So stúva vit eitt sindur av við Tjóðveldinum

11 November 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Í oddagrein í Dimmu, mikudagin 10. oktober 2010, viðger blaðið áleikandi málini um fyristingarliga óskilið undir ABC-samgonguni.

Dimma skal hava rós fyri at hava viðgjørt hesi mál við tí álvara, tey hava uppiborið.

Helst er ágangurin móti blaðnum og tess leiðslu sera stórur frá teimum flokkum, ið mynda leiðsluna í landinum, eins og vit hava sæð í lesarabrøvum frá stuðlum hjá samgonguflokkum, tá fjølmiðlarnir røkja sína fremstu uppgávu: nevniliga at verða vaktarhundur og finnast at teimum, ið sita við valdið.

Helst man hesin ágangur vera orsøkin til, at Dimma nú heldur, at neyðugt er at stúva eitt sindur av við Tjóðveldinum mótvegis teimum avdúkingum og kanningum, sum eru gjørdar um landsins leiðslu.

Tí í oddagreinini verður knappliga sett fram tað ótrúliga uppáhald, at undirritaði og Tjóðveldi, skulu hava onkra dulda dagsskrá um at vevja avleiðingarnar av fyrisitingarliga óskilinum saman, og lata embætisfólk, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin sleppa hvørjum øðrum “av krókinum” (!).

Til hetta er bert at siga, at í fyrsta lagi er talan er um beinleiðis ósannindi. Og í øðrum lagi er talan um eina sera løgna greining, uttan nakað hald í veruleikanum.

Altíð avleiðingar og rættartrygd

Vit í Tjóðveldi hava bæði tá vit eru í samgongu og andstøðu kravt avleiðingar og tikið avleiðingar av øllum fyrisitingarligum óskili. Og hava tikið undir við øllum kanningum – uttan mun til um talan eru um egin landsstýrisfólk ella landsstýrisfólk hjá samgonguflokkum.

Dimma kann bert leita aftur í tey mál, sum hava verið. Tey prógva, at undir fullveldislandsstýrinum tók Tjóðveldið sjálvt stig til kanningar av egnum og øðrum landsstýrisfólki. Landsstýrisfólk løgdu sjálvboðið frá sær. Og í øðrum førum tók Tjóðveldi undir við misáliti, tá kanningarstjóri hevði staðfest óreglusemi hjá landsstýrisfólki. (Og tey, sum minnast, vita eisini, at hetta hevur verið atvoldin til, at Tjóðveldi ikki er í samgongu)

Síðani kundi Dimma roynt at gjørt somu kanning undir ABC-flokkunum. Hóast óteljandi mál eru reist frá andstøðuni og umbønir givnar um kanningarstjórar, hava samgonguflokkarnir altíð afturvíst teimum. Fjølmiðlarnir hava heldur onki gjørt við hesi mál, fyrr enn landsgransskoðari og Løgtingsins Umboðsmaður, nú hava fingið málini fram í ljós.

Ongin samanvavstur av málunum

Tjóðveldið og Sjálvstýrisflokkurin hava heldur ikki vavt málini um løggildingina av grannskoðarum saman við málinum um skúlabyggingina í Hovi. Í tí fyrra førinum leggja vit uppskot fram um at reisa ákæru eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna. Í tí seinna savna vit nú undirskrivtir til at seta ein kanningarstjóra.

Og komandi dagarnir fara at prógva, at hesi málini als ikki verða vavd saman. Tey eru hvør sítt og skulu hava hvør sína viðgerð. (Annars er at siga, at í málinum um skúlabyggingina í Hovi, er neyvan talan um eitt “javnaðarmál”. Hóast javnaðarflokkurin var politiski arkitekturin, so var landsstýrismaðurin á økinum úr Fólkaflokkinum. So hví hesir flokkar skuldu gjørt onkran rossahandil millum hesi bæði mál, er sera ilt at skilja).

Embætisfólk ikki burturfjald

Dimmalætting rør eisini í oddagreinini fram undir, at Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin onkusvegna ikki vilja kasta ljós á leiklutin hjá embætisfólkunum.

Hetta má eisini byggja á onkra grundleggjandi misskiljing. Bæði tá talan er um ákærur eftir lógini um ábyrgd landssstýrismanna, og tá talan er um kanningarstjóra um skúlabygging í Hovi, so fevna málini um landsstýrisfólkini og alla teirra fyrisiting. Leiklutirnir verða allir lýstir, tá hesi mál verða kannaði og lýst eftir reglunum (sum frágreiðingin hjá Umboðsmanninum prógvar).

Tá talan er um at taka avleiðingar, so hevur Løgtingið bert landsstýrisfólk og løgmann at fara eftir. Tey hava politiska og rættarliga ábyrgd av fyrisitingini mótvegis Løgtinginum. Og tað eru bert tey, sum løgtingið kann og skal ábyrgda. Á hetta byggir øll skipanin við ráðharraábyrgd.

Avleiðingar fyri embætisfólk og tænastumannakanningar, eru tað bert løgmaður og landsstýrisfólk, sum kunnu taka stig til og fremja avleiðingar av.

Um Dimma nú leggur upp til, at Løgtingið skal leypa upp um løgmann og landsstýrisfólkini og gera sínar metingar og ákærur mótvegis embætisfólki, so rør hon framundir tað veruliga anarkiið og leggur upp til at sleppa landsstýrisfólki og løgmanni av “krókinum”. Tá løgtingið útinnir sítt eftirlit við fyrisitingini er tað gjøgnum løgmann og landsstýrisfólk, sum hava ábyrgdina. Tað fríkennir onki embætisfólk – hvørki høgt ella lágt. Hinvegin verður leiklutirin hjá øllum embætisfólkum lýstur og lagdur og fram, tá kanningar ella rættarmál verða førd. Og síðani er tað upp til løgmenn, landsstýrisfólk ella rættarskipanina at taka avleiðingar “niðureftir”.

Harmiligt, at Dimma – sum hevur ført greiðan journalistikk í hesum málum – skal fara at grugga og villleiða í eini oddagrein. Hvørjum tænir tað, at kollektivisera ábyrgdina og misteinkiliggera andstøðuna í einum so týdningarmiklum máli um ábyrgd landsstýrismanna og skil í fyrisitingini.

Ella er tað so, at tað ber altíð til at stúva eitt sindur av við Tjóðveldinum, tá onkur er komin í trupulleikar?