Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann viðvíkjandi ráðførslu við uttanlandsnevndina í sambandi við týðandi samráðingar:
1. Er løgmaður farin undir samráðingar við donsku stjórnina um at prístalsviðgera ríkisveitingina til Føroya afturvirkandi til 2002, hvat samskifti hevur verið og nær, og hvussu langt eru samráðingarnar komnar?
2. Heldur løgmaður, at hann er farin fram í samsvari við §54, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, har ásett er, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins, áðrenn samráðingar av týdningi í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark?
3. Ætlar løgmaður at ráðføra seg við uttanlandsnevndina?
4. Nær er ætlanin at enda samráðingarnar, hvør skal samráðast vegna landsstýrið og hvørjar eru høvuðgrundgevingarnar hjá landsstýrinum í royndunum at fáa meira pening úr Danmark?
Viðmerkingar
Landsstýrið hevur boðað frá, at boð eru farin til donsku stjórnina um, at landsstýrið vil samráðast um at prístalsviðgera ríkisveitingina afturvirkandi til 2002. Hetta má metast sum byrjanin til samráðingar.
Í stýrisskipanarlógini §54 stendur:
”§ 54. Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.
Tí verður spurt, hvørt løgmaður heldur seg hava hildið stýrisskipanarlógina, og um hann ætlar at ráðføra seg við uttanlandsnevnd løgtingsins í hesum máli.
Eisini verður spurt, hvussu langt samráðingarnar eru komnar, hvør samráðist vegna landsstýrið (er til dømis fíggjarmálaráðharrin við) og hvørjar grundgevingarnar eru fyri upplegginum frá landsstýrinum.
Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, um gjald fyri heilsutrygd
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um heilsutrygdargjaldið, har hvør føroyingur uttan mun til inntøku, rindar sama gjald til Heilsutrygd?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta gjaldið, ið varð fráboðað at vera fyribils frá undanfarna landsstýri, skal halda fram sum ein nevskattur, har tann lesandi, flakakvinnan og millióningurin rinda sama gjald?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við gjaldinum til Heilsutrygd í komandi árum?
Viðmerkingar
Undanfarna landsstýrið tók av sjúkrakassarnar og setti á stovn Heilsutrygd. Tá varð gjørd ein skipan, sum helst er eindømi í okkara parti av heiminum: Við lóg varð álagt eitt gjald til Heilsutrygd, sum øll skulu gjalda og øll skulu gjalda somu upphædd, uttan mun til inntøku og samfelagsstøðu. Talan er sostatt um ein nevskatt, ið er álagdur við lóg.
Táverandi landsstýrið boðaði tó frá, at talan bert var um eina skiftisskipan, tí frá 1. januar 2012 skuldi gjaldast til Heilsutrygd umvegis skattin. Tað hevði merkt ein munandi lætta hjá teimum við lægstu inntøkunum.
Spurningurin er tí, um nýggja landsstýrið ætlar tað sama, ella um ætlanin er at halda fram við nevskattinum.
Á løgtingi 28. November 2011
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

