ríkidøminum. Nógv kann gerast betri, enn tað, sum gjørt hevur verið politisk seinnu árini. Og eg havi stórt álit á framtíðini. Tí, megin at lyfta land okkara framá og skipa eitt sjálvstøðugt land, sum kann virka á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond – hon býr í Føroya fólki!

Tá fólkið tekur fulla ábyrgd og setir fokus á møguleikarnar – er framtíðin bjørt!

Gott val, við lista E!
Kærar heilsanir
Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad