Nøkur hjartamál

28 October 2011
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Viðvíkjandi Suðuroyar Sjúkrahúsið so er at siga, at málið hjá landsstýrismanninum John Johannesen um eina felags leiðslu ikki er tikið aftur, men er parkera til aftaná valið. So vita vit tað ! Gott nokk vísa floksfelagir hansara í oynni á, at teir ikki taka undir við hesum, men vit kunnu bara hyggja hvat hendir tá ið ein av teimum á fundi í Vági segði seg vera móti tilfeingisgjaldið. Tá traðkaði formaðurin í karakter og á Portalinum stóð at lesa, at Hendrik Old skuldi taka undir við hesum um hann skuldi vera við. So verður spennandi at síggja um formaðurin fer at gera tað sama við tey,sum ikki taka undir við uppskotinum um felags leiðslu ?


Trupulleikin við uppskotinum er, at tann dag vit hava felags leiðslu, og sparingar skulu setast í verk, og ongin er at verja lokalu áhugamálini. Tá fer at bera til hjá leiðsluni at niðurlaga virksemi uttanum politiska myndugleikan. 4000 norðingar eru samdi við okkum í hesum, og haldi meg kunna siga tað sama um størsta partin av fundarfólkinum sum vóru á borgarafundi um málið í Trongisvági. Neyvan hava øll hesi skilt boðskapin skeivt !


Eftirskúlin hevur fingið nógva umrøðu, og kommununar í oynni hava verið jaligar um verkætlanina. Allíkavæl hevur landsstýriskvinnan í mentamálum ikki sett hesa verkætlan í verk, men spælir bóltin yvir til kommununar, og sigur at málið er steðga har tí at kommununar ikki eru samdar. Hetta er beinleiðis skeivt, og hava vit sæð í lesarabrøvum millum valevnini hjá javnaðarflokkinum at so er.


Eftirskúlin er ein verkætlan sum er Suðuroynni at frama. Vit fáa her møguleika til at halda tey ungu longri í oynni, at fáa onnur ung til, bæði úr Førpyum og uttanlands. Umframt hetta fáa vit lærarastørv, og møguleika hjá fólkið at seta búgv í oynni. Heilsuskúlin vísir okkum at hetta ber til. Eftirskúlin kann knýtast til aðrar verkætlanir í oynni, langhylin í Vàgi, Saltsiloina og mentanarlívið sum heild og kann blíva okkara brand út í heim


Tey mál i liggja mær nærmast at hjartanum, eru livikorini hjá fólki. Okkum tørvar politikarar sum hava innlit í hvussu vanlig fólk liva og hvørji átøk eru neyðug fyri at betra um lívsgóðskuna. Eldraøkið tørvar at vera endurskoða, ein familjupolitikkur má orðast, og vit mugu arbeiða fram móti at gera viðurskiftini hjá okkara børnum betri, serliga teimum børnum sum tørva hjálp. Hesi eiga ongan góðan í dag , men vera blakað millum land og kommunur, millum stóvanr og ráð, alt meðan tíðin gongur við umsitingarligum arbeiðið. Og barnaárini ganga meðan bíðilistin veksur. Hetta vil eg vera við til at broyta