Var spent at hoyra røðu løgmans, og hansara visiónir fyri framtíðina hjá okkum øllum. Partar av røðuni yvirraskaðu meg positivt, serliga tað, at løgmaður droymir um, at vit skulu vera skulu vera sjálvstøðug land.
Vit eru nógv, sum droyma saman við tær, sjálvt um eg síggi, at partafólkið hjá tær meira sigur dream- on ! Men eg vóni løgmaður heldur fast í hesar ætlanir sjálvt um ágangurin á hann nú er harður. Fyrsta avleiðingin má so vera, at løgmaður ikki ætlar sær til Danmarkar við ørindum um at hækka ríkisveitingina, men heldur leggur ætlanir fyri hvussu hendan kann minkast burtur.
Barnaumboð
Eitt annað gleðiligt er at síggja, at tey góðu uppskot vit løgdu fram við t.d at yvirtaka útlendingamál og at seta barnaumboð á stóvn nú skulu fremjast. Men eg má siga, at tað harmar meg stórliga, at okkara politiska skipan er so óbúgvin, at samgongan valdi at bíða við hesum, og seta rættartrygdina hjá hesum borgarum í vanda, bara tí at uppskotini komu frá okkum. Tað er lítið at sær komið ! Skal so siga fyri mín part, at slík mál mugu vera í áhuga hjá okkum øllum at fáa framt, og eigur partapolitikkur ikki at koma framum rættartrygd og verju av borgarum. Tí fari eg ikki at geva uppskotunum somu lagnu, sum tit góvu teimum, men heilsi uppskotunum vælkomnum, tá ið tey koma, og fari at geva teimum eina sakliga viðgerð, og vóni bæði mál vera framd av einum samdum løgtingið.
Breiðar semjur
Eitt orð sum fleiri ferðir er nevnt er at løgmaður ynskir breiðar semjur. Við t.d barnaumboðnum hevði verið møguleiki at fáa breiða semju, men tað valdi tit frá. Skilji ikki rættuliga hvussu samgongan skilir hugtaki breið semja. Fyri mær ljóðar tað meira sum, at breið semja er um andstøðan tekur undir við samgonguni, og ikki øvugt. Men ikki tí, ongantíð betur um breiðar semjur kunnu fáast, men tað hava allir partar ábyrgd av, og ikki bert andstøðan. Sjálv eri eg partur av eini nevnd, sum aloftast hevur funnið breiðar semjur, og kann ikki lata vera við at hugsa um tað kann hanga saman við, at meirilutin í nevndini eru kvinnur, hvør veit ?
“ Missing link” millum orð og veruleika
Samanumtikið so er nógv í røðuni um hvat vit skulu náa í framtíðini, og allarmest um hvat vit skulu náa aftaná hetta valskeiðið. Sakni veruliga at síggja ítøkilig uppskot til hvussu málini skulu røkkast, og hvat man ætlar sær at gera her og nú. . Ætlanirnar eru eisini í stórari andsøgn við førda politikkin. T.d stendur at í 2020 skal 80-90 % av orkunytsluni a landi stava frá varandi orkukeldum. Málið er skilagott, men stór mál vera bert framd við ítøkiligum handlingum, so tað er í mínari verð órealistiskt og veruleikafjart at koma við slíkum tómum orðum. Síggi onki um hvussu hetta skal røkkast, og veit onki um, at nakað ítøkiligt er gjørt t.d í almennum byggjaríum við krøvum til grøna orku. Orð skapa ikki veruleika, handling skapar veruleika ! Tað sama viðfleiri av sambylisætlanunum, har størsti parturin liggur aftaná hetta valskeiðið, hvør so situr her tá !
Fólkafráflytingin og manglandi økismenningarpolitikkur
Tað er gott at fólkafráflytingin verður tikin upp sum eitt stórmál. Tjóðveldi hevði hetta sum eitt aðalmál í valstríðnum, men tá fekk tað tíverri ikki tað rúm tað hevði tørv á. Kanska er tað soleiðis tá ið man er fyrstur við onkrum. Men fólkafráflytingin/minkingin er ein stórur trupulleiki. Trupulleikin er ikki bert føroyskur, men í fleiri londum rundanum okkum, men tað sum ger trupulleikan so stóran og eyðsyndan hjá okkum er manglandi árgangir við ungfólki og kvinnum. Í útjaðarinum hava vit í nógv á gjørt vart við minkingina í fólkatalinum, uttan at tað hevur elvt til stórvegis høvuðbryggj hjá løgtinginum, men nú trupulleikin er um alt landið verður hann kanska tikin i álvara. Hevði man kanska tá fyri nøkrum árum síðan tikið útjaðaran í álvara og sett tær vakstrarætlanir í verk, sum vóru á borðinum, so hevði men í dag kanska havt ávís modellir og royndir til at loysa hesar trupulleikar við. Men man stakk høvdið í sandin, sløkti brandalarmin og eldurin brann víðari. Tað má ikki henda aftur.
Tí sakni eg veruliga ein økismenningarpolitk í samgonguni. Td búgva 1200 fólk færri í suðuroynni enn í 1985 tá ið eg fór úr skúlanum. Sama tíðarskeið er fólkatalið bert hækka við 3000 fólkum samanlagt í Føroyum, so fólk eru ikki bert flutt til miðstaðarøkið, men av landinum. Nýggja samferðsluætlanin hevur fingið heiti “Føroyar sum ein býur” og er hetta fyri mær eitt greitt signal um, at man ikki hugsar Føroyar sum eitt liviligt oyggjasamfelag, og tað er ræðandi.
Tað finst ongin einføld loysn á hvussu vit loysa minkandi fólkatalið. Trupulleikin er samansettur og krevur loysnir og átøk á nógvum økjum samstundis.Tá ið eg áður havi spurt inn til hendan trupulleika hevur svarið verið, at nú flatskatturin er komin, so fer tað at loysa seg at arbeiða, og tá fara fólk at flyta heimaftur. Hetta sær ikki út til at halda, og vit mugu viðgera trupulleikan meira nuancera enn tað. Tað snyr seg millum annað um mentanarlív, arbeiði, útbúgvingartilboð, trivnað, at trúgva uppá framtíðina og so framvegis. Kundi hugsað mær at nevnt betran av lestarmøguelikum, og umstøðum hjá lesandi sum eitt gott boð har nakað kann gerast, ella meira har nakað má gerast. Tað er av allarstørsta tydningi, at vit kunnu hava tað unga fólkið her sum longst, hetta skal til fyri at festa rót og støðast. Uttan ungdóm, ongin framtíð. Eisini sakni eg ítøkilig átøk fyri at basa ungdósarbeiðsloysinum.
Størsti parturin av teimum sum eru arbeiðstøk eru ófaklærd fólk, tað er staðfest, so her er eisini eitt stórt arbeiði at gera. Júst hesin bólkur, sum eisini er í størri vanda fyri heilsutrupulleikum enn øll onnur. Her sakni eg veruligan sosialpolitikk. Her liggur ein stór avbjóðing fyri framman. Hevur man onki arbeiði, so er eisini lættari at flyta av landinum. Herrópið “tað skal loysa seg at arbeiða” er ikki nokk í hesum føri.
Tørvur er á Føroyskum eftirskúla
Av ítøkiligum átøkum fyri ung er alneyðugt framhaldandi at arbeiða fyri at fáa sett á stóvn føroyskan eftirskúla. Vit hava havt uppskot frammi, sum tíverri ikki komu ígjøgnum, men haldi at flest øll nú duga at síggja at henda ætlan er alneyðug. Vaksandi partur av okkara børnum ,velja at fara á eftirskúla, og ofta eru tey einans 15-16 ára gomul. Uttanlands fáa tey vinfólk, og fara tí kanska á miðnámsskúla har, síðan maka o.s.fr so møguleikin fyri at tey flyta heimaftur verður munandi minni. Bara tað at kunna vera í Føroyum tey árini afturat hevði uttan iva havt positiva ávirkan.
Ungar mammur og stakir uppihaldarir
Ungar mammur, sum vit akkurát hava fingið staðfest, at vit hava nógvar av, er eisini ein bólkur sum krevur serlig átøk. Umráðandi er at hesar mammur fáa góð útbúgvingartilboð , og at umstøðurnar at útbúgva seg hóast tað, at man hevur børn eru góðar. Her ber ikki til við t.d 11 mánaðar lestarstuðli. Fari tí at heita á landsstýrið um at fara undir eina tilgongd har vit fáa 12 mánaðar lestrarstuðul, og um ætlanin er trupul at røkka, so at byrja við teimum sum hava børn. Lesandi við smábørnum hava ikki góðan møguleika at arbeiða í ferium, og nógvastaðni er barnaansingin stongd. Og so tað, sum so sera umráðandi, barnið má hava rætt til feriu saman við foreldrunum. Stakir uppihaldarar eru eisini ein bólkur, sum krevur munandi batar, og alt ov ofta hoyra vit um at teir flyta. Tá er tragedian dupult, bæði foreldur og barn fara av landinum, og koma kanska ikki aftur tá ið barnið festir útlendskar røtur.
Barsilsskipanin
Haldi eisini at tíðin er komin til at víðka um barsilsskipanina soleiðis, at ein miðvís ætlan um hvussu hendan verður víðkað til eitt ár verður løgd. Tað kann gera umstøðurnar hjá barnafamiljum lættari og vera við at geva eina betri lívsbyrjan fyri barnið, at tað kann vera longri heima. Vit fáa so fá børn, at tað mugu við raðfesta. Øll londini rundanum okkum hava framt munandi batar á hesum øki, og vit eiga at gera tað sama. Tað er ein íløga í framtíðina sum heilt víst fer at kasta nógv gott av sær
Eldraøkið
Viðvíkjandi kommunala bygnaðinum so stendur, at fólkið hevur talað og at eldraøkið skal út til kommunurnar í 2014. Jú fólkið hevur talað, men eg veit onki um, at tey hava sagt nakað, sum kann gera at man kemur til slíka niðurstøðu. Tað man vera samgongan sum hevur talað. Eg fylgi í spenningi við í hvussu eldralógin kemur at vera og hvussu man við greiða fíggjarliga partin av útleggingini. At hesi eru skilagott loyst eru fortreytir fyri at taka undir við slíkari ætlan, og eg eri skeptisk, men skal sjálvsagt geva mítt íkast. Tì glaði eg meg til aðalorðaskifit seinni í tingsetuni um eldraøkið, sum vónandi kann lýsa alt hetta nærri.
Hevði ynskt at løgmaður í síni talu segði nakað um pensjónistarnir í Føroyum. Hvar eru ætlanirnar at javna fólkapensjónina ? Nær kemur uppskotið um broytingina í mótrokningini millum hjún ? Hvussu við heimahjálpini og endurvenjing – og tænastum sum heild til tey sum búgva heima ? Fari í hesum sambandi staðiliga at heit a á Anniku Olsen um at taka hesi viðurskifti upp so okkara eldru fáa nøktandi veitingar og tænastur.
Barnahús
Síggi eisini at ætlanir eru um eitt barnahús, sum skal vera eitt slag av samskipaðari hjálp til tey, sum hava verið fyri siðamisbrotið. Hetta er sera gott, og eri eg spent uppá hvussu hetta verður skipað. Vóni tað fer at byggja á fakliga kompitent starvsfólk. Tey sum hava verið fyri siðamisbroti eru ein bólkur, sum gera meira og meira vart við seg, og er hesin trupulleiki allarhelst eisini nógv størri og tyngri enn vit kunnu hugsa okkum. Fyrr hevur slíkt verið goymt, men tíbetur er ikki so longur. Fólk tora tíbetur at traðka fram, og skylda vit teimum at gera tað vit kunnu fyri at hjálpa, upplýsa og fyribyrgja. Kanningar millum ung í Føroyum hava eisini staðfest, at títtleikin av sálarligum løstum PTSD hjá ungum er hægri enn í grannalondunum. Sjálvsagt kann eg ikki siga nakað um hvørjar orsøkirnar eru, men tað er ikki óhugsandi, at siðamisbrot er partur av orsøkini.
