Lýsing

50 m hyl og heitar pottar!

Sjálvsagt skal høvuðsstaðurin hava best møguligu umstøður til svimjing, trivnað og venjing!

Svimjihøllin er savningarstað fyri trivna, prát, venjing og avslapping. Eg fegnist um arbeiðið, ið starvsfólkini í svimjihøllini fremja at hjúkla og betra um tilboðið til øll tey vitjandi.

Tað hevur leingi ligið í kortinum, at langhylur skal byggjast í Havn. Onkuntíð hevur hann fingið pláss á keiini, men tað er sjálvsagt fyri mær, at langhylur skal byggjast uppí svimjihøllina, har starvsfólk og tøkni longu eru.

Søguliga gongdin úr opna svimjihylinum, har Badmintonhøllin er, til svimjihøllina vit kenna í dag, eigur í hesum valskeiðinum at byggjast út til í hvussu er at fevna um 50 metra-hyl, ið gevur svimji-ítróttini nógvar fyrimunir.

Best hevði mær dámt, at tey vitjandi eisini kundu stuttleika sær í skreiðibreyt og damla í heitum pottum. Kanska kunnu vit standa saman og gera ein vørr? Tað er í hvussu er týdningarmikið, at vit øll kenna okkum væl  – og trygg – í vatni.

Um vit skunda undir, at Hitafelagið setir upp støð nærhendis Gundadal og nýta hesa avlopsorku at hita vatnið, eigur hetta at muna væl í rakstri. So er bert eftir at samskifta við starvsfólkini um hóskandi útbygging.

Men! Tað krevur, at Tórshavnar kommuna fær gongd á! Sleppi eg í býráðið 8. november 2016, ætli eg mær at arbeiða fyri svimjihøllini, langhylinum og øðrum ábøtum.

Eitt annað í projektinum er, at vit eisini eiga at hugsa um ferðsluna. Tað kann vera torført at sleppa framat við bili og at seta bilin frá sær, tá ið tiltøk eru í ymsu hallunum í senn. Men um vit hugsa okkum eina einvegis gjøgnumkoyring, so eigur hon at kunna verða teknað inn samstundis sum arkitektar snikka høllina til.

Trygg ferðsluviðurskifti eru alneyðug, tí mong fara til gongu ella á súkklu til vallir og hallir í Gundadali og skulu tey kenna seg væl, mugu vit skipa bilferðsluna samstundis. Vit mugu skipa gongu- og súkklubreytir, eisini í Gundadali.

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði

 

 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad