Lýsing

Bátadráttur: Trygd og arbeiðsmøguleikar

Í arbeiðinum at fáa til vega hóskandi bátadrátt í Nólsoy, eiga vit at hava í huga trygd og arbeiðsmøguleikar.
Verandi bátadráttur í Nólsoy er ikki nýtiligur. Besta loysnin er at gera bátadrátt, eins og drátturin í Álakerði. Talan er um dupultan drátt, ið hóskar til smærri og størri bátar.
Mátingar eru gjørdar og verður drátturin í fíggjarkarminum í 2017, ber til at byggja bátadráttin á sumri 2017.
Tað hevur skund at fáa bátadráttin, tí Nólsoyar Bjargingarfelag arbeiðir við at útvega bjargingarbát, ið stendur á vogni. Báturin verður best flotaður á sama hátt sum í Álakerði. Við hesum báti og hóskandi bátadrátti, eru nólsoyingar væl við í tilbúgving – bjarging og venjing.
Drátturin eigur at verða staðsettur í krókinum á veg út á Klivar – og “peika” út móti innsiglingini. Tá er lætt at draga og flota bát, og stutt er at seta bátin á hóskandi stað úti á Klivum, at vaska og rigga til.
Í komandi ári verða oljutangarnir tiknir burtur og tá verður stórt pláss tøkt, ið hóskiligt er at arbeiða við bátum. Ruskplássið er beint við og lættir hetta eisini um, tá bátar verða riggaðir til.
Harafturat kann bátadráttur, ið gevur møguleika at draga smærri og størri útróðrarbátar, hava við sær, at ávísur aktivitetur verður av bátum aðrastaðni frá. Hetta fer at skap lív í og helst sæst eisini okkurt aftur í sølu í handli og aðrastaðni.
Góðar hendur eru í Nólsoy. Eg rokni við, at bátaeigari kann fáa góða hjálp at seta í stand, um talan er um bátin, motorin og tól av ymsum slag.
Vón mín er at sitandi býráð tekur bátadráttin við í fíggjarkarmin fyri 2017, at Tórshavnar Havn – saman við politikkarum, økissamskiparanum og Nólsoyarnevndini – kunnu seta arbeiði í gongd.

Jákup av Skarði

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad