Hjartans tøkk

14 November 2012
Skrivað hevur
Høgni Hoydal



Og hjartans tøkk til hvønn tykkara, ið valdu og góvu valevnunum og listunum sín stuðul.

Vit fegnast um tey frálíku úrslitini kring landið. Og harmast, har bara heilt fáar atkvøður høvdu kunnað fingið enn fleiri fólk á lista E inn at fremja síni hjartamál í kommunalpolitikki.


Til lukku til tey valdu:

Í Vágs Kommunu: Dennis Holm, Sirið Steenberg, Dánjal Bjarkhamar og Annu Brattaberg.

Í Eysturkommunu: Jóhan Christiansen, Brandur Jacobsen og Ólavur Olsen.

Í Klaksvíkar Kommunu: Steinbjørn O. Jacobsen, Óluva Klettskarð og Jóhann Lutzen.

Í Tórshavnar Kommunu: Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam.

Tær bestu kvøður til Jákup Símun Simonsen í Hoyvík og Tollakk Joensen í Norðagøtu við tøkk fyri gott avrik.

Somuleiðis ein kvøða og tøkk til Jógvan Krosslá í Vági og Elina Vatnhamar Olsen í Leirvík, sum ikki stillaðu upp aftur hesaferð.

At enda ynska vit øllum teimum valdu í øllum teimum 30 kommununum kring landið til lukku við valinum og hepna hond í arbeiðinunum, fólkaræðinum og landinum at frama.