Tey nógvu av okkum føroyingum, hava tann hugburð, at ein tosar ikki um pening, heldur ikki, um ein er í fíggjarligari trongstøðu, ístaðin fyri, seta vit eina æru í hetta, at vit skulu klára okkum sjálv, sum sanniliga er ein góður eginleiki at hava.
Tað er blivið dýrari at liva í Føroyum
Men samstundis er ein vansi við hesi mentan okkara, at fíggjarliga trongstøðan hjá summum samfelagsbólkum verður tagdur burtur. Eitt nú verður tað dult sum mansmorð, at nógvar familjur, serliga tær yngru og miðalaldrandi stríðast við stóra lánibyrðu.
Útreiðslurnar av at liva her á landi og krøvini til hvørja einstøka familju er seinnu árin økt munandi, tí fleiri vørubólkar eru dýrkaðir, og brúkara- og tænastugjøldini tykjast bara at økjast í tali: olja, el, telefon, trygging, vegskattur, bensin/diesel, kringvarpsgjald, televarp, mjølk, breyð og matur annars, klæði, ítróttarklæði til børnini, limagjald til ymisku feløgini o.s.fr.o.s.fr.
Vel ein, ið skilir tínar umstøður
Tí er sera umráðandi, at tey, sum verða vald inn á Føroya Løgting, eru persónar ið skilja tann vanliga løntakaran og hava forstáilsi fyri, hvussu ringt tað er hjá mongum at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman,
Krossurin ið tú, sum veljari fert at seta, verður við til at gera av, um vit komandi valskeið fara at hava fólk á løgtingi, sum vita og sjálvi kenna til hvussu tað er at vera vanligur løntakari.
Um tú ynskir at hesi viðurskifti skulu havast í huga á Føroya Løgtingi, tá ið lógir verða smíðaðar komandi árini, so eri eg ein av teimum ið tú kanst seta krossin við, tí hetta er eitt av mínum hjartamálum.
Hesi viðurskifti eru eisini eitt av hjartamálum hjá Tjóðveldinum..
Hvussu kunnu vit lækka livikostnaðin ?
Eg eri sannførdur um, at tað verður neyðugt í komandi tíð at gera tað bíligari at liva í Føroum,
Tað er sjálvandi lætt at sleingja út við føgrum orðum og ynskjum, uttan at koma við nøkrum ítøkiligum, og tí vil eg her eisini nevna ein møguleika, sum eg meti sum verdan at royna í verki.
Um vit til dømis avtaka MVG av neyðsinjarvørum, hevði tað beinavegin komið øllum familjum og serliga barnafamiljum tilgóðar. Sjávandi hevði hetta eisini komið teimum tilgóðar, sum ikki hava tað so tungt fíggjarliga, men lutfalsliga hevði lættin verið størri, har tøvurin er stórstur.
Ein annar bati, sum Tjóðveldi í mong ár hevur staði rættiliga einsamallur og tala fyri, er at tað almenna fær beinleiðis, eitt nú umvegis Húsalánsgrunnin ella eina líknandi skipan, og veitir sera bíliga fíggjing av heimabústaði hjá fólki upp til eitt ásett hámark, soleiðis at tey, ið seta búgv koma at sita munandi lættari i tí.
Undir øllum umstøðum, er tørvur á, at Føroya Løgting tey komandi árini verður mannað við fólki, ið skilja umstøðurnar hjá fólki okkara og sum vilja arbeiða fyri allar samfelagsbólkar, eisini fyri vanliga løntakaran.
Hatta er ein av orsøkunum til at eg bjóði meg fram og stilli upp til løgtingsvalið 29 okt.
Eg eri fúsur at fara til verka, um eg fái álit frá tær sum veljara.
Steinbjørn O. Jacobsen
Valevni hjá Tjóðveldi