Gott tjóðveldisfólk. Vestmenningar. Norðstreymoyingar. Føroyingar. Gestir. Frælsisfólk.
Ábyrgdin á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín,
byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.
So yrkir og syngur vestmenningurin, Martin Joensen, í einari av sínum mongu dygdaryrkingum og við einum av sínum mongu yndisligu løgum: "Morgun". Ein yrking vígd nýfødda barninum, ið trínur inn í hendan heimin. Og ein yrking, ið samstundis rúmar allari verðini og teimum tilverugrundarligu mannakorunum.
At aksla ábyrgd. Taka við tí arvi, ið er okkum givin við øllum sínum møguleikum og forðingum. At bera byrðarnar betur. At geva okkara børnum, abba- og ommubørnum og ókomnum ættarliðum grundarlag og framtíðarrásir at bera ábyrgdina og byrðarnar. Tað er eisini okkara setningur sum politiskur flokkur og politisk hugsjón – og um hetta eigur eisini hetta floksting okkara í Vestmanna 2010 seg at snúgva.
Og mín høvuðsboðskapur í dag er greiður: Tað er morgun í Føroyum, hóast bølaniðu í landsins stjórn!
Vit hava góðar møguleikar sum tjóð at venda teirri búskaparkreppu og kreppu í okkara tilfeingisvinnu, sum fyrst av øllum er skapt av politiskum skeivum avgerðum. Vit hava allar møguleikar at fremja okkara hugsjónir, um vit savna tær mongu frælsiskreftirnar og skapandi kreftirnar, sum eru í landinum og sum ein margbroytiligur heimur letur upp ræsur fyri. Tað krevur, at vit taka ábyrgdina á okkara herðar og eisini bera tungar byrðar. Sparka hesar køvandi dýnur av okkum, sum heimastýrisins ABC leggur á okkara kropp og sinni hvønn dag. Og at vit tora at ganga út í morgunin og vindin við røttum ryggi sum tjóðveldisfólk.
Veruligar broytingar
í einum samfelag kunnu henda, tá bæði innanhýsis trýst og uttanhýsis umstøður virka saman við kravi um atgerð og umstilling. Tá standa vit í einum sonevndum "søguligum gloppi", har tað er sera avgerandi, um vit megna at taka røttu avgerðirnar ella vit bara leggja okkum undir dýnuna og liggja sjóvarfallið av okkum.
Tað er morgun í Føroyum, sum lýsir fyri einum politiskum vaktarskifti og einum politiskum siðaskifti. Og tað er niðurfaringartíð hjá tí gamla heimastýrisliga valdspolitikkinum hjá einstaklingum og flokkum, sum bara vendir inneftir og sum aftur og aftur leiðir okkum út í kreppur, forðar fyri broytingum og druknar í ábyrgdarundanstøkking og nalvaskoðan.
Leingi hevur verið songartíð hjá sitandi stjórnarsamgongu, og alt bendir tíverri á, at um so allir heimsins hanar gala, so fæst hon ikki upp ella út í vindin.
(Øll orkan sær út til at fara til eitt standandi koddakríggj millum samgonguflokkarnar. Har fjølmiðlarnir dagliga varpa út innan úr sovikamarinum, sum var tað ein spennandi landsdystur og har samgonguleiðararnir skiftast um at stinga høvdið fram at greiða frá gongdini í koddakrígnum, meðan fjaðrarnir flúgva frá. Tað er eitt rættiligt bragd hjá øllum pørtum at halda uppi ímyndini av hesum landsdysti í ongum. Ongin veit, hvat málið er. Ongin veit, hvar bólturin er, ella hvørjum bólti spælt verður við. Ongin veit, hvørjar reglur galda. Eitt er kortini vist, at hóast vit øll tapa 50-null í hvørjum dysti, so kemur løgmaður út og fortelur okkum, at talan er um ein stórsigur til øll, og at øll hava vunnið.)
Okkara størsta avbjóðing er, at vit ikki fara til songar saman við teimum ella draga somu gardinur fyri okkara gluggar, sum politiska leiðsluloysi elvir til.
Hugsjónarýtini: Frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd
Vit, sum eru savnað her í dag, eru savnað um eina hugsjón, ið byggir á fýra grundsúlur: Frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd. Higartil hava vit serliga lagt dent á Frælsi, javnrættindi og samhaldsfesti, men eg haldi, at vit eiga at lyfta upp hugtakið burðardygd í breiðari merking til eina grundsúlu í politikki okkara. Í veruleikanum hevur tað verið partur av tjóðveldispolitikki frá upphavi við denti á orkupolitikk og stovnsrøkt. Men burðardygd merkir ikki bara burðardygd í sambandi við náttúrutilfeingi og orkunýtslu.
Tað er eisini eitt grundleggjandi virði í mál- í mentanarpolitikki. At vit støðugt eru før fyri at endurskapa, skapa nýtt og støðugt seta við í okkara mentanarvirksemi – og ikki bara varðveita tað, sum er.
Somuleiðis er burðardygd eitt grundleggjandi mál í okkara stríðið fyri fólkaræði: At vit hava eitt burðardygt fólkaræði, ið støðugt skapar, nýtt setir við og kastar av sær til komandi ættarlið.
Burðardygd er aðalmál, tá ræður um sosialpolitikk. At hvør einstakur, familjurnar og sosialu skipanirnar kunnu skapa sosiala burðardygd, har fólk kunnu skapa og menna sínar førleikar heldur enn at gerast fastløst í ómegdarstøðum, har meira og meira krevst bara til tess at ana og yvirliva.
Og burðardygd er sjálvandi eisini høvuðsýti og virði, tá tað snýr seg um okkara búskap. At vit kunnu endurskapa og skapa nýggj virðir, ið kunnu liva og hvíla í sær sjálvum. Og ikki byggja á skipanir, ið gera okkum meira og meira heft av stuðli uttanífrá, sum í veruleikanum tekur burtur førleikarnar at bera sjálv og menna nýggjar førleikar.
Frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd. Hesi hugsjónarligu virðir skulu ongantíð gerast fótatraðk. Hesi virðir eru ýtini, ið skulu ganga ígjøgnum øll tey framtíðarmál og tann ítøkiliga politikk vit seta okkum. Og tey eru tær vektirnar, vit skulu meta og viga okkara avgerðir á. Fremja okkara ítøkiligu avgerðir og ætlanir frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd? Í heimligum sum í altjóða politikki?
Lat meg bert taka tvey ítøkilig dømi um, hvussu vit kunnu nýta okkara hugsjónarligu virði sum virði og vekt í politiskum avgerðum:
1. Okkara heimastýrisligi búskaparpolitikkur, har støðugt hevur verið billað fólki inn, at blokkstuðul er grundarlag og treyt fyri vælferð. Skapar hann frælsi hjá okkum sum tjóð og samfelag? Nei, men kanska eitt frælsi hjá ávísum bólkum og einstaklingum. Men hann skapar fyrst og fremst ótta og vantandi dirvi at gera broytingar. Skapar hann javnrættindi? Nei, men kortini hevur tað verið ein av fremstu grundgevingunum fyri honum. Skapar hann samhaldsfesti? Nei, tí hann byggir á, at tað ikki er skapanin og býtið av virðunum okkara millum, ið skapa vælferð, men at vit skulu sleppa undan at gjalda til heilsu, skúla og almannamál og annað mangt. Skapar hann burðardygd í okkara búskapi? Nei, tvørturímóti byggir hann á prinsippið um, at vit ikki megna at skapa og endurskapa virðir, ið kunnu hvíla í sær sjálvum og kasta nóg mikið av sær.
2. Okkara vinnupolitikkur og so serliga fiskivinnupolitikkur. Er hann bygdur á frælsisprinsipp fyri øll? Skapar hann javnrættindi? Byggir hann á samhaldsfesti mótvegis felags ogn og komandi ættarliðum? Skapar hann burðardygd, har virðini kunnu endurskapast og kasta av sær? Svarið liggur beint fyri?
3. Okkara politikkur mótvegis umheiminum og okkara atgongd til at taka lut í altjóða samstarvi sum tjóð, bólkar og einstaklingar. Er tað bygt á frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd?
Og vit kundu skoytt uppí hesar hugsjónarligu "lakmus"-royndir, sum okkara politisku avgerðir skulu standa og vigast eftir, tveir aðrar spurningar, ið altíð mugu setast: Styrkir hetta okkara førleikar og sjálvsvirðing og gevur okkum møguleikar at mennast?
Hugsjónir og virði eru tað einasta, ið skapa framburð og framtíð. Og hóast mótstøðu og háð, so eru tað tey víðskygdu hugsjónarmálini, sum øll at enda savnast um og síggja sum mest dýrabæra og sjálvsagda virði. So hevur verið við málstríði, mentanarvirðum, útbygging av landinum, ræði á okkara tilfeingi, javnstøðu og samhaldsføstum skipanum. Soleiðis fer eisini at vera við teimum frælsu Føroyum, ið fara at mennast sum javnsettur partur av heiminum við góðum og ringum.
Og so fer eisini at verða við burðardyggari tilfeingisumsiting og varðandi orkukeldum, tá tær broytingarnar eru framdar. Tá fer ongin at siga seg ósamdan ella at stríðast fyri at venda aftur til heimastýrisligheit og tilvildarliga viðferð av okkara náttúrutilfeingi og lívsgrundarlagi.
Hesum somu hugsjónum og virðum hava tey mongu, sum undan okkum hava gingið, stríðst fyri og mett sítt virki eftir. Undir skiftandi umstøðum og oftast við nógv størri forðingum og mótburði, enn okkum er fyri í dag. Tey hava givið okkum eina ábyrgd í gávu at bera áfram.
Sum siður er, fari eg nú at heita á okkum øll um at reisa okkum, og í tøgn eina løtu minnast tey í takksemi, sum hava lagt árarnar inn, síðani vit seinast hildu floksting suðuri í Skálavík.
----
Rúmast øll verðin í Vestmanna?
Tað er ein frægd at kunna stevna til tings her á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tann einasti miðnámsskúlin í Føroyum, sum – í mun til okkara skúlaskipanir, sum eru avritaðar av donskum skipanum – veruliga er sprottin úr og bygdur á hugsjónina um at nema sær lærdóm á altjóða stigi við støði í okkara egna jørðildi, royndum, tørvi og umstøðum.
Í okkara tilfeingi og í teimum krøvum og teirri vitan, ið krevjast til at gagnnýta tað og umsita tað burðardygt, ber til at skipa útbúgving, ið samstundis gevur miðnámsástøði í grundleggjandi fakum og atgongd til hægri útbúgving um allan heim.
Hendan sjónarring eiga vit at halda okkum sum fyrimynd, nú ein nýggj miðnámsskúlaskipan skal setast í verk.
Og tá vit líta út yvir hesa aldargomlu bygd, kunnu vit av røttum spyrja:
Rúmast øll verðin í Vestmanna?
Ja, so vist ger hon tað. Navnið Vestmannahavn – havnin hjá vestmonnum – bendir á, at írar hava verið landnámsmenn her. Neyvan írskir munkar kortini, tí í nýggjari tíð gjørdist Vestmanna eitt av teimum plássum, sum fjølgaðist og broytti Føroyar. Her kom ein av úthandlunum hjá Kongliga Einahandlinum, og tá ið tann politiskt setta spennitroyggjan, ið einahandilin var, loksins varð loyst og smoygd burturav, gjørdist Vestmanna ein av miðdeplunum við nýggjum vinnuvirksemi, mentanarlívi og undangongufólki í tjóðskapararrørslu og framburði.
Lat meg bara nevna Ólav á Heygum. Umframt sítt vinnuvirksemi í fiskivinnu og handli, stríddist hann fyri mentan. skúla, bókasavni og kirkju í bygdini. Og longu í byrjanini av 20. øld fer hann undir at royna at fáa telefonkaðal millum Vestmanna og Havnina. Og hann fer undir at byggja eina byrging til at skapa ravmagnsorku longu í 1907. Men hann fær ongan stuðul úr Løgtinginum og møtir stórari mótstøðu.
Fyri 100 árum síðani varð altso á hesum stað stríðst fyri at menna eitt infrakervi, ið kundi binda hetta plássið saman við restini av landinum og víðari út í heim – og her varð stríðst fyri at gagnnýta tilfeingið við nýggjari tøkni og burðardyggari orkuframleiðslu.
Og standa bæði vit og allur heimurin í dag ikki júst og biðja eftir slíkum átøkum? Er stríðið hjá Ólavi á Heygum og øðrum við honum, ikki sama fyrimynd og avbjóðing fyri okkum í dag?
Á Skipasmiðjuni her vórðu eisini vælaverkini hjá John Smith, sála, smíðað. Tey nýskapandi línuskipini: Sundaenni og Thomas Nygaard. Eisini bygd á hugsjónina um burðardygga veiði, orkusparing og rættindi til meiniga fiskimannin.
Her í bygdini fostraðist eisini markabrótarin, ið sá alt Norðuratlantshav og arktiska økið sum eitt ovurríkt tilfeingisøki og legði alt fyri til tess at finna og troyta nýtt tilfeingi: John Dam.
Í Vestmanna hava javnstøðan og javnrættindini verið borin fram av sterkum kvinnum, sum bæði í lands- og kommunalpolitikki, hava gingið fremst í landinum.
Og orkusparing, varðandi orka, náttúruvernd og margfeldni hava eisini síni fremstu undangongufólk júst her í Vestmanna við Finnboga Joensen og øðrum, sum langt áðrenn tað gjørdist "trendur", hava skapt ítøkilig úrslit við grønari orku, grønum loysnum og grønari tøkni.
Alt hetta er prógv um, at einaferð kemur tað undan, alt tað, sum verður droymt.
Havi altíð hildið tað verið nokk so margháttligt, at vestmenningar hava navngivið tvey av sínum vøkru fjøllum á ein serstakan hátt. Fyri vestan hava vit fjallið, ið ber navnið Hægstafjall. Tað er 296 metrar til hæddar. Men fyri norðan hava vit Loysingarfjall, sum er 639 metrar. Er hetta eitt dømi um tað støðuga stríðið í føroyskum stjórnmálum og samfelagsmálum, har ein partur hevur hildið Hægstafjall verið hægsta málið at seta. Meðan sjálvstýrissrørslan hevur sett Loysingarfjall sum málið?
Í hesum vali standa vit støðugt. So jú. Sjálvandi rúmast allur heimurin og allir heimsins tilverugrundarspurningar eisini beint her – í Vestmanna.
----
Merktur av ringastu royndum
Heimurin fyri tær opin,
kannar teg gjølla og væl,
merktur av ringastu royndum,
býður tær kortini sess.
Hetta eru aftur orð, sum Martin Joensen setur á morgunsmyndina. Og hvørjar eru tær royndirnar, heimurin og vit øll eru merkt av í løtuni?
Vit hava aftur lært, at tað, sum skapar kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, hevur ongantíð verið ov lítið av peningi. Tað hevur hinvegin verið ov nógvur peningur, samrunnin við politiskt ábyrgdarloysi.
Tá ov nógvur peningur hevur verið sprændur út í skipanir, ið annars kundu ment seg sjálvar, men sum køvast av skeivum politiskum avgerðum. Tá peningur, sum ikki hevur varðandi virði ella veruliga framleiðslu og botn aftanfyri seg, hevur verið hildin at verið grundarlagið fyri vælferð. Ov nógvur peningur, sum er nýttur skeivt í jagstran eftir persónligum løtuvinningi ella fiktivum virðum til fáar úrvaldar bólkar. Okkara royndir eru, at kreppurnar eru skaptar, tá felagsskapurin og samhaldsfestið hava verið offrað fyri egingirndina, og vit hava slept teimum virðunum, ið kunnu endurskapast og hvíla í sær sjálvum, til frama fyri, at tey fáu kunnu seta framtíð okkara alra í pant.
