Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um heilsuverkið, og nógvar óhepnar útmeldingar frá landsmyndugleikunum hava skapt órógv og ótryggleika, bæði hjá sjúklinginum og teimum, sum virka innan heilsuverkið, og tað er ikki uttan grund.
Tí má tað sláast fast við tíggju tumma seymi, at tey verandi trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu verða varðveitt, við greiðum uppgávubýti, soleiðis at tey aftur fáa umstøður til at halda fram við menningini av sjúkrahúsverki okkara.
Tað er ein fongur fyri allar Føroyar at hava so væl virkandi sjúkrahús, sum vit í dag hava. Tí er tað okkara skylda at fara væl um hetta so týdningarmikla málsøkið, so gangast kann hond í hond við fyrimyndarligum samstarvi, sjúklinginum til besta.
Stríðið má fáa ein enda
Tær áhaldandi og afturvendandi hóttanirnar frá sitandi landsstýrisins síðu ímóti verandi sjúkrahúsum smildra ta konstruktivu samskipan, ið er so alneyðug. Verandi stýring nørir bara um misálit og misskiljingar, sum eru við til at smildra samstarvið millum sjúkrahúsini.
Hetta stríðið um sjúkrahúsini er ótolandi.
Nei, latið okkum venda aftur til eina trygga og stabila politiska stýring, soleiðis at sjúkrahúsverkið kann skapa tryggleika kring alt landið.
Sjúkrahúsini tørva eitt greitt uppgávubýti, har sjúklingurin verður settur í miðdepilin. Peningurin má brúkast so skynsamt og miðvíst sum gjørligt, og neyðugt er javnan at eftirmeta, um effektiviteturin er í hásæti.
Sjúkrahúsini samstarva væl
Hóast tað øvugta verður ført fram av fleiri, so vita vit frá fakfólkum í sjúkrahúsverkinum, at sjúkrahúsini í dag samstarva væl sínamillum. Leiðslurnar fyri sjúkrahúsini møtast regluliga, eisini saman við landsstýrismanninum, og eisini virka fleiri tvør¬gangandi nevndir, ið eru mannaðar av fakfólkum úr øllum sjúkrahúsunum.
Nøgdsemis kanningar vísa eisini eitt nakað betri nøgdsemi við føroyska sjúkrahúsverkið, enn tilfeldið er í eitt nú Danmark.
Tí er rætta leiðin at víðarmenna hetta samstarv, samstundis sum vit varðveita verandi skipan við fleiri sjúkrahúsum, sum gevur eitt slag av kapping innanhýsis millum sjúkrahúsini, tí hetta motiverar tey til at gera sítt ítarsta og fáa mest møguligt burturúr.
Vit kunnu missa meira fyri minni
Mær kunnugt verður gjørt eitt gott arbeiði á øllum trimum sjúkrahúsum, men av góðum grundum kenni eg best Klaksvíkar Sjúkrahús, sum altíð hevur verið og framvegis er eyðkent av góðari tænastu, heitari umsorgan og einum fleksibiliteti, sum bara eitt sjúkrahús av slíkari stødd megnar. Eg kann tí bert geva teimum mítt besta viðmæli, sum eisini framgongur av teimum nøgdsemiskanningum, sum gjørdar eru.
Tað hevur so stóran týdning, at tey sjúku og teirra avvarðandi fáa best møguliga viðgerð og umsorgan. Tí má forðast fyri, at broytingar verða gjørdar, har vit missa meira fyri minni.
Steinbjørn O. Jacobsen
Tjóðveldi
Vit skulu varðveita tey trý sjúkrahúsini
18 October 2011