Nýggj ferja og nýggir møguleikar

Tað var hugaligt at vera í Royndarhúsinum, tá ið nýggja ferjan til Nólsoyar var løgd fram. Leingi hevur verið arbeitt at dagføra trygga og álitandi farleið um Nólsoyarfjørð og haldi eg, at hendan ferjan hevur nógv gott.

Umboðið fyri Knud E. Hansen legði greitt fram tekningar og ymsu atlitini felagið skuldi taka, tá teir fingu uppgávuna at tekna nýggju ferjuna. Hetta var í 2013 og tá varð einki nevnt um prís á 50 mió. kr. Tí verður spennandi at frætta hvat tilboðini fara at ljóða uppá, nú boðið verður út. Vónandi verður ikki politiskt spæl um sparingar, ið hevur víst seg í øðrum verkætlanum.

Standferðslu-umboðið fekk tíanverri ikki svarað í hvønn mun Strandfaraskip Landsins hevur í huga at gagnnýta nýggju ferjuna, at sparingarnar í rakstri fara at hava við sær fleiri túrar. Nýggja ferjan hevur við sær at spardir verða tveir mans. Manningin umborð á Ternuni telur 6, meðan nýggja skipið krevur manningatal á 4.

Støddfrøðisliga er lætt at rokna seg fram til, at tríggjar manningar við nýggju ferjuni, er nett sama tal sum tvær manningar á Ternuni. Við hesum í huga, kann ferðaætlanin betrast munandi uttan eyka manningarløn. Hugaligt hevði verið at sæð útspæl um nýggja ferðaætlan við fleiri túrum. T.d. hevði túrurin kl. 9:30 komið væl við og ofta hevur ynski verið sett um ein túr seinni enn kl. 22.

Undan fundinum bar eg fram ynski, at nýggja ferjan leggur at heima í bygdini. Hesi orð havi eg somuleiðis borið fram í Kringvarpinum og Rás2, men tíanverri er eingin reaktión komin frá Tórshavnar kommunu enn. Eitt framlítandi útspæl frá økisnevndini og Tórshavnar Havn kundi verið grund undir politiskari handling.

Strandferðslan og Knud E. Hansen meta at byggitíðin er 18 mánaðir. Tí er átroðkandi beinanveg at kanna hvørjar broytingar skulu gerast, at ferjan fær nýggja atløgu: Hvar skal smábátaplássið verða? Hvussu nógv skal dýpast? Hvussu langt út skal skráin til rampuna stoypast?

Vit hava nú møguleikan at grundgeva fyri ynskinum at nýggja ferjan leggir at heima í bygdini. Fyrsta eg havi í huga er, at tað skapar lív og hugnað, at lagt verður at undir Kunningarstovuni – hetta er samstundis besta móttøka fyri útlendskum gestum. Eg hugsi at fólk fara at leita oman á keiina, tá ið ferjan er her – at taka ímóti gestum, fylgja gestum avstað ella bara av áhuga og forvitni. Samstundis sum vaksin soleiðis leita oman á keiina, verður eisini tryggari hjá børnum at verða á keiini og í fjørðuni.

Tórshavnar Havn hugsi eg eigur fyriskipanina av bestu av- og áskipan á keiini. Uppskot mítt er, at bilraðið til ferjuna, stendur frá keiini norður móti kirkjuni og síðani niðan brekkuna norðan fyri Kongsstovu. Bilar, ið koma til Nólsoyar fara høgligast eystur móti Pakkhúsinum og út á Veg – eins og farmurin til Matvørubúðina. Fólk til og frá ferjuni kunnu tá ganga í frið undir Heiðursportrinum.

Eg gleði meg til nýggja ferjan kemur í sigling og eg seti álit mítt á avvarandi mynduleikarnar at nýggj atløga verður skipað í krókinum undir Kunningarstovuni.

 

Jákup av Skarði

Flaggdagin 2015

 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad