Lýsing

Fyrigeving og Sjórnarskifti

Valstríðið er ein serlig tíð fyri politisku flokkarnar og tess limir, nú er gjørligt at koma til valdið, bæði sum flokkur og einstaklingur. Vit hava flest øll valevni verið úti fyri ymiskum herverki á plakatir, og eg haldi ikki at vit skulu jamra um hvussu synd tað er í okkum sjálvum, tá vit eru so sjálvglað at bjóða okkum fram. Tá eg var 17 skræddi eg eina fólkafloksplakat niður av einum manni, eg ikki kendi, og eg teknaði yvirskegg á ein, eg heldur ikki kendi. Eg var ikki fólkavaldur tá, so eg kundi ikki sigast úr starvi. Tað var sikkurt nakað verri nakað.

Tað verður onkuntíð ført fram at ungdómurin er ikki nóg áhugaður í politikki. Tja, kanska vandalisman er eitt úttrykk fyri tí virðing summi hava fyri politisku myndugleikunum, kanska politiska skipanin ikki hevur nóg stóran áhuga fyri ungdóminum. Livst so spyrst.

Eg fyrigevi persóninum Kaj Leo, og um onkur annar samgongulimir hevur biði um umbering so eru tey eisini fyrigivin. Tað merkir bara ikki annað enn tað. Tað merkir ikki at samgongan skal sleppa at royna seg umaftur. Politikkurin hjá samgonguni skal ikki endurtaka seg, og við hesum politikki eiga teir at fara til hús og gera eitthvørt teir eru betri til.

Hvar er landsbankin ? Hví taka eina milliard frá okkara børnum við forskatting av pensjónum, hví geva teimum ríku fløtaskúm omaná ísin, meðan restina av fólkinum stendur við tómaru vaflu ? Hví samtykkja avlurtingarpakka, loyva at persónsupplýsingar verða goymdir hjá útlendskum fyritøkum, hví ikki hjálpa teimum í fátækraváða og so mangt annað. Nei tú, tak ímóti fyrigevingini, hon er persónlig, og lat so okkum koma framat.

Vit treingja til at lufta út í politisku skipanini, endurreisa álitið á skipanina, gevast við at stjala úr framtíðini, umfordeila betur, fáa valdið aftur á egnum upplýsingum, stimbra føroyska fólki og mentan so vit kunnu siga við okkara børn, at vit ikki hava tómt sparigrísin. At vit styrktu og bygdu hettar ríka land.

Set X við Emil Hermansen
Tjóðveldisvalevni

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad