Vit eiga eitt sera reint havøki kring oyggjar okkara, har heimsins besti fiskur heldur til – eitt fiskiríkidømi, sum vit hava ræði yvir.
Tí er tað so týdningarmikið, at hesin fiskur í mest møguligan mun kemur um føroyskan bryggjukant og verður virkaður í Føroyum.
Tað kann ikki vera rætt, at vit flyta stórar nøgdir av hesum tilfeingi ótílvirkaðar av landinum.
Makrelurin í føroyskum sjógvi
Makrelurin gav flestu skipum og manningum væl av inntøku, og hevði verið skilabetur atborið, høvdu kanska hundraðtals milliónir krónur meira komið bæði til skip, manning, løntakarar annars og føroyska samfelgnum tilgóðar.
Men sigast má, at hetta hepnaðist ikki so væl, sum tað átti, og tí mugu vit til komandi makrelsesong læra av gjørdum mistøkum.
Longu nú eigur vinnan at búgva seg út til at taka ímói øllum makrelinum frá føroyskum skipum, sum síðani fáa møguleikan at landa um føroyskan bryggjukant, har fleiri fiskavirki mugu verða klár at taka ímóti og góðska vøruna so nógv sum gjørligt, áðrennn útflutt verður.
Hetta fer at geva mongum arbeiði her á landi, samstundis sum land og kommunur fáa ágóðan av goldnum skatti.
Jú, Føroyar hava eitt hav av møguleikum, sum vit eiga at troyta til fulnar. Hetta hevði bøtt munandi um búskap okkara og hevði gjørt okkum minni heft av øðrum.
Steinbjørn O. Jacobsen
Tjóðveldi