Í gjár kom Jenis av Rana inn á trupulleikarnar við rúsdrekka og vísti á, at høvuðsorsøkin til siðamisbrot var alkohol. Alkohol er partur av samanhanginum, men haldi Rósa Samuelsen vísti væl á, at orsøkin til rúsdrekkamisnytslu nettup kundi verið siðamisbrot. Rúsdrekka og heldur meira rúsevnir eru ein stórur trupulleiki, men haldi eg má ávara ímóti at knýta tað so beinleiðis til siðamisbrot, at fólk kunnu fáa tað fatan, at har sum onki rúsdrekka er, eru ongi siðamisbrot. Siðamisbrot eru í øllum samfelagsløðum og í øllum bólkum í samfelagnum. Í samkomum, í ítróttar og frítíðarfeløgum, í familju og nærsambondum, ja allastaðni. Tí má fokus vera meira breitt enn rúsdrekka. Men ikki tí, rúsdrekka og rúsevnir eru álvarsmál sum uttan iva eru orsøk til nógvar tristar lagnur og vánaliga lívsgóðsku, so hetta er ein trupulleiki í sjálvum sær.
Kósin fyri framman
Eisini verður víst til, at uppskotini úr “Á rættari kós” skulu fremjast- við undantak av hækking av pensjónsaldrinum.
So er mín spurningur, merkir hetta at :
- Sparingar vera í Heimatænastuni/heimahjálpini har vit frammanunda eru kunnaði um manglandi tímatal. Vit hava samtykt at fara undir eina tilgongd við heitinum longst møguligt í egnum heimi, hvussu hongur hetta saman ?
- At broytingar vera gjørdar á fyritíðarpensjónum soleiðis, at pensjónin nú fyrst verður veitt frá tí degi hon verður tillutað, og ikki sum nú frá tí degi hon er søkt. Ein sparing uppá 10 mill. Viðgerðin av pensjónsumsóknum tekur millum 1-2 ár. Hvat skulu hesi fólk liva av meðan tey bíða ??
- Merkir hetta at vit fáa økt brúkaragjald á heilsutænastur, tí tað stendur eisini nevnt sum møguleiki
- At vøksturin til lestrarstuðulin komandi árini verður tálmaður og partur verður gjørdur um til lán ?
- At skerjingar vera á túrunum hjá Smyrli og Teistanum ? Meinar man veruliga, at nakað er at skerja av ? Bátarnar sigla ikki so mikið sum hvønn dag !
Samferðsla
Løgmaður vísir á at eysturoyartunnilin skal gerast, og at tað verður í sokallaðum privatum regi. Fyri mær er hetta greitt signal um, at man hevur valt sandoyartunnilin frá, og harvið eisini eina framtíðarætlan til Suðuroynna. Fyrr í ár bjóðaði Kári P Høgjaard tinglimum til eina framløgu saman við Landsverk har tað bleiv víst á, at um norðaoytunnilin og vágatunnilin framhaldandi tóku eitt gjald uppá nakrar og 60 krónur so kundi eysturoyartunnilin og sandoyartunnilin fíggjast av hesum, og øll skuldu gjalda sama kostnað , gott 60 krónur.
Hvat er tað sum fær landsstyrismannin at velja eina ætlan kundi tænt so stórum parti av fólkinum frá, til fyrimuns fyri eini tunnilsætlan til eitt øki sum hevur veg ? tað kundi eg hugsað mær at vita ?? Er man ikki valdur fyri allar Føroyar, nú alt er eitt valdømi ?? Tá ið man kann fáa í posa og sekk við at øll gjalda eitt lítið gjald, hví velur man so tað frá fyri at nøkur skulu sleppa ókeypis ?? Ikki tí, eg havi als onki ímóti einum eysturoyartunnlinum, men man nytist ikki at velja ein, tá ið man kann fáa eina samhaldsfasta loysn við tveimum. Kanska er hetta bara eyðkenni hjá samgonguni, tey sum hava skulu fáa !
-
