Útoyggjastevna við Gjógv

23 June 2014
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Góðu bygdafólk og øll, sum hava leitað sær til Gjáar á útoyggjastevnu. At nógv fólk er samankomið boðar frá áhuga fyri viðurskiftunum hjá fólki á bygd, og tað er hugaligt.

Bara í míni tíð er føroyska samfelagið broytt heilt kollveltandi. Frá at vera eitt oyggjasamfelag, til í dag at vera eitt so mikið samanbundið land, at 85 % av fólkinum kunnu koyra til hvønn annan innan ein tíma. Frá, at vit so at siga øll vóru oyggjabúgvar, ella útjaðarafólk, eru nú einamest tey 15 % sum ikki hava fast samband roknaði sum útoyggjafólk. Hóast hetta eru tað bygdir í landinum, sum hava fast samband, og kortini stríðast við somu avbjóðingum sum útoyggjarnar.

Sjálv búgvi eg í eini oyggj við knapt 5000 fólkum. Fyri nøkrum árum síðan vóru vit ikki roknaði sum útoyggj, men tað kenna vit okkum sum í dag. Sjálvt um eg meti meg sum bygdakonu búgvandi í heimsins miðdepli, har tað er fantastiskt at búgva, so eru okkara umstøður og avbjóðingar so sera líkar avbjóðingunum á útoyggj. Hetta einamest tí, at okkara viðurskifti so at siga standa í stað, meðan stórur partur av landinum upplivir stór framstig serliga á samferðsluøkinum. Vit hava stórar avbjóðingar, men vit bjóða teimum av. Eins og á útoyggj bjóða vit nútíðini av bæði í mun til fólktal, fólkasamanseting, vinnumøguleikar, samferðsluviðurskifti , mentanar- og trivnaðartilboð o.s.fr. og vit ætla okkum at gera okkara allarbesta til at vinna á hesum avbjóðingum. Tað sum er okkara fyrimunur er, at tað eru møguleikar at fáa arbeiði á staðnum, og hesir møguleikar kunnu troytast enn meira.

Samferðslubroytingin er ikki einasta broyting, sum hevur ávirkað útjaðaran. Vandi er í hvørjari vælferð, og við samferðslubroytingunum er eisini komin ein broyting í mátanum man hugsar um og viðgerð útjaðarnan uppá. Kanska er tað bara nýggja rákið, og ein avleiðing av alheimsgerðini, sum hevur ført til broyttan hugburð, eg veit ikki, men eg upplivið so, at tann solidaritetur, sum hevur verið millum oyggjar, fólk og bygdir, er broyttur- ja so mikið, at onkuntíð er hann heilt burtur. Málið tykist ikki longur vera, hvussu fáa vit útbygt samfelagið alt og tryggja, at øll øki og fólk fáa nøktandi samferðslutilboð og annars lut í teimum ágóðum, sum vit øll eru við at skapa. Nei, nú snýr tað seg einamest um, hvør kann koyra ókeypis, og hvør kann draga til sín. Og tað er eins, og tá ið nøkur øki hava fingið sína farleið, ja so gloyma tey alt um, at tey einaferð ikki høvdu sína farleið, og at tey í veruleikanum bert hava fingið hana tí hini hava bakkað teirra ynski upp eisini fíggjarliga. Tá ið so tey, sum enn mangla sína farleið ella annað, hava tørv á stuðli hinvegin, ja so kann svarið gott vera, at tey eru grenj. Enntá kann svarið vera so óforskammað sum, hava tit ikki sjálvið valt at búgva har. Tit kunnu bara flyta. Hava vit ikki øll valt at búgva í Føroyum, og skulu vit ikki útbyggja landið við tí, sum nútíðin krevur fyri tað, kundi man so hinvegin spurt. Men hetta er lítið virðiligt tos og er einans við til at spjaða okkum í vit og tit. Øll skulu vit vera her. Og øll skulu vit hava lut í samfelagsmenningini, tí øll eru vit týdningarmiklir borgarir, sum leggja afturat og skapa øll okkara virðir, um tað so er á vinnuliga, mentanarliga, listarliga, fíggjarliga, sosiala økinum o.s.fr. Ja , øllum tí vit eru so errin av. Hvussu nógv virði verða ikki skapt bara í hesi bygd ? Hetta má virðismetast í gerandisdegnum og ikki bert takast fram, tá ið vit vilja vísa tað fyri gestum, tí hetta eru perlurnar í okkara samfelag, og ein nógv størri partur av okkara samleika enn vit geva okkum far um. Hetta eru virði, sum vera skapt um landið alt, í hvørjari bygd, og sum ikki altíð kunnu ella skulu gerast upp í pengum. Kanska tí, at tey týdningarmiklastu virðini í lívinum ikki kunnu krónumerkjast, tí tey bæði fyri nútíð og serliga framtíð eru ómetandi. Tað einasta, sum er heilt víst, er, at vit vera øll fátøk uttan hesi virði. Tí hugar mær ikki hugsanina um at útjaðarin bert skal vera eitt frítíðarpláss. Vit skulu hava ein livandi útjaðara har fólk kunnu hava ein skapandi gerandisdag. Um ikki er vandi fyri at partar av okkara mentanararvi fánar burtur.

Útjaðarin skal hava virðing fyri sítt strev og ikki allatíðina verða noyddur at argumentera fyri at fáa loyvi at vera til. Hvat høvdu vit havt at bjóða, um vit ikki høvdu ein livandi útjaðara ? Hvat skuldu vit gjørt í t.d. ferðavinnuhøpi? Útjaðarin er ikki bara ein náttúrligur og virðismikil partur av okkara samleika, men eisini ein stórur mentanarberi, hetta bæði í mun til skaldskap, listarligt arbeiði, kvæðir og sangmantan, landbúnað, hagreiðing av mati, málsligt fjølbroytni o.ø.

Tí eigur tað als ikki at vera ein spurningur, um man skal gera nakað við trupulleikarnar í útjaðarinum, men heldur ein spurningur um, hvat er tað rætta at gera. Svarið er ikki einfalt, ei heldur eru einfaldar loysnir. Men alt má byrja við einum veruligum ynski um ítøkiliga at vilja viðgera teir trupulleikar, sum útjaðarin hevur, og við eini viðurkenning av, hvussu stóran týdning útjaðarin hevur. Hugsanin um útjaðarin einans sum eina útreiðslu, má vera ein farin tíð, og hugsanin um útjaðarin sum eitt stórt tilfeingi, sum vit eru errin av, má vera ráðandi. Umráðandi er tí eisini at varpa ljós á tær góðu søgurnar á útoyggj og smáplássum annars. Vit kunnu læra nógv av teimum plássum, sum megna at steðga fráflytingini og skapa fólkavøkstur.

Tað land, sum ikki viðurkennir og viðgerð trupulleikarnar í útjaðarinum í allarstørsta álvara, tekur hvørki sítt fólk ella sína framtíð í álvara. Av tí at útjaðarin er so sárbarur, merkjast broytingar aloftast fyrst har, um samfelagsligir trupulleikar eru. Ger man onki við teir trupulleikarnar, so gongur ein stutt tíð, so hava størri plássini somu trupulleikar og síðan landið alt. Hetta hava vit sæð hjá okkum sjálvum í fleiri førum m.a. við okkara avbjóðing við kvinnuundirskotinum og fólkafráflytingini sum heild. Hevði man frá byrjan tikið teir trupulleikarnar í størri álvara, so hevði man óivað gjørt sær nakrar royndir í útjaðarinum, sum man kundi lært av og brúkt víðari í restini av landinum.

So hvørt sum útjaðarin minkar vera vit færri og færri, sum kunnu gera vart við støðuna í útjaðarinum. So mikið størri er ábyrgdin hjá teimum, sum stýra og ráða at hoyra tær røddir, sum royna. Og so mikið størri er ábyrgdin at taka røddirnar í álvara, og vera við til at skapa grundaða vón um líkinda livikor um landið alt fyri allar borgarar. Tað er væl tað, politikkur snýr seg um. At skapa liviumstøður kring landið alt fyri alt fólki í landinum. So verður tað upp til fólk sjálvi at avgera, hvar tey búseta seg.

At útjaðarin tørvar viðurkenning er eitt. Eitt annað er tørvurin á myndugleikum, sum kenna, hvat tað verulig snýr seg um, og so ítøkiligar loysnir. Um loysnin er ein vegur, ein tunnil ella at seta bankunum krøv- tí bankarnir avgera í stóra mun búsetingina í Føroyum við eitt nú á ávísum støðum ikki at veita lán yvir 600.000 í útjaðarinum. Um tað er tørvur á bíligari farmi og ferðaseðlum, øktari tyrluflúgving, um tað er ein ferja, ein bil at avloysa oljutunnir, ella hvat loysnirnar nú einaferð eru, má vera avgjørt í samstarvi við tey, sum búgva á staðnum og kenna staðbundna tørvin. Somuleiðis má hugsast framskygt og fleiri ár fram í tíðina. Hvussu ynskja vit, at føroyska samfelagið sær út um 10-20-30 ár, og hvar er útjaðarin í tí myndini.

Tann spurningin seta vit alt ov sjálvdan, og meðan vit bíða minkar fólkatalið....

Sirið Stenberg við Gjógv á longsta degi 2014