Viðgerð av frágreiðing løgmans á ólavsøku 2014

6 August 2014
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Í Tingskipanini verður sagt, at løgmaður á ólavsøku skal geva frágreiðing um støðu landsins, og greiða frá, hvat landsstýrið hevur í hyggju at fremja. Frágreiðingin skal sostatt upplýsa okkum øll um, hvørja støðu landið er í, og hvørjar ætlanir eru fyri framman.

Viðvíkjandi støðu landsins verður sagt, at støðan er góð. Tað gongur væl í Føroyum, verður sagt, og at samgongan við sínum politikki hevur vent eini truplari gongd, soleiðis at alt nú er gott, og sær bjart út. Og tíbetur sær tað gott út hjá nógvum, alivinnan, pelagiska vinnan og byggivinnan hava tað gott.

Men hevur landskassin tað gott, er spurningurin ? Og hevur fólkið í Føroyum tað gott ? Tað má vera tað, sum er aðalmálið hjá okkum øllum at finna útav og arbeiða fyri.

Tá ið hendan samgongan tók við í 2011 hevði landskassin 322 milliónir í halli, og seinasti landsrokniskapurin í 2013 vísti eitt hall á 413 milliónir. Hallið er sostatt voksið við áleið 100 milliónum. Væntandi verður hallið nakað minni í ár, men kemur hóast minking neyvan undir tað støðið, hallið var á,tá ið samgongan tók við. Her man má minnast til, at hendan samgongan hevur havt áleið 400 milliónir meira at ráða yvir enn aðrar samgongur. Peningur, sum samgongan hevur tikið inn í forskatting av pensjónum og í tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni. So hóast 400 milliónir meira árliga, so hevur man ikki megnað at fingið hallið burtur ella at minka. Og tann staðfestingin átti at fingið onkrar klokkur at ringt !

Men løgmaður sigur, at samgongan hevur vent gongdini, og at tað gongur væl. Er tað at ganga væl, tá ið man ikki fær vent eini gongd við so nógv fleiri inntøkum ? Um eitt húsarhald knappliga fekk nógv størri inntøku, men kortini ikki fekk goldið skuld teirra, so hevði man sagt, at tey dugdu stak illa at húsast...

Seinasta búskaparfrágreiðingin, vit fingu, vísti á, at búskapurin ikki var haldførur, serliga tí at samgongan hevur forskattað pensjónirnar og latið peningin út til skattalætta. Harvið hevur man brúkt peningin frá framtíðar ættarliðum og eisini frá framtíðar avbjóðingum, tí at fólkasamansetingin broytist so munandi, og færri og færri vera á arbeiðsmarknaðinum at fíggja vælferðartænasturnar.Tá verður úrslitið uttan iva brúkaragjøld á vælferðartænastur.

Men framhaldandi upplýsir løgmaður, at tað gongur væl í Føroyum, og at hann saman við samgonguni hevur vent gongdini.

Yvirskipað er frágreiðing løgmans tí eitt glansbílat, sum vísir eina vakrari mynd enn veruleikin er, og ein frágreiðing, sum ikki í nóg stórum álvara viðgerð fleiri av teimum stóru trupulleikum, vit sum samfelag hava fyri framman. Tað verður ikki víst á, hvussu hallið kann fáast burtur av fíggjarlógini, men sagt, at samgongan arbeiðir við, at hallið skal vera burtur í 2016.... hvør so er her tá

Tað eru í dag minni enn 5 mánaðir til eldraøkið skal flytast út til kommunurnar at umsita. Framvegis kenna vit onki til fíggingina. Minni enn 5 mánaðir eru eftir, og enn er onki ítøkiligt boð komið uppá fíggingina. Hevði væntað, at løgmaður kom inn á tann spurningin, og viðgjørdi tað nærri. Flytingin av eldraøkinum til kommunurnar er uttaniva ein av størstu avbjóðingum, vit hava, men enn er alt í tí óvissa. Eitt er víst. Vil man hava tilgongdina at eydnast, so mugu fólk kenna seg trygg, og hava álit á, at tilgongdin er í góðum hondum. Ósvaraðir spurningar kunnu skjótt skapa ótryggleika, so ein áheitan á samgonguna er at fáa fíggingina uppá pláss nú !

