Lýsing

Lítlan skattalætta – ella brúka skattapengarnar betri?

Við øllum tí, vit bjóða borgarum okkara, krevst nakað av skatti. Men hvussu nógv? …og til hvat? Hvussu kunnu vit leggja greiðar linjur, hvussu raðfest er, heldur enn at lova upp í saman?

Eg loyvi mær at standa á báðum beinum, heldur enn at leypa á vognin at lova skattalætta. Sleppi eg at umboða teg í býráðnum, fari eg at leggja orkuna í at nýta hvørja einastu skattakrónu sum best – eisini til tín tørv.

Vit hava innbjóðandi miðbý og hampiliga góða bussleið. Vit hava góðar ansingarstovnar av ymsum slag og nógvar ymiskar og góðar skúlar. Vit hava ung í arbeiði og ógvuliga ruddiligt umhvørvið. Vit hava tilboð til tey eldru og fleiri góð felags øki.

Um vit “leypa á vognin” at kommunuskatturin skal lækka 1%, so mangla einar 34 milliónir í húsarhaldinum.

Eg haldi tað ikki vera rætt at strika so stóra inntøku í einum høggi. Vit mugu minnast til, at námsfrøðingum eru lovað fyrireikingartíð (fyri góða ½ millión) og vit eiga at hjúkla um borgarar í øllum aldri. Afturat øllum byggingum, er langhylurin eisini á skránni. …og hvussu við musikkskúlanum?

Eg kundi hugsað mær at “húsarhaldið” eisini raðfesti bussleiðina. Lat bæði næmingar og kvøldskúlanæmingar sleppa at nýta bussin til og frá, um tað er úr Kollafirði, úr Kaldbak, úr Kirkjubø ella av Velbastað. Eg haldi borgarin eigur at kunna nýta bussin at fara til arbeiðis, í skúla, til frítíðarítriv, venjingar, svimjihøll, í kirkju og á møti.

Eg kundi hugsa mær, at vit høvdu sjey eins buss-dagar. Kunnu vit byggja upp álítandi busskipan, har fleiri borgarar velja bussin fram um bilin – og lættliga sleppa runt í kommununi, tá eru vit komin langt, bæði við grønari hugsan og vit lættari ferðslu.

Hyggja vit nærri at øllum húsarhaldinum, eiga vit at byggja langhylin og musikkskúlan sum felags útreiðslur. Vit eiga eisini at raðfesta gongubreytirnar og súklubreytir. Men vit mugu eisini hyggja at asfaltinum uttanfyri miðbýin og inni í ymsu býlingunum!

Í komandi valskeiðið, haldi eg, at vit skulu betra um tey frálíku tiltøk kommunan bjóðar og vit skulu viðlíkahalda vøkru kommunu okkara.

Í einum sunnum húsarhaldið, hava øll okkurt at takast við. Tí hugsi eg eisini, at vit eiga at kunna seta meira orku til “Ung í arbeiði”. Loyva vit ungu borgarunum at vinna sær pening, meðan tey halda við líka og fríðkað um í allari kommununi, í býnum og á bygdum, fara tey heilt víst at gerast upp aftur betri við bústaðin og kommununa sum heild.

Lat okkum fremja átøk, ið styrkir okkara identitet og alsk til Tórshavnar kommunu.

Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:

Opinleiki

Svimjihylur og heitir pottar

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Tyrlupallur

 

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad