Eg ynski í stuttum, at taka fram tveir bólkar í okkara samfelag, harav í øllum førum annar vanliga ikki fær ta nógvu umrøðuna í miðlunum.
Svarið upp á hesar spurningarnar er sjálvandi meira fjøltáttað enn so, tí tað er sjálvandi ikki bara ein samfelagsbólkur, sum skapir virðini her á landi – vit hava jú so nógv brúk fyri hvørjum øðrum, og uppgávurnar her í samfelagnum eru so nógvar og ymiskar.
Uttan mun til, hvussu vit kenna okkum, so hevur samfelagið brúk fyri okkum øllum, bæði tær og mær.
Í einum av okkara vøkru og fittu barnasongum, sum vit av og á hoyra í miðlunum, syngur ein fitt barnarødd, at: “Vit eru rík, tí vit eiga meg!”.
Og tað liggur ein stórur sannleiki í hasum orðunum – tí í veruleikanum er fólkið í hesum landinum tað dýrasta tilfeingi, ið vit sum samfelag eiga – og tá serliga tey uppvaksandi ættarliðini.
Í hesum sambandi er umráðandi at taka fram, at ein týðandi grundarsteinur undir framtíðar menningini at samfelag okkara er og verður ÚTBÚGVING.
Føroyar er eitt land við ríkum tilfeingi á fleiri økjum, men at eiga eitt dugnaligt og væl útbúgvið fólk við førleikum á nógvum økjum – tað er ríkidømi.
Vit í Tjóðveldi hava eisini eina greiða støðu til hesi viðurskifti – í stevnu floksins verður dentur lagdur á ein góðan barnaskúla, har øll børn hava rætt og skyldu til ókeypis framhaldslærdóm, annaðhvørt almennan lærdóm ella serstakan yrkislærdóm. Hægri skúlar, studentaskúli og lærdur háskúli, søvn og aðrir mentanarstovnar, kostað av samfelagnum, bera hægri mentan landsins og vísindi. Fátækt og fjarbýli eiga ikki at forða evnaligum ungfólki lærdóm og mentan.
Tey, ið nema sær hægri útbúgving, síggja tað sum eina íløgu í sína framtíð, og tað eiga vit sum samfelag eisini at gera – tí útbúgving er ein tann besta íløgan, vit sum land kunnu gera, bæði í nútíðina og framtíðina.
Eg ynski eisini at nevna ein annan bólk av samfelagsborgarum, sum rann mær til hugs, tá ið eg skuldi lýsa hendan spurningin um, hvør skapir virðini, og tað er: ... “tær virkandi hendurnar”.
Tað verður í dag fokuserað serliga nógv á hetta at vera ein leiðari – og teimum hava vit sanniliga eisini brúk fyri – men um vit hugsa enn meira grundleggjandi og persónliga, so renna nøkur fólk mær í huga, sum alt sítt lív hava brúkt síni evni og sínar hendur til at virka og framleiða virðir.
Hesi fólkini standa sjáldan fremst, men hoyra ofta heldur til tey stillu í landinum, sum dag og dagliga gera sína skyldu við at fremja sítt dagsverk,
· fyri egið uppihald,
· fyri sína familju,
· fyri sín arbeiðsgevara, og
· fyri sítt samfelag.
Uttan hesar virkandi hendur høvdu vit ikki kunna framleitt tær vørur, ið vit sum land og fólk útflyta og liva av.
Eg taki hendan bólkin fram, tí tað er so umráðandi, at tey, sum verða vald inn á Føroya Løgting, eisini hava hendan samfelagsbólkin – tær virkandi hendurnar – í huga, tá ið lógir og skattur verða samtykt.
Sum støðan er í løtuni, er skatta- og avgjaldsbyrðan hjá hesum fólkum ov tung hjá hesum parti av okkara borgarum.
Lat tað verða sligið púra fast, at tann vanliga familjan, sum ikki hevur hægri inntøkur av dúva uppá, hevur tað ov tungt í dag – tí mugu vit, sum vónandi fáa ávirkan eftir hetta valið, leggja á annan bógv í mun til hesi.
Tjóðveldi talar púra greitt um hetta í stevnu floksins, har tað stendur, at: “Fólkið, sum starvar í framleiðsluni, jarðarmenn, fiskimenn og verkamenn eins og tænastufólk, eiga rættvísa løn fyri starv sítt”, og víðari stendur, at “Í skattamálum - beinleiðis og óbeinleiðis - verður hitt almenna at leggja rættvísan skatt á samfelagslimirnar“.
Tað verður so nógv lovað í hesum valstríðnum, og eisini hesaferð hava vit fingið fleiri smartar loysnir presenteraðar, hóast ØLL vita, at tað skal meira til enn bara tað.
Fyri Tjóðveldi og eisini fyri meg persónliga er tað eitt hjartamál at hava tann vanliga løntakaran og familjuna í huga, tá ið lógir og skattir verða álagdir.
Vel tí Tjóðveldi á løgtingsvalinum 29. oktober – og fái eg títt álit og sleppi inn á ting, so skal mín partur í hesum sanniliga ikki liggja eftir.
Gott val!
Steinbjørn O. Jacobsen
Tjóðveldi