Skeiva gongdin í fólkatalinum

16 August 2012
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Tað er gott at fólkafráflytingin nú verður tikin upp sum eitt stórmál. Tjóðveldi hevði hetta sum eitt aðalmál í valstríðnum, men tá fekk tað tíverri ikki tað rúmd tað hevði tørv á..


Trupulleikin við fólkafráflytingin/minkingin er ein stórur trupulleiki. Trupulleikin er ikki bert føroyskur, men í fleiri londum rundanum okkum, men tað sum ger trupulleikan so stóran og eyðsyndan hjá okkum er manglandi árgangir við ungfólki og kvinnum.


Havi sagt tað fyrr, og má siga tað aftur, at í útjaðarinum hava vit í nógv á gjørt vart við minkingina í fólkatalinum, uttan at tað hevur elvt til stórvegis høvuðbryggj hjá løgtinginum, men nú trupulleikin er um alt landið verður hann kanska tikin i álvara. Hevði man kanska tá, fyri nøkrum árum síðan, tikið útjaðaran í álvara og sett tær vakstrarætlanir í verk, sum vóru á borðinum, so hevði men í dag kanska havt ávís modellir og royndir til at loysa hesar trupulleikar við. Men man stakk høvdið í sandin, sløkti brandalarmin og eldurin brann víðari. Tað má ikki henda aftur. Td búgva 1200 fólk færri í suðuroynni enn í 1985 tá ið eg fór úr skúlanum. Sama tíðarskeið er fólkatalið bert hækka við 3000 fólkum samanlagt í Føroyum, so fólk eru ikki bert flutt til miðstaðarøkið, men av landinum.


Tað finst ongin einføld loysn á hvussu vit loysa minkandi fólkatalið. Trupulleikin er samansettur og krevur loysnir og átøk á nógvum økjum samstundis.Tá ið eg áður havi spurt inn til hendan trupulleika hevur svarið verið, at nú flatskatturin er komin, so fer tað at loysa seg at arbeiða, og tá fara fólk at flyta heimaftur. Hetta sær ikki út til at halda, og vit mugu viðgera trupulleikan meira nuancera enn tað. Tað snyr seg millum annað um mentanarlív, arbeiði, útbúgvingartilboð, trivnað, hugburð og tolsemi, at trúgva uppá framtíðina og so framvegis.


Kundi hugsað mær at nevnt betran av lestarmøguelikum, og umstøðum hjá lesandi sum eitt gott boð har nakað kann gerast, ella meira har nakað má gerast. Tað er av allarstørsta tydningi, at vit kunnu hava tað unga fólkið her sum longst, hetta skal til fyri at festa rót og støðast. Uttan ungdóm, ongin framtíð. Eisini er tørvur á ítøkiligum átøkum fyri at basa ungdósarbeiðsloysinum.


Størsti parturin av teimum sum eru arbeiðstøk eru ófaklærd fólk, tað er staðfest, so her er eisini eitt stórt arbeiði at gera. Júst hesin bólkur, sum eisini er í størri vanda fyri heilsutrupulleikum enn øll onnur. Her sakni eg veruligan sosialpolitikk. Her liggur ein stór avbjóðing fyri framman. Hevur man onki arbeiði, so er eisini lættari at flyta av landinum. Herrópið “tað skal loysa seg at arbeiða” er ikki nokk í hesum føri.

Tørvur er á Føroyskum eftirskúla
Av ítøkiligum átøkum fyri ung er alneyðugt framhaldandi at arbeiða fyri at fáa sett á stóvn føroyskan eftirskúla. Vit hava havt uppskot frammi, sum tíverri ikki komu ígjøgnum, men haldi at flest øll nú duga at síggja at henda ætlan er alneyðug. Vaksandi partur av okkara børnum ,velja at fara á eftirskúla, og ofta eru tey einans 15-16 ára gomul tá ið tey fara. Uttanlands fáa tey vinfólk, og fara tí kanska á miðnámsskúla har, finna sær maka o.s.fr so møguleikin fyri, at tey flyta heimaftur verður munandi minni. Bara tað at kunna vera í Føroyum tey árini afturat hevði uttan iva havt positiva ávirkan. Vit hava ikki ráð at velja eftirskúlan frá.

Ungar mammur og stakir uppihaldarir
Ungar mammur, sum vit akkurát hava fingið staðfest, at vit hava nógvar av, er eisini ein bólkur sum krevur serlig átøk.Íkki tí, tað er als ikki nakað negativt at mammunar eru ungar. At vera mamma hevur onki við aldur at gera, men yngru mammunar hava ofta størri sosialar avbjóðingar. Umráðandi er, at hesar mammur fáa góð útbúgvingartilboð , og at umstøðurnar at útbúgva seg hóast tað, at tær hava børn eru góðar. Her ber ikki til við t.d 11 mánaðar lestarstuðli. Fari tí at heita á landsstýrið um at fara undir eina tilgongd har vit fáa 12 mánaðar lestrarstuðul, og um ætlanin er trupul at røkka, so at byrja við teimum lesandi, sum hava børn. Lesandi við smábørnum hava ikki góðan møguleika at arbeiða í ferium, og nógvastaðni er barnaansingin stongd. Og so tað, sum so sera umráðandi, barnið má hava rætt til feriu saman við foreldrunum.


Stakir uppihaldarar eru eisini ein bólkur, sum krevur munandi batar, og alt ov ofta hoyra vit um at teir flyta. Tá er tragedian dupult, bæði foreldur og barn fara a av landinum, og koma kanska ikki aftur tá ið barnið festir útlendskar røtur. Vit missa tá bæði nútíð og framtíð !


Seinastu dagarnar hava vit hoyrt um mammur, sum ikki eiga fyri mat. Hetta er so ræðandi at løgtingið átti at lagt alla orku í at fáa hetta loyst. Og eg veit at støðan er so, tað kemur eisini fyri at fólk venda sær til kommunur tí tey ikk eiga fyri olju og sita køld. Tíbetur er hetta ikki ofta, men tað átti als ikki at hent. Somuleiðis hoyra vit í kringvarpinum um góð fólk sum koyra út við mati til serliga stakir uppihaldarar, og vit vita at nógv søkja hjálp á jólum. Hetta er eitt álvarsamt tekin um at okkara skipanir ikki eru nøktandi. Tíverri haldi eg, at tað verður brúkt sum skálkaskjól at hesir fólk hjálpa, so landið átekur sær ikki uppgávuna, heldur enn at tað skuldi verið øvugt – at tað bleiv tikið sum eitt tekin um at her má okkurt gerast

Barsilsskipanin
Haldi eisini at tíðin er komin til at víðka um barsilsskipanina soleiðis, at ein miðvís ætlan um hvussu hendan verður víðkað til eitt ár verður løgd. Tað kann gera umstøðurnar hjá barnafamiljum lættari og vera við at geva eina betri lívsbyrjan fyri barnið, at tað kann vera longri heima. Vit fáa so fá børn, at tað mugu við raðfesta. Øll londini rundanum okkum hava framt munandi batar á hesum øki, og vit eiga at gera tað sama. Tað er ein íløga í framtíðina sum heilt víst fer at kasta nógv gott av sær.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi