Lýsing

Tað dregur á luftina um grønu umhvørvisvinarligu Tórshavnar kommunu

 

Arbeiðið við hesi stóru nevndini hevur ikki gingið so væl sum ætlað, og nú býráðið hevur skipað seg við meiriluta og minniluta, avgjørdi meirilutin at venda aftur til tríggjar nevndir, Byggi- og býarskipanarnevndin, Tekniska nevnd og Umhvørvisnevnd.

 

Hesum tók Tjóðveldi eisini undir við, men skeyt eg upp á býráðsfundi, at meira hóskiligt var at nevna Umhvørvisnevndina fyri Náttúru- og umhvørvisnevndin, tá ið nevndin eisini skal umsita náttúru og frílendi. Hesum tók meirilutin undir við og býráðið samtykti. Líka so nógv, sum eg gleddist yvir hetta, líka so hørm gjørdist eg, nú meirilutin í býráðnum hevur slept ætlanini um at brúka sjóhita til at hita gamla Saltsølubygningin við, ið býráðið hevur samtykt at endurnýggja fyri tíggjutals milliónir.

 

Royndirnar við sjóhita frá Boðanesheiminum eru ómetaliga góðar, og sum skilst, so er avlopshitin so mikið nógvur, at borið hevði til at hitað fleiri bygningar upp við somu skipan. Tað verður eitt av málunum eg fari at taka upp í Náttúr- og umhvørvisnevndini; tað at fáa kannað møguleikarnar og kostnaðin fyri at hita røktarheimini omanfyri Boðaneshamarin við sama sjóhita.

 

Men sigast má, at hugstoytt var tað á býráðsfundinum hóskvøldið, tá ið góða og framskygda ætlanin at hita stóra Saltsølubygningin við sjóhita soleiðis bara við einum pennastroki varð spard burtur, av tí einfaldu orsøk, at samlaði kostnaðurin fyri høvuðsumvælingina gjørdist meira enn ætlað. Her vóru ongar framrokningar av rakstrarútreiðslum, kostnyttukanningum ella annað fyri hendi, sum kundi laðað uppundir avgerðina.

 

Salsølubygningurin á Vestaru bryggju skal hýsa virksemi, ið hevur samband við sjógvin, og ætlanin er at hýsa nýskapandi og frameftirhugsandi virksemi. Bygningurin verður innrættaður soleiðis, at hann kann brúkast til ymiskar tørvir, og til fleiri smærri og kanska onkra miðalstóra fyritøku. Treytin er tó, at fyritøkurnar í høvuðsheitum skulu arbeiða við sjóvinnu og menning av hesari. Talan er um eitt íverksetarahús við tí høvuðsaðalmáli at skapa eina samanrenning millum sjógv og nýhugsan. Eftir mínum tykki eigur høvuðsstaðarkommunan at ganga fremst í nýskapan og tora at váða og flyta mørk. Við at nýta sjóhita í hesum gamla og stóra bygningi hevði verið ein uppaftur størri politiskur boðskapur um, at her er talan um veruliga nýhugsan og íverksetan.

 

Tórshavnar kommuna við borgarstjóranum á odda hevur luttikið á fleiri altjóða tiltøkum, har borðreitt hevur verið við fleiri umhvørvisvinaligum tiltøkum og loysnum, t. d. upphitingin av Boðanesheiminum við sjóhita, gjaldfríu Bussleiðina og týðandi arbeiði við góðkenning av spillivatnsætlanum. Grønu loysnirnar hjá Tórshavnar kommunu hava m.a. givið íblástur hjá øðrum norðurlendskum høvuðsstøðum og ætlanirnar vórðu eisini vístar fram á stóru altjóða umhvørvisráðstevnuni í Rio de Janiero. Men við nýggja meirilutanum eri eg stúrin um, at grønar umhvørvisvinarligar loysnir skjótt eru ein farin tíð.

 

Men tó livir vónin enn í mær, um at býráðslimir fara at hugsa seg um enn einaferð og fara at koma aftur í býráðið við málinum. Tí hóast alt, so glógvaði neistin í nøkrum teirra á býráðsfundinum, sum talaðu fyri sjóhita og sum eisini tóku undir við mínum soljóðandi broytingaruppskoti, sum tíverri fall; “Mælt verður til, at bygningurin burturav verður upphitaður við sjóhita, og at málið verður beint aftur í Vinnunevndina til at útvega neyðuga fígging.”

 

Nýggja Náttúru- og umhvørvisnevndin skal fyrisita mál, ið sambært lóggávu, kunngerðum og reglum um umhvørvisvernd og fyriskipanum eru løgd undir kommununa, og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. Nevndin fyrisitur eisini málsøkini náttúra, umhvørvi, frílendi, framtíðar orka, umhvørvismál v.m.

 

Tað verður spennandi at fara til verka í nýggju Náttúru- og umhvørvisnevndini, tí hóast nógv gott er gjørt og avrikað seinastu tvey valskeiðini, so er ivaleyst at tríva í, og nógv liggur eisini á láni. Haldi, at tað er ein framíhjárættur at hava høvið til at arbeiða framímóti at gera kommununa til eitt enn betri náttúru- og umhvørvisvinarligt stað, sum vit við stoltleika eiga at kunna lata úr hondunum til næsta ættarliðið.

 

Við náttúru- og umhvørviskvøðu

 

Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi

 

 

 

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad