Tá ið eg kom framvið Tinghúsvøllin og sá øll tey litføgru hjørtuni tók eg tað sum eina vælmeinta áminning um, at her eru nøkur fólk sum veruliga hava nakað uppá hjarta.
Og hvat er tað so starvsfólki á dagstóvnaøkinum hevur uppá hjarta. Jú tey ynskja sær tíð til at leggja arbeið soleiðis tilrættis, at okkara børn kunnu fáa eitt enn betri innihald í dagligdegnum.
Skilji so sera væl hvussu tað kennist at vera starvsfólk á barna og umsorgsøkinum, og hava kensluna ikki at vera hoyrdur og virdur. Havi sjálv starvast við børnum í mong ár, og veit hvat tit eru uppi ímóti. Kenni eisini sera væl til tykkara arbeiðsøki frá góðum tvørfaglugum samstarvi, og ikki minst sum foreldur.
Røkt og umsorgan, um tað er í mun til børn ella vaksin verður als ikki raðfest. Kanska tí tað traditionelt eru kvinnur sum hava røkt hesa uppgávu. Ella kann tað vera so statt, at vit innast inni halda at hesi størv ikki hava tann stóra týdningin, og at einhvør kann røkja uppgávuna. Er verðuleikin ikki at alt skal metast uppmóti makreli, tunlum, vegum o.s.fr har tað ber til at seta sær varðar ? Spyrji bara ?
Tað at vilja okkara børnum væl, er at vilja framtíðini væl. Arbeiði á dagstóvnaøkinum er grundað á lógir og reglugerðir, og fagliga vitan á høgum støði. Uppgávan er ikki einans at ansa børnunum meðan foreldrini arbeiða, men at menna og menta barnið útfrá givnum fortreytum. Endamálið er at hvørt barn nær so langt á menningarleiðini sum íbornu evnini eru til, og hetta kemur ikki av sær sjálvum , men við miðvísum og tilrættalagdum arbeiði
Vóni at kampurin hjá Pædagogfelagnum kann vera við til at skapa størri virðing um starvsfólk sum arbeiða við sokallaðu bleytu virðunum, ella arbeiða við hjartanum. Og vóni at ein semja skjótt verður funnin.
Børnini eru framtíðin, onki at sær komi samfelag setur framtíðina í aftastu røð
Sirið Stenberg
