Útjaðarin aftur fyri hóttafalli

25 September 2014
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Dagin eftir, at uppskot er lagt fyri tingið um at fáa strandfaraskipini at sigla allar dagar fáa vit at vita, at túratalið hjá Smyrli skal lækkast við einum ella tveimum túrum. Vit hava í hesum samgonguskeiðnum longu mist ein túr, skal eg líka minna á. At lækka túratalið enn einaferð er onki minni enn ein skandala, og minnir mest um at traðka á ein, ið longu liggur niðri !

Í dag kl 13 er øll tjóðin biðin um at deila myndir og filmar á FB fyri at branda Føroyar sum ferðamannaland. Alt gott um tað, men tað er so ikki oyggjalandið Føroyar sum vit kunnu erpa okkum av, sum kemur at taka ímóti ferðafólkunum, men nýggja ímyndin av býnum Føroyar har koyrandi er.

Gud viti hvat er hent við fólki og hugburði mótvegis útjaðaranum og smáu plássinum. Alla dagar hava fólk verið samd um at útbyggja landið alt, og so at siga øll hava tikið undir við øllum samferðsluútbyggingum, sum eisini hava verið til frama og framburð fyri øll. Men nú er alt hetta gloymt, og ræðandi hugsanin er, at nú hava vit fingið okkara, og so mugu tit um rest. Alt tos um samhaldsfesti er burtur, og gloymt er alt um, at vit øll hava verið við til at gjalda tað sum hertil er framt.

Hvat er tað sum ger, at samstundis sum vit arbeiða við milliardaupphæddum fyri at fáa undirsjóvartunnlar so kunnu ongir batar fremjast fyri tey sum sigla ?

Saman ger seg galdandi viðvíkjandi tunnlum. Hví hevur t.d Hvalbiartunnilin onga raðfesting fingið, samstundis sum tankar eru frammi um at framskunda tunnil í einum øki, har man longu er í gongd við annan tunnil ?

Og ikki bar til at fáa undirtøku fyri uppskotinum um tunnlar til smáplássini, sum vit eisini hava lagt fram. Dalur, Fámjin, Tjørnuvík og Gjógv vóru viðí tí uppskotinum.

Onkursvegna tykist tað sum um øll fólk ikki hava sama virði !

Tey sum eru vald at ráða eru vald at umboða øll fólk í landinum. Tað er teirra skylda. Tað ber Ikki til at síggja burtur frá ávísum pørtum av landinum, sum kanska tørva hjálpina allarmest. Og allir borgarir hava somu rættindi at vera bæði hoyrd og vird.

Bæði fólk og vinnulív í útjaðarinum hava stórar avbjóðingar. Hóast hetta so er ein sterk megi, og ein stórur alskur til økini, sum ger at vit vilja búgva her. Vit vilja ikki bara yvirliva, men liva, virkað og mennast. Vit geva okkara íkast til samfelagið við gleði og skapa okkara gerandisdag so væl tilber. Og her er samferðslan ein so stórur partur av at fáa tingini at ganga uppí eina hægri eind, at til ber at siga, at samferðslan er sjálv lívsæðrin. Tá ið lívsæðrin ikki er opin, ja tá er ikki nógv at gera.

Tað átti ikki at verið neyðugt framhaldandi at skula grundgeva fyri rættinum at vera til sum oyggjafólk. Men tað er tað eg føli eg má !

Tey sum hava valdið at skapa okkum líkinda kor, venda blinda eygað til. So er bert at vóna at veljarin minnist aftur, og vendur teimum blinda eygað, tá ið val verður aftur.

Sirið Stenberg Tjóðveldi