Tað er at gleðast um, at fólkatalið framhaldandi ikki minkar. Óivað eiga kommunurnar sín stóra leiklut í hesum, tí nógvar hava veruliga spíla seg út at gera tað liviligt hjá smábarnafamiljum, at skapa trivnað og at skapa útbúgvingarmøguleikar, mentanartilboð, bústaðarmøguleikar o.s.fr.

Tíbetur eru nøkur góð átøk framd seinasta árið. Fountainhúsið er komið, barnsburðarfarloyvið er longt, og barnaumboð er samtykt. Hetta eru alt átøk sum Tjóðveldi hevur havt uppskot frammi um, og sum øll hava tikið undir við. Kanska eitt tekin um, at vit kortini onkuntíð verða hoyrd.

Sagt verður eisini í frágreiðing løgmans, at í vetur verður fremsta mál at arbeiða við eini fiskivinnunýskipan, tí hetta er átrokandi. 2018 nærkast í hvørjum, og enn er ongin leistur lagdur fyri tíðina aftaná tað. Tann bólkurin, sum var settur, við umboðum úr øllum flokkum at arbeiða við fiskivinnunýskipan og sum hevur verið mannaður tað mesta av hesum samgonguskeiðnum, hevur tíverri ikki verið serliga virkin, kanska serliga tí at semja ikki er í samgonguni sjálvari. Nú verður so spennandi at síggja, hvat hendir í heyst, ella um man yvirhøvur vil hava nakað at henda. Vit fáa at síggja. Fiskivinna skal vera varandi tilfeingi undir okkara búskapi, og grundarlag fyri øllum okkara samfelag, og má sjálvsagt viðgerast sum tað. Spennandi verður nú ongar greiðar útmeldingar eru komnar um, hvørja leið samgongan ynskir fyri fiskivinnuna, og vit nærkast í stórum einum vali. Ella kanska er tað tann greiðasta útmeldingin yvirhøvur onki at siga !

So eru tað øll tey týdningarmiklu uppskotini, sum fyri langari tíð síðan eru samtykt, men sum vit bara ikki hoyra nakað frá. Tað kennist hugstoytt at hoyra í løgmansfrágreiðingini, at nú fer man at arbeiða við samskipan av tænastum til børn við serligum avbjóðingum. Tað gongur á 3. árið síðan uppskotið, um at fremja hetta, bleiv samtykt. Veit ikki, um nakar kann ímynda sær, hvussu tað er at ganga eina oyðimarkargong fyri at fáa hjálp og stuðul til barnið hjá sær – í áravís ? Og hvussu nógv geva ikki uppat á leiðini, tí tey ikki megna kampin. Sum tey sjálvi ofta siga, tað er ikki barnið, sum er trupulleikin, men myndugleikin. Hetta er eisini ein orsøk til, at nógvar familjur flyta av landinum. Eitt er víst. Um vit ikki kunnu fáa hetta at bera til í Føroyum, so kann tað ongastaðni í verðini lata seg gera. Her eiga vit at gagnnýta teir fyrimunir, vit hava av, at vit ikki eru so nógv, og hava lættar og smidligar mannagongdir, sum tryggja øllum børnum tað, tey hava fyri neyðini. Ein áheitan á tey, sum sita við málinum, her má okkurt henda.

Framhaldandi senda vit børn av landinum, tí vit ikki hava nøktandi viðgerðar-, skúla- ella bútilboð í Føroyum. Hetta er ein sorgarleikur. Áleið 40 milliónir árliga brúka vit uppá tað. Hvat høvdu vit ikki kunna gjørt her heima fyri tann peningin. Eg ivist onga løtu, at nógv tann størsti parturin av hesum børnum kundi verið hjálptur her heima. Vit hava fakfólk til tess og eiga í stundini at fara undir eina tilgongd at fáa øll tey heimaftur, har tað yvihøvur ber til.

Uppskotið, um eina heildarætlan móti kynsligum ágangi, er eisini samtykt av einum samdum løgtingi. Her er eisini veruliganeyðugt, at okkurt hendir skjótt- nú. Her hugsi eg serliga um tey, sum í dag eru vaksin og hava so trupult við at fáa hjálp. Børnini kunnu fáa hjálp gjøgnum barnaverndartænasturnar, og Barnahúsið er eisini komið, tíbetur. Men tey vaksnu hava tað trupult og hava aloftast ongantíð fingið tann stuðul og tað hjálp, tey hava fyri neyðini. Her má okkurt henda skjótt, og tá ið vit sígga heildarætlanina, vóni eg eisini, at støða er tikin til at fáa fyrningarfreistina burtur, so fólk kunnu fáa sína sak roynda í rættinum, og tey seku verða ábyrgdaðu.

Løgmaður vísir á, at uppskot um fátækramark er komið, og at tey nú fara at arbeiða við at hjálpa hesum bólkum. Serliga støkum uppihaldarum, tí børnini eru serliga útsett. Eg vil sanniliga vóna, at haldling er aftanfyri lyftið, tí seinastu 3 árini er onki gjørt fyri hendan bólk- onki. Vænti ikki tað er so einfalt at loysa, men tað má viðgerast, og mál og ætlanir mugu verða fyri ítøkiliga at minka um henda sosiala ójavna.

Val verður allarseinast á heysti komnadi ár. Kanska er tað tí, at lág og miðallønir nú fáa lovað skattalætta. Spurningurin er, hví tey ikki hava fingið tað fyrr. Tey fingu tað lovað í fjør. Tey eru so við til at fíggja tann skattalætta, sum er givin hinum, og hava brúk fyri lætta. M.a. høga kostnaðarstøðið ger tað trupult hjá nógvum familjum at klára dagin og vegin. Eg vóni, at tað verður tikið í størsta álvara, at vit nú eisini hava fingið staðfest, at familjur, har bæði eru á arbeiðsmarknaðinum, liva undir fátækramarkinum. Tað ber sostatt til at liva undir fátækramarkinum, hóast tað, at bæði eru á arbeiðsmarknaðinum. Vanliga hevur verið so, at har tvey eru á arbeiðsmarknaðinum, ber til at forvinna sær til lívsins uppihald hjá einari familju. Her er ein skeiv gongd ávegis. Sosialpolitisk átøk eru neyðug fyri at venda gongdini, og arbeiðast má bæði við stuttíðar málum og við ætlanum yvir longri áramál, bæði í mun til útbúgvingar, veitingar, arbeiðsmarknað, sosialan arv o.s.fr.

Tað er at fara ov lætt um at leggja upp til, at tað skulu vera kommunurnar, ið skulu fremja skattalættan til lág og miðallønt. Kommunurnar hava fingið, og fáa alsamt fleir málsøki at umsita, og ofta uttan at inntøkur fylgja við. Frá 1 jan 2015 skulu kommunurnar umsita eldraøkið, uttan at tær enn kenna fíggingina. Tað ber ikki til at bara leggja út til kommunurnar, og samstundis frátaka teimum inntøkur, sum man t.d gjørdi, tá ið landið tók sær sjálvum allan peningin frá forskattingini av pensjónum. Løgtingið kann ikki áseta kommunuskattin, eins og kommunurnar ikki kunnu áseta landsskattin. Men land og kommunur kunnu samstarvað.

Bíðilistin til barnaspykiatriina er minkaður munandi, tað er veruliga gleðiligt. Hvussu sær út við bíðilistum annarsá psykiatriska økinum? Fer ætlanin at halda um at fáa økispsykiatriina útbygda til fleiri øki í landinum ?

Vælferðin er varðveitt, er ein útsøgn hjá løgmanni. Hesum eru vit í Tjóðveldi ikki samd í. Vit síggja og uppliva vaksandi stættarmun, bæði millum fólk í landinum og millum øki í landinum. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið nøkur fáa lættar, meðan onnur ikki fáa, so veksur stættarmunurin. Førdi skattapolitikkurin er høvuðsorøkin til, at stættarmunurin fer at halda áfram og bert økjast, so leingi hesin sami politikkur verður førdur.

Onki um stjórnarskipan og tjóðskaparmálið er í frágreiðing løgmans. Fyrr hava vit annars hoyrt ætlanir um at útlendingamál skal yvirtakast, so tíðin má vísa, hvat hendir við hesum.

Sakni nakað um samferðslu, tunnilsætlanirnarog ætlanina um at javnseta ferðaseðlakostnaðin. Vit eru eitt oyggjasamfelag, og samferðslumøguleikarnar eru av alstórum týdningi fyri bæði búseting, vinnu og trivnað. Somuleiðis hevði verið áhugavert at fingið at vita, um ætlanin at útveita Strandferðsluna verður til nakað. Vit mangla ein politikk fyri smáplássini og útoyggjarnar í Føroyum.