Og vit hava lært, at tíðin má vera farin frá teimum, sum prædika, at trygdin hjá okkara pensjónistum, sjúku og veiku, liggur ikki í tí sum, tey sjálv hava skapt av virðum og í tí sum vit sjálv gjalda til felagsskapin – men at tað skal grundast á pening aðrastaðni frá, ið ikki mennir okkara ábyrgd fyri javnvág, samhaldsfesti og býti av samfelagsvirðum. Men at vit ístaðin kunna leggja ábyrgdina frá okkum fyri at skapa burðardygga fígging av okkara vælferðarsamfelagi og heldur nýta peningin frá okkara egnu framleiðslu til persónlig prestisjuprosjekt og størri fyrimunir til tey vælbjargaðu.
Tann áleikandi heimskreppan hevur lært okkum – og vónandi heimsins tjóðir allar – somu greiðu setningar. Ein fíggjarheimur hevur troðið ein villan dans um øll heimsins lond, ið hevur verið bygdur á at flyta íspunnin virðir á færri og færri hendur, meðan ongin verulig framleiðsla og virðir hava verið aftanfyri. Onki fólkaræðið ella fólkavalt eftirlit hevur havt minsta tamarhald á hesum blindu kreftum. Tá dansurin ikki slapp longur út í ytstu krókar, og økta ferðin ikki kundi føðast við nýggjum fiktivum virðum, kann dansurin nú ikki troðast undir moldum.
Eftir liggur rokningin hjá felagsskapinum og verri er hjá breiðu fjøldini at leika fagurt á foldum. Fólkaræðið skal taka upp eftir neoliberalu ódnina, ið hevur snýst so mangt omanav. Og fátækasta fjøldin ber higartil dýrasta prísin.
Eftirá liggur eisini sjálv vistfrøðiskipan heimsins og veðurlagið á jarðarknøttinum. Og tað stendur ljóst, at komið er at teimum mørkum, at tvey til trý ættarlið av heimsins ríkastu fólkum, kunnu ikki brenna tað tilfeingið av og sankað alt tað inn undir seg, sum er bygt upp og hevur funnið sína javnvág gjøgnum milliónir av árum.
-----
Søguliga gloppið
Í hesum liggur kortini eisini tað søguliga gloppið hjá okkum. Megna vit at leggja um og taka nakrar slóðbrótandi avgerðir, ið byggja á hugsjónarvirðini: frælsi, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd, so hava vit í veruleikanum góðar møguleikar at menna okkum sum ein grøn vakstrarlund í miðjum Norðuratlantshavi og leggja rásina til ein sjálvberandi búskap.
Tí í mun til onnur lond, ið hava tengt sín búskap á fiktiv spekulasjónsvirði, hava vit við bara eini umlegging í okkara tilfeingisumsiting, har vit lutfalsliga liggja í einum av heimsins ríkastu og mest áhugaverdu økjum, møguleikan at fáa ein nýggjan morgun.
Heimurin skríggjar eftir burðardyggari vinnu – og altjóða trýst liggur á okkum um at liva upp til hesi krøv, um vit skulu vera kappingarfør. Samstundis eru allir partar í Føroyum eftirhondini greiðir um, at okkara botnfiskaveiða og floti má ígjøgnum broytingar, um talan skal vera um fíggjarliga og búskaparliga burðardygd fyri vinnuna sjálva. Bara politiska skipanin blokkerar harðliga fyri broytingum.
Ítøkiliga hava vit í Tjóðveldi okkara greiða boð uppá hesa umlegging, sum vit fara at viðgera seinnapartin við uppskotinum um fiskivinnureform og tilfeingisbúð.
Tað er byrjanin til eisini eina búskaparliga vend.
Bart av brimi – stýrt av mýtum
Vit kunnu av røttum spyrja: Hvør er munurin á tí sannroynd, at lond og fyritøkur hava blást eina fíggjarbløðru upp, har tey lán og tann peningur, ið varð sprændur inn, ikki hevði veruliga framleiðslu og virðisskapan aftanfyri seg – og so tann blokkstuðulsbúskapin, sum mong tvíhalda um í Føroyum, har vit skulu hava fígging til at seta virksemi í gongd, ið ikki hevur nakra veruliga virðisskapan aftanfyri seg í okkara egna samfelag, og sum ikki verður partur av einum reellum politiskum stríði um at býta samfelagsskaptu virðini og skapa burðardyggar sosialar loysnir? Men sum heldur verður ein lagkøka, ið vit ikki sjálv baka, at skera í lutir hjá sterkastu áhugamálunum á tingi.
Og vit kunnu av røttum spyrja, um ikki ein samanhangur er millum tann heimastýrisbúskapin, vit hava bygt upp við sonevndu ríkisveitingini, og so tann vinnupolitikk, ið hevur stýrt okkara høvuðsvinnu og tilfeingisumsiting?
Og kann ein broyting í hesi fastlæsingini – hesum politiska búskapi – skapa okkum ein nýggjar møguleikar.
Hendan spurningin hava vit fingið eitt sera gott og kvalifiserað svar uppá við teirri búskaparkanning, sum Jóannes Jacobsen, Ph.d í búskaparfrøði og Stefan í Skorini, samfelagsfrøðingur, hava gjørt fyri Norðuratlantsbólkin.á Fólkatingi, og sum varð givin út og løgd fram í hesum mánaðinum.
Hesar kanningar, ið vit hava sett í verk fleiri, hava til endamáls at útvega holla vitan og at gera av við mýtur um okkara samfelag, okkara støðu sum tjóð og okkara framtíðarmøguleikar, so til ber at taka grundaða støðu í føroyskum stjórnmálum.
Tí tað er neyvan av leið at siga um Føroyar undir heimastýrinum: Bart av brimi – stýrt av mýtum.
Og vit mugu gera upp við hesar mýtur.
Frammanundan hava vit fingið óheftar serfrøðingar at gera kanningar og frágreiðingar um fólkarættarligu støðu føroyinga og grønlendinga, um okkara viðurskifti og møguleikar mótvegis altjóða felagsskapum, Evropasemveldinum, EFTA og EBS og ikki minst stóru kanningarnar og tær tríggjar útgávurnar um føroyskar útisetar sum eitt tilfeingi.
Og nú hava vit so fingið kanningina og frágreiðingina: "Á veg móti einum sjálvberandi búskapi", sum altso serliga lýsir vinnupolitikkin, fiskivinnupolitikkin og ríkisveitingina í føroyskum búskapi og politikki.
Niðurstøðurnar eru rættiliga greiðar:
- Ein samanrenning millum politiskar bólkar, arbeiðsgevarar og verkafólk í fiskivinnuni hava hildið bygnaðinum í fiskivinnuni føstum við serskipanum og serligum stuðli, ið hevur forðað fyri nógv størri avkasti í fiskivinnuni og hevur forðað fyri burðardyggari veiði, umframt at aðrar vinnur ikki hava kunnað kappast við serskipanirnar í fiskivinnuni.
- Tað er ein mýta, at fiskivinnan ber øllum og er tann einasta vinnan, ið skapar virðir í Føroyum. Hon ber nógvum og er størsta útflutningsvinna, men vit hava vitanarvinnur og tænastuvinnur og almennar tænastur, sum skapa virðir og vøkstur.
- Alivinnan er dømi um eina vinnu, ið er farin frá politiskari stýring og serskipanum, og ístaðin hevur kravt politiskar karmar og alment regluverk, ið gera hana kappingarføra og góðkenda á heimsmarknaðinum.
- Ríkisveitingin hevur havt – og hevur enn stóra ávirkan á føroyska búskapin. Hon hevur óbeinleiðis skapt grundarlag fyri, at serskipanir og studningar hava kunnað verið givnir til fiskivinnuna og at politiska skipanin heldur enn at leggja skattir á ella finna aðrar fíggingarmøguleikar, hava kunnað nýtt ríkisveitingina sum fríholtur.
- Ríkisveitingin gevur møguleika fyri øktari nýtslu á heimamarknaðinum uttan at gjaldast skal við útflutningi – og tískil elvir ríkisveitingin búskaparliga til minni útflutningsvinnu.
- Øll lond, sum eftir 1960 hava tikið loysing og frásagt sær ríkisveitingar, hava havt fall í samlaða búskapinum í styttri ella longri skiftistíð, men so við og við fáa tey størri búskaparvøkstur og vinna tað innaftur í mun til onnur lond.
- Tað ber ikki til at "bíða til vit fáa ein sjálvberandi búskap" og síðani siga ríkisveiting frá sær. Skal samfelag, vinna og útflutningur tillaga seg og sjálvberandi búskapur skapast, so noyðist avgerðin at takast um at verða ríkisveiting fyriuttan til tess at bygnaðirnir kunnu broytast í samfelagnum – í eini skiftistíð.
Bráðvøkstur og bráðstøðgur
Hetta mugu sigast at vera serstakliga áhugaverdar niðurstøður. Í fjølmiðlunum varð mest fokuserað uppá, at "tað kostar í 25 ár at loysa", tí hetta var miðaltalið fyri tillagingartíð, tá kanningin tekur øll lond úr triðja heiminum við, sum hava verið løgd í sor av kríggi, borgarakríggi og náttúruvanlukkum o.s.fr.
Men vit mugu spyrja okkum sjálv: Hvussu nógvar niðurgongdir og tillagingartíðir hava vit gingið ígjøgnum við tí búskapi og búskaparpolitikki, sum vit hava havt undir heimastýrinum´, har vit hava havt bráðvøkstur og brástøðg so ofta í búskapinum? Bara kreppan í 80’unum kostaði 13 millardir út gjøgnum vindeygað – og nú standa vit aftur í eini støðu, har vit brendu alt av í einum óstýrdum bráðvøkstri og nú skulu fíggja hall omanfyri 800 mió. kr.
Vit mugu sum Tjóðveldi brúka kanningarnar til at siga erliga: Ja, vit skulu rokna við einum falli í búskapinum, tá vit gera okkum leys av av ríkisveitingini og taka nýggjar ábyrgdir og útreiðslur á okkum. Men vit kunnu við skilagóðum búskaparpolitikki, vinnupolitikki og sosialpolitikki í eini skiftistíð og frameftir, so hinvegin stýra undan teimum stóru sveiggjunum, har vit spola uppa á aldukambar og síðani dumsa niður í aldudalar búskaparliga.
Høvdu vit tikið avgerðina um at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð í tildømis 1985 og havt eina skiftistíð við niðurlaging í ríkisstuðlinum, so høvdu vit helst ikki havt tann stóra búskapardansin í 80’unum og havt færri stórar útbyggingar, men hinvegin høvdu vit kunnað sloppið undan kreppunum og fólkaflytingini – og høvdu helst verið minst líka væl fyri sum í dag. Og her er enntá ikki roknað uppí, hvat virði liggur í fullveldi og sjálvstøðu við atgongd til allan heim, marknaðir og samstørv – og í sjálvsvirðing og politiskari disiplin.
Vit kunnu tó ongantíð siga tað við vissu, fyrr enn vit royna tað. Tað fer at krevja nógv av okkum og ikki minst av okkara politisku skipan.
Politiska støðan álvarslig
Við vissu kunnu vit tó siga, hvussu støðan er nú í føroyskum politikki.
"Í somu løtu teir sonevndu "praktisku menninir" vísa hugsjónum og virðum burtur av politiska pallinum, er leiðin løgd til eitt rot og felli í fólkaræðinum."(Olof Palme)
Hesi orðini hjá Olof Palme hava prógvað sín sannleika so mangan í heimssøguni – og tey hóska so dyggiliga til politisku støðuna í Føroyum seinastu árini.
Løgtingið hevur seinasta hálva árið samtykt at læna 1,6 mia. krónur at fíggja staðfest og ætlað hall á fíggjarlógini. Í fyrradagin varð samtykt at læna eina millard og 30 mió.
Hetta eru stór tøl. Tess størri er tøgnin, tá sitandi landsstýrið skal leggja fram sínar ætlanir um, hvussu gongdin skal vendast. Sambært framrokningum hjá Búskaparráðnum, so verður neyðugt at læna hvørt ár frameftir og verða ongi munagóð tiltøk sett í verk, so verða bara árligu rentuútreiðslurnar á fíggjarlógini upp móti 500 milliónum um árið í 2015.
Vit hoyra nú aftur upp í saman frá løgmanni og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at hetta er sama støða sum onnur av okkara grannalondum eru komin í, og at atvoldin er altjóða fíggjarkreppan – umframt blokkstuðulsniðurskurðurin, sum eisini trúgvir lesarabrævsskribentar og oddagreinaskrivara í bløðunum endurtaka dag um dag.
Íðan – lat okkum hyggja at veruleikanum.
Fyrst er at siga, at sokallaði blokkstuðulsniðurskurðurin var ein avgerð um at taka ræði á skúlamálum og á helvtini av almannamálunum. Um løgmaður og fíggjarmálaráðharrin vilja senda hesi mál aftur til Danmarkar og fáa eitt økt blokkgjald afturfyri, so kunnu teir bert samtykkja tað.
Síðani noyðast vit at endurtaka, at okkara niðurgongd í búskapinum nú, er grundað á ein ábyrgdarleysan politikk, har alt ov nógvur peningur varð sprændur út í samfelagið í óðum verkum.
Varð avgerðin ikki tikin um at taka ábyrgdina av útreiðslum og at fastlæsa heildarveitingina, so høvdu hvørt ár verið sprændar einar 6-700 millónir krónur afturat út í samfelagið – og vit høvdu sum so mangan áður – við fullum leigugjaldi fyri okkara vantandi sjálvræði og ábyrgd – langt síðani verið farin á heysin og sett undir umsiting.
Í 1998 skyldaði tað almenna omanfyri 7 milliardir krónur. Men tey árini, vit settu fullveldi og ábyrgd fremst, varð tann stóra skuldin fyri samanbrotið og ábyrgdarloysið niðurgoldin, og 2,3 mia. settar á bók.
Longu í 2003 søgdu búskaparligu ráðgevar landsstýrisins, at grundarlagið undir fíggjarstøðuni var styrkt so nógv, at kom eitt ábyrgdarleyst landsstýri til, so kundu teir í 5-6 ár taka skeivar avgerðir og oysa pening burtur í onki, áðrenn tað fór at merkjast.
Og vit mugu tíverri ásanna, at tað var júst tað, sum hendi. ABC-landsstýrið leitaði beinanvegin aftur á gamlar gøtur. Ongin skuld varð niðurgoldin, onki spart upp, men ístaðin veittu teir skattalættar fyri 400 milliónir krónur árliga og høvdu harafturat eina óheimilaða meirnýtslu uppá 340 milliónir, sum vit í dag skulu gjalda fyri hvørt ár. Hetta svarar júst til tað undirskotið, vit hava á fíggjarlógini í dag.
Ongi mál vórðu sett til at skipa Føroyar frælsar og skapa okkum atgongd til heimssamfelagið. Alt varð parkerað. Ístaðin var aftur handlað eins og Føroyar skulu vera eitt akvarium, har fóðrað verður niður gjøgnum eitt lítið hol í glasloftinum. Og so varð sjálvandi fóðrað ov nógv, so alt fór at køvast. Heldur enn at taka veggirnar niður, so vit kunnu virka saman við heimsins tjóðum og og heimurin kann koma til okkara.
Tann politiski sjónleikur, ið verður spældur í løtuni, tykist bert at hava til endamáls at vit skulu gerast bangin og undirbrotlig – og vit skulu ikki halda okkara egnu politikarar til svars fyri tann førda politikkin. Hetta gagnar bert afturhaldinum og harvið hava vit eina sjálvuppfyllandi profeti frá teimum, sum siga, at vit megna ikki at standa á egnum beinum.
Tá teir koma í stjórn, prógva teir sítt egna uppáhald.
Verri er, at eisini aðrir grundleggjandi tættir í einum fólkaræði støðugt verða settir til viks uttan nakrar avleiðingar. Ólóglig meirnýtsla hevur verið blástemplað og noktað verður fyri at kanna og staðfesta ábyrgdina. Øll eftirkanning av lógaruppskotum er sett úr gildi, tíðarfreistir brotnar, upplýsingar afturhildnir fyri tinginum o.s.fr. Og alt verður sligið upp í glens.
Okkara hall í almennu kassunum kann ikki samanberast við fleiri av okkara grannalondum. Tí tey hava tilvitað sett almenn tiltøk í verk til tess at skapa virksemi og mótvirka niðurgongdini í privata virkseminum.
Okkara hall er ikki íkomið av nøkrum serstøkum nýggjum íløgum ella virksemisskapandi tiltøkum. Tað er uttan nøkur tiltøk yvirhøvur.
Einasta tiltak, ið samgonguflokkarnar hava kunnað samst um higartil, er, at teir hava nartlað, nippað, nappað og nulvað burturav nøkrum kontum á fíggjarlógini, ið bert raka nakrar av teimum sosialt veikastu bólkunum í samfelagnum.
Til ABC-samgonguna havi eg tí bert trý orð at siga: Gevist! Gevist! Gevist!
Lat okkum fáa eitt val, so nýggjar leiðir kunnu leggjast.
-----
Tjóðveldi taka við leiðsluni
Og vit í Tjóðveldi skulu gera krav um leiðsluna í landsins stjórn. Tað er tað einasta, ið ikki higartil er roynt í føroyskum stjórnmálum. Har hetta vælsignaða heimastýrið hevur verið trýstroynt í allar endar og kantar, men endar altíð galið.
Vit eiga at bjóða okkum fram sum antin minnilutastjórn, ið fer at taka lívið av mýtunum um, at vit ikki kunnu finna semjur. Vit hava ovmikið av dugnaligum fólki – kvinnum og monnum – sum hava prógvað, at vit hava bæði uppskotini og vilja til at fera semjar og taka truplar avgerðir.
Hyggið bert at teimum uppskotum, ið okkara tingfólk hava lagt fram á øllum samfelagsøkjum. Og hyggið at teimum semjum, ið vit hava gjørt ella royna at fáa í lag.
- Uppskot til nýggja stjórnarskipan er komið á tingborð og kemur vónandi til fólkaatkvøðu. Tað hevur verið eitt tungt og drúgt stríð, men hetta kann nú broyta alt føroyska samfelagið og skipa fólkaræði í Føroyum.
- Vit taka lut í royndunum at fáa ein pensjónsreform, har vit veruliga kunnu lyfta teir veikastu pensjónistarnar og minka um stættarmunin í ellisárum.
Og í veruleikanum eru longu við tí tingi, ið situr í dag, møguleiki at fáa semjur um kommunala umskipan, har vit hava okkara greiðu boð. Hetta verður bert blokkerað av teimum sonevndu samgonguavtalunum, har minnilutar hava veto.
Tað finst uttan iva eisini breiður meiriluti fyri prinsippunum í okkara fiskivinnureformi.
Fyri at satsa uppá hægri útbúgving og mentanaríløgum. Fyri rúsdrekkabroytingum. Uppskotum okkara um varðandi orkukeldur. Tiltøk at basa ungdómsarbeiðsloysinum. Og so framvegis og so framvegis.
Semjurnar drukna bert í valdsspælinum innanvert samgongunnar stongdu dyr.
Men týdningarmest er, at vit fara at leiða eina samgongu, sum hevur langtíðarmál og sum kann skapa álit og savning um eina leið til einar frælsar, samhaldsfastar og burðardyggar Føroyar.
Gylta løtan
Tann búskaparstøðan vit eru í, merkir, at vit noyast at seta langtíðarmál. Alt bendir á, at vit fara at fáa búskaparvøkstur aftur komandi árini, og at nógvir parametrar kunnu peika rætta vegin. Ikki bara innan alivinnuna og aðrar vaksandi vinnur. Men í fiskivinnuni bendir alt á, at gróður og tilgongd í stovnum kann koma uppaftur.
Lorka vit hesar møguleikar burtur við bert at lata standa til í politiskari stillstøðu, so fer uttan iva et vera ein vøkstur í stutta tíð – og so brenna vit alt av aftur.
Tí er tann gylta løtan til broytingar nú.
Við einum fiskivinnureformi og eini javnseting av vinnum, kann ein munagóður og stabilur vøkstur fáast í bruttotjóðarúrtøkuna. Tað verður neyðugt at halda aftur í almennum útreiðslum næstu 5-6 árini um gongdin í skeivu javnvágni skal vendast.
Almennu útreiðslurnar á fíggjarlógini kunnu hægst vaksa nøkur fá prosent tilsamans hesi árini, og tann vøksturin skal fara málrættað til broytingar og íløgur innan hægri, útbúgving, mentan og burðardygd. Samstundis skulu tær almennu útreiðslur sum avlaga burðardygga vinnu og økja um verandi fyrisitingarbygnað og ikki um dygdina, niðurlagast.
