Hvat hevur landsstýrið gjørt og ætlar at gera í sambandi við málið um samsýningar og Marknagilsdepilin?
Málið um nevndarsamsýningar hjá limum í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin hevur enn ikki elvt til nakra frágreiðing frá landsstýrinum, sum hevur ábyrgdina av bæði skúlunum og verkætlanini.
Tí er soljóðandi fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í mentamámálum. Nú val er skrivað út, er talan um sonevndan §52a-fyrispurning, ið skal svarast skrivliga og ikki nýtist løgtingsfund til tess at verða svaraður.
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
§52-a fyrispurningur
til
Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum
Viðvíkjandi samsýningum og sjálvsvognarstovnum
1. Hevur landstýriskvinnan vitað um gongdina viðvíkjandi samsýningum til limir i bygginevndini fyri Marknagilsdepilin, og hevur hon tikið nøkur stig í hesum sambandi?
2. Hava landsstýriskvinnan og Mentamálaráðið tikið nakrar avleiðingar ella gjørt nakrar reglur fyri leiklutin hjá sjálsvognarstovnum í eini slíkari verkætlan?
3. Hvørjar niðurstøður hevur landsstýriskvinnan gjørt um víðari avleiðingar i hesum máli?
4. Hvørjar ætlanir eru gjørdar um leiklutin hjá sjálvsognarstovnum frameftir?
Viðmerkingar
Tað hevur vakt miklan ans, at stórar samsýningar eru latnar til summar limir í bygginevndini fyri Marknagilsdepiliin, nevniliga umboðini fyri teir skúlar, sum formliga eru sjálvsognarstovnar.
Talan er um eina ta størstu almennu byggiverkætlanina í Føroyum, sum Løgtingið játtar allan peningin til.
Landsstýrið hevur ábyrgdina av allari verkætlanini og hevur formliga sett bygginevndina. Hartil hevur landsstýrið eisini ábyrgdina av skipanini og reglunum viðvíkjandi sjávsognarstovnum.
Tí verður spurt, hvør landsstýrisins leiklutur hevur verið og ætlast at verða í hesum máli – bæði viðvíkjandi tí, sum farið er fram, og hvør ætlanin er frameftir.
02. oktober 2011
Høgni Hoydal, løgtingsmaður
´

