Ótaldar orsøkir eru at bera Norðurlandahúsinum tær bestu og fagrastu kvøður á 30-ára degnum. Og at fagna teimum, sum hava gingið undan at fáa húsið til veruleika – og øllum teimum, ið hava starvast, skapað, framført, sýnt fram, fundast, vitjað, stuðlað og givið húsinum lív.
Tá ið Erlendur Patursson, sáli, legði sítt víðskygda uppskot fyri Norðurlandaráðið um at byggja norrønt hús í Føroyum, høvdu fá ímyndað sær úrslitið og møguleikarnar. Hvussu ríkt lív fór at verða skapað í hesum húsi. Og hvør dýrgripur fyri mentan, list og samskifti fór at vaksa fram í Sortudíki.
Allir teir stjórar úr ymsu Norðurlondunum, tey stýrini og tey starvsfólkini, ið hava havt ábyrgd av húsinum, hava sett sín heilt serstaka dám á lívið og innihaldið í húsinum. Og ikki minst hava øll tey, sum hava fylt húsið og tiltøkini hjá húsinum kring alt landið við skapan og lívi og áhuga, verið hjartatátturin í tí heild, sum Norðurlandahúsið er á sínum tríati ára degi.
Norðurlendskar hugsjónir í verki
Havi støðugt ført tað fram í norðurlendskum samskifti, sum eg havi tikið lut í: Norðurlandahúsið í Føroyum er tann stovnur, ið best hevur prógvað norðurlendskt samstarv í verki. Sum útinnir allar tær hugsjónir og mál, ið verða havd á lofti um norðurlendskt samstarv, tá steyparøður verða hildnar í norðurlendsku høvuðsborgunum.
Henda byggilistarliga perlan er gjørd úr tilfari úr øllum Norðurlondum. Húsið hevur drigið mentan. list og samstarv úr øllum hinum Norðurlondunum til Føroya – og úr øllum heimi.. Norðurlandahúsið hevur lagt rásir til føroyska mentan, list og samstarv út í hini Norðurlondini og út í allan heim. Norðurlandahhúsið hevur skapað mentan, list og tiltøk um alt Føroya land. Húsið hevur verið opið fyri øllum – og hevur hýst alskyns tiltøkum fyri øll samfelagsøki og allar samfelagsbólkar. Norðurlandahúsið hevur latið heimin upp í Føroyum. Og hevur gjørt Føroyar størri í heiminum.
Yðjandi lív
Norðurlandahúsið gjørdist ein korall í Norðuratlantshavi. Eins og ein korall, ið er vaksin úr lívrunnum tilfari. Har óteljandi skap taka seg upp. Sum dregur lív og virksemi afturat sær úr øllum ættum. Har ein ørgrynna av vøkstri og ymiskum verum finna lívsumstøður og skapa nýggj sambond. Eitt yðjandi lív, sum heldur á og leggur afturat við møguleikum fyri hvørt ættarlið.
Latínska orðatakið um korallina er helst besta lýsingin og kvøðan, vit kunnu geva Norðurlandahúsinum:
“In tranquillo mors. In fluctu vita.” – “Í stillstøðuni deyðin. Í streyminum lívið.”
Vil vegna Tjóðveldi og sum umboð í Norðurlandaráðnum takka øllum teimum, sum hava skapað Norðurlandahúsið, og ynskja okkum øllum í Føroyum og í Norðurlondum alt tað besta fyri Norðurlandahúsið og norðurlendskt samstarv í komandi árum.
Høgni Hoydal
(løgtingsmaður og limur í formansskapi Norðurlandaráðsins)