Tað er framvegis trupult at vera eitt skúlabarn, sum skal hava serundirvísing. Sjálvsagt eisini lærari, tí tað er ov trupult at fáa neyðugu hjálpina. Skúlabørnini fáa framvegis ikki allar sertímar teimum tørva, men bert ein part av tí, sum søkt verður um. Tá ið løgmaður tosar um inklusión í síni røðu, so haldi eg, at vit eiga at viðgera nógv neyvari,hvat hugtakið skal rúma. Sjálvsagt ynskja øll at yvirspikaða málið skal verða skúlin fyri øll, men so mugu neyðugu amboðini og fíggingin fylgja við. Hugtakið má taka støði í veruleikanum. Um ikki so kann inklusión uttan neyðuga fígging skjótt verða ein fjald sparing.

Tá ið tvungna eftirlønin bleiv samtykt, vóru nógvir bólkar hildnir uttanfyri. Víst varð á, at hesir skuldu viðgerast seinni. Millum annað allir fyritíðarpensjónistar og fólk, sum onkursvegna eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin, eru ikki við í tvungnu eftirlønaruppsparingini. Tí er spurninguirin, hvat hesi fólk kunnu vænta sær ? Fyrr hevur verið fráboðað, at broytingar fóru at koma í fólkapensjónini við mótrokning í grundarupphæddini. Spurningurin er tí, um fólkapensjónin, sum vit í dag kenna, er við at verða burtur, og hvat tey fólk, sum í dag eru undantikin tvungnu eftirlønaruppsparingina, skulu liva av á ellisárum.

Lóg kemur um endurmenning er fráboðað. Tað er gott og neyðugt. Hetta er ein stór avbjóðing.Okkara viðgerðir í dag eru ov lítið samanhangandi, og nógv dømi eru um, at ein viðgerð, sum átti at hildið áfram aftaná útskrivan av sjúkrahúsi, ikki heldur áfram, og sjúklingurin tí ikki fær tað honum tørvar. Somuleiðis hava sjúkrahúsini ei heldur øll neyðug fakfólk til at bjóða nøktandi endurmenning, t.d manglar ergoterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tí fæst onki fullfíggjað tilboð har. Tá ið eldraøkið nú verður lagt út til kommunurnar, má endurmenningin samskipast so greiða fæst á markamótum, og trygd fæst fyri, at ongin dettur niðurmillum. Við nøktandi endurmenning er nógv at vinna í mun til at varðveita og endurvinna førleikar. Fólk fáa verið longri á arbeiðsmarknaðinum, longri í egnum heimi, longri við egið lív og við betri lívsgóðsku. Árliga fara fólk av landinum til endurmenning. Ofta í longri tíðarskeið. Tí hevði tað eisini verið skilagott at farið undir eitt miðvíst arbeiði við at veita hesa tænastu í Føroyum. Vit kunnu soleiðis uppbyggja góða fakliga vitan og størv í landinum til gleði og gagns fyri okkara sjúklingar, sum tørva endurmenningina.

Tjóðskaparmálið má og skal aftur á beint. Henda samgongan hevur ongi mál hesum viðvíkjandi, men hevur bert brotið niður. Blokkurin er hækkaður, landsbankin niðurlagdur, persónsupplýsingar fluttir av landinum o.s.fr Og nú vil samgongan styrkja ríkisfelagsskapin við at knýta føroyskt vinnulív til danskar grunnar og nýútbúgvin í danskar A-kassar. Og so hava tey omaná tað heila hækkað blokkin. Es málið, sum annars hevur leikað á, átti at lært allar føroyingar, at vit einans hava okkum sjálvi á at lýta, og at vit sjálvi best megna at umboða okkara egnu søk. Vit bæði kunnu, duga ov vilja. Tað átti at lært okkum at tikið onnur fet á egnum beinum.

Innast inni snýr alt seg um hvat samfelag vit vilja hava. Øll vilja tað góða lívið í tí góða samfelagnum. Men ymiskt er fyri okkum, hvørja ímynd vit hava av hesum, og hvussu vit meta leiðina hartil.