Lýsing

Ferðaseðlaskipanin – opið bræv til Strandferðsluna

Nú nýggj ferðaseðlaskipan er sett í verk, loyvi eg mær at skriva nøkur orð – kanska okkurt kann nýtast at bøta um? Eg havi frætt, at fundur var í Suðri hósdagin 19. juni 2014, har ferðaseðlaskipanin var eitt mál, umrøtt varð, men eg rokni ikki við at tað verður nøkur kunning frá SSL.
 
Eg haldi besta skipanin er, at vit keypa ferðaseðlarnar umborð "í kioskini" – eins og við Smyrli. Tí tá er einki bíðirað á rampuni, loyst verður stundisliga og tað er "betryggjandi" fyri nógv, at onkur av manningini er sjónligt millum ferðafólkið. Teir kunnu fyri tað telja á dekkinum, at vita um vit eru ov nógv.
 
Nú vit skulu gjalda báðar vegir, gjørdist eitt sindur bíligari at ferðast – og tað er at gleðast um. Men, um ætlanin bert var at tað skuldi verða bíligari, so kundi tað verið gjørt, uttan tó at gera skipanin dupulta. Í hesi dupultu skipan, skal eisini havast í huga, at dupult so nógvir ferðaseðlar skulu prentast. Kanska rullurnar ikki eru tær dýrastu, men tað er so ein eykaútreiðsla í pappíri og prenti.
 
Ein trupulleiki higartil er, at Ternan hevur ikki tíð at steðga í Nólsoy og tískil má Ternan nú seta ferðina upp, um arbeiðsfólkini ikki skulu møta ov seint til arbeiðis. Verður hetta gjørt, verður sjálvsagt meira brennievnið nýtt og talan verður tí bæði um størri útreiðslur, og eisini um meira dálking. Var møguleiki at keypa ferðaseðil uppi í salongini, kundi hetta verið gjørt meðan siglt varð – bæði um talan er um dupulta skipan ella “gomlu” skipanina, so var ikki neyðugt at seta ferðina upp, ella at broyta ferðatíðirnar.
 
Er nýggja skipanin sett í verk, tí fólk ferðast við øðrum skipum til Nólsoyar, fyri síðani at sigla ókeypis aftur til Havnar, so eigur at bera til at nýta somu skipan sum umborð á Smyrli: Lat manningini ferðaseðilin, tá ið farið verður í land. 
 
Lat meg bara leggja afturat, at skipanin við Smyrli enn er, at goldið verður bert norður. T.v.s., at tað ber til at sigla ókeypis suður og síðani á annan hátt at fara norður aftur – við tyrlu ella skjóttgangdi báti.
 
Eitt stórt stig inn í gerandisdagin er, at nú kann rindast við gjaldskorti. Men… Net-sambandið til kortlesaran er ikki nóg gott og tískil gongur ein løta við hesum og tað seinkar sjálvsagt søluni/bíðiraðnum. Eg hugsi mær at hesin trupulleikin varð loystur, um sølan var í salongini, heldur enn á bildekkinum. Tó at netið ikki arbeiðir skjótt, hugsi eg tað er eitt vet skjótari har enn á bildekkinum.
 
Um nú ferðaseðlarnir vórðu seldir í salongini, har kioskin fyrr var, hevði ein síðuvinningur verið, at onkur av manningini var til staðar millum ferðafólkini. Sum er, er alt ov sjáldan, at manningin er sjónlig, eisini í keðiligum veðrið. Hetta kundi havt við sær, at ferðandi kendu seg tryggari.
 
Góðu tit í Strandferðsluni. Hendan nýggja skipanin skal kanska “koyrast til”, men fløskuhálsurin verður tann sami, óansæð hvussu væl manningin dugir at nýta nýggju tólini. At standa í bíðirað á rampuni í Nólsoy, ein illveðursdag, er ikki besta byrjanin til arbeiðsdagin. 
 
Tí skjóti eg upp, at tit lata manningina telja tey ferðandi, á dekkinum/rampuni, men flyt ferðaseðlasøluna upp í fyrrverandi kioskina – og, um neyðugt, lat ferðafólkið handa manningini ferðaseðilin, tá ið farið verður í land.
 
…kanska Strandferðslan sær onkrar møguleikar afturat, um ferðaseðlar verða seldir í “kioskini”, undir liðini á kaffimaskinuni?
 
Við bestu ynskjum um góða og trygga farleið um Nólsoyarfjørð.
 
Jákup av Skarði
 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad