Ofta mælir muður tað, ið hjarta er fult av. Soleiðis sigur orðatakið. Í hesum føri vóni eg ikki, tað er so. Tí um vit nú eru farin at umrøða okkara eldru fólk sum eina byrðu tí, at tað er tað, vit innast inni meina, so eru vit farin heilt av kós bæði í hugburði og etikki. So eru vit veruliga á vandaleið, og so er tað bert ein spurningur um tíð, til vit viðgera aðrar samfelagsborgarir á sama hátt, og ein negativur hugburður verður gerandiskostur mótvegis øllum teimum, sum í eygunum á nøkrum, ikki geva til samfelagið.
Orðskiftið seinastu tíðina er broytt. Orðaljóðið er broytt, og hugtøk verða ofta viðgjørd við orðum, sum hava ein negativan undirtóna. Eitt dømi um hetta er, at okkara eldri borgarir verða umrøddir sum ein byrða.
Tey orð, man velur at lýsa eitthvørt við, eru ikki uttan týdning. Orðini liva sítt egna lív, og gjøgnum hesi skýnur okkara hugburður ígjøgnum, tí orðini mynda okkara menniskjaáskoðan. Við teimum orðum, vit velja, kunnu vit sína atburð, sum er virðiligur, sømiligur, positivur ella heilt øvugt. Tí er tað ikki líka mikið, hvørji orð vit brúka, tá ið vit umrøða mál, fólk, avbjóðingar o.s.fr.
Eg helt, vit vóru komin burturfrá at umtala tey eldru sum eina byrðu. Men so er tíverri ikki. Javnan stingur hugtakið seg fram, og tað tykist hava vunnið sær hevd bæði í miðlunum eins og millum nógv fólk. Tá ið vit umrøða tað framtíðar avbjóðing, vit hava við at fíggja vælferðartænastur í eini tíð, har fólkasamansetingin sær øðrvísi út enn í dag, so verður beinleiðis sagt at lagt er ikki upp fyri eldrabyrðuni. Orðið tykist vera “legalt” tí kjakarar fara inn í viðgerðina uttan at umrøða hugtakið, og brúka tað bara sum nakað heilt natúrligt.
Góði tit øll. Latið okkum øll verða samd um at fáa burturbeint hetta eyðmýkjandi og mannminkandi orðið “eldrabyrðan” einaferð med alla. Hugsi tykkum til, hvat liggur í tí ? Og hugsi tykkum til, hvat tað ger við okkara eldru borgarar at hoyra seg sjálvan umrøddan sum eina byrðu ? Hugsi tykkum til, hvussu tað er at fáa at vita, at man liggur samfelagnum til byrðu ? og hvussu tað má vera at hoyra, hvussu nógv man kostar, tí man er blívin gamal.
Nei, tey eldru hava betri uppiborið. Tey eru grundarlagið undir okkara samfelag. Tey hava bygt upp tað samfelag, vit í dag hava. Tey hava sanniliga lyft tungar byrðar fyri okkum yngru. Tí hava tey uppiborið virðing fyri sítt strev, og ta virðingina skulu vit vísa teimum bæði í orð, talu og handlingum. Og eldri fólk eru líka so ymisk sum øll onnur, og hvørki kunnu ella skulu viðgerðast, sum ein einstáttaður bólkur av hjálpartreingjandi fólki, men heldur við denti á tí ymiskleika og tilfeingi tey rúma akkurát sum øll onnur menniskju.
Gamaní hevur samfelagið avbjóðingar fyri framman. Sæð í ljósinum av, at fólkasamansetingin broytist og forskattingin av pensjónum er framd, verður tað ein avbjóðing at fíggja vælferðartænastur í komandi tíðum. Sitandi samgonga hevur við sínur politikki lagt stórt tryst á komandi politikkarar og komandi ættarlið, men tað kunnu tey eldri ikki ábyrgdast fyri. Tí tað er ein politiskur spurningur.
Sirið Stenberg Tjóðveldi