-----
10 mál fyri tíðarskeiðið 2010-2018
Lat meg móti endanum seta fram 10 ítøkilig politisk langtíðarmál, ið verða grundarlagið fyri okkara leiðslu í eini komandi stjórn. Sum kunnu setast á lunnar beinanvegin, men fremjast í verki eftir tildømis tveimum valskeiðum:
1. Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, sum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið vit eiga, burðardygt - og megnar at gagnnýta og leggja um til varðandi orkukeldur. Vit skulu støðugt í uttanríkispolitikki miða eftir at skipa eina Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg um fríhandil, trygdarpolitikk, tilbúgving, eftirlit við sjó- og loftøki - og ikki minst avtalur um tilfeingisumsiting og granskng í okkara tilfeingi.
2. Føroyingar samtykkja egna grundlóg og taka á fólkaatkvøðu avgerð um at skipa seg sum sjálvstøðugt land – og hetta er fortreytin fyri at fremja settu málini.
3. Ein fiskivinnureformur verður framdur við uppskotinum hjá Tjóðveldi um tilfeingisbúð sum grundarlagi.
4. Ikki varðandi inntøkur og eingangsinntøkur skulu í Búskapargrunn, har avkastið verður nýtt til framtíðaríløgur.
5. Vinnupolitikkurin skal skapa javnar kappingartreytir millum nýggjar og verandi vinnur og eggja til íverksetan.
6. Altjóða universitet, gransking, útbúgving og mentan eru fremsta íløguøkið komandi 10-15 árini. Annað er okkara altjóða infrakervi út í heim við flogvølli, tele- og orkusamskifti, heilsusamstarvi við okkara grannalond, handilsavtalum og altjóða samstarvi á øllum týðandi økjum.
7. Ongin fíggjarlóg verður samtykt uttan at hon hevur eina greiða langtíðarætlan fyri raksturin av hvørjum málsøki sær – t.e. at hvørt játtanarøki skal minka ella vaksa so og so nógv næstu 5-10 árini.
8. Rættartrygd og rættindini hjá sosialt og fíggjarliga veikastu samfelagsbólkunum eru fremsta ýtið í at endurskoða almennu sosial- og heilsuskipanirnar.
9. Ongin størri íløga verður samtykt uttan so, at hon er partur av langtíðarætlan, ið røkkur minst 10 og helst 15 ár fram.
10. Ongi mál verða skrumblað ígjøgnum samgongur og ting. Øll mál skulu hava veruliga fólkaræðisliga viðgerð og øll saklig atlit lýsast.
Onki eru vit so fá og smá
Vit eru ikki fá og smá og megna so lítið. Tað er ein skeiv mýta, skapt av politikarum og afturhaldi.
Vit hava eitt ovurstórt landa- og sjóøki at røkja við ábyrgd mótvegis okkum sjálvum og øðrum. Og tær avbjóðingar og umleggingar, ið allur heimurin má gera komandi árini, hava vit góðar fortreytir at fara undir – her mitt í Norðuratlantshavi – har orka, náttúrutilfeingi, mentan og eitt gjøgnumskygt fólkaræði kunnu renna saman í eind.
Og vit eru ikki bert 49.000 føroyingar. Vit eru kanska 80.000 ella 90.000 – øll hava bert ikki bústað her á klettunum beint í løtuni.
Tíverri hevur fólkatalið staðið í stað ella minkað, síðani frælsismálið varð parkerað fyri 5 árum síðani. Áðrenn tað vaks tað munandi í fleiri ár.
Og tað er ikki so løgið. Tað liggur ein øgiligur menningarmáttur í málinum um frælsi og fólkaræði. Ongin ivi er um, at fólk sum kenna, at vit hava sett okkum mál og kunnu taka beinleiðis lut í at skipa eina sjálvstøðuga tjóð, vilja fegin taka lut í at virka og liva í einum samfelag, sum virkar á jøvnum føti í heiminum og kann geva heiminum sítt íkast.
Og vit heita á allan okkara dugnaliga ungdóm og okkara fólk, sum virkar kring allan heimin, um at taka lut í føroyska samfelagnum – uttan mun til, um tit eru heima í styttri ella longri tíðarskeið.
Føroyar skulu ikki tykjast sum nøkur endastøð, har fólk flytur burtur frá heiminum. Føroyar skulu verða ein miðstøð, higani vit kunnu virka um allan heim og her vit kunnu kasta okkara akker. Og vit bjóða fólkum úr øðrum londum vælkomnum at virka og liva í Føroyum, um tey vilja taka við somu rættindum og skyldum.
Vit vilja skapa Føroyar sum eitt veruligt fólkaræði – og ferðin eigur at byrja nú.
Tað kann gerast morgun í Føroyum. Men hann kemur ikki av sær sjálvum.
Til tess krevst, at tjóðveldishugsjónum vinnur á mýtum og fordómum. Og til tess krevst, at Tjóðveldi tekur við landsins leiðslu og at so mong tjóðveldisfólk, sum gjørligt taka lut í almenna orðaskiftinum.
Lat meg enda hesa røðu við seinasta ørindinum hjá Martini Joensen úr "Morgun":
Viljin er sterkasta svørðið
bítur á harðasta stál
vónin er bjartasti brandur
lýsir tær veg fram á mál.

