Fólkafundur á jóansøku 22 juni 2012

28 June 2012
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Eitt tað allarbesta, sum er hent í ár, á politiska leikvøllinum hjá Tjóðveldi er, at Unga Tjóðveldi er endurstóvnað í suðuroynni. Tað gevur okkum eina vón um at framtíðin er í góðum hondum.


Verri er við nútíðini. Ikki kann sigast, at hon er í serliga góðum hondum. Vit eru vitni til eina samgongu, sum tilvitað niðurbræðir øll tey virðir, sum vit grunda, og hava grundað okkara samfelag á. Virðir sum samhalsdfelsti, at taka hond um hvønn annan, at hugsa um komandi ættarlið, at útbyggja landið og at menna øll økir í landinum, o.s.fr. Alt virðir, sum vit í Tjóðveldi hava tætt at hjartanum. Og sum kirsuberið omaná dessertini hjá sitandi stýrið, so eru vit farin ár aftur eftir hæli á sjálvbjargnisleið, og tað var beinleiðis pínligt tá ið løgmaður við fylgi fór til Danmarkar at bidda meirra blokk. Tìbetur fingu tey ikki tað tey ætlðu í krónum og oyrum, men tey fingið helst tað tey ætlaðu hugsjónarliga. Eitt nú viðvíkjandi kúvendingini hjá fólkaflokkinum, sum nú knappliga var snaraður sambandsleið.


Gud viti hvat eftirmælið aftaná 2012 kemur at vera ?? Tað kemur tíðin at vísa !
Vit í Tjóðveldi hava bjørt mál við okkara arbeiði. Nógv bjartari og størri enn hjá so nógvum øðrum, og tí kann uppgávan kennast heldur tyngri enn hjá so nógvum. Tað sum eg haldi, at vit eiga at leggja allarstørst dent á er framhaldandi at vísa á okkara mál, sum er einar frælsar samhaldsfastar Føroyar. Tað kann vera freistandi at brúka tíðina uppá at vísa á hvat hini gera, og ikki gera, men her skulu vit taka í egnan barm, og heldur brúka orkuna uppá at vísa á hvat vit sjálvi vilja. Fokus má ikki fara á alt annað negativt, men á tað góða vit meta, at vit kunnu uppnáa sum frælst fólk og tjóð.

Sitandi í andstøðu er henda tilgongd trupul. Neyðugt er at finna javnvágina millum at vísa á skeivleikar, uttan so at úrsliti verður uppfatað sum, at í Føroyum er alt líka ringt, og her tími eg ikki at vera. Neyðugt er eisini at varpa ljós á tær góðu søgurnar. Søgurnar sum binda okkum saman, sum stimbra og menna og geva jaligan íblástur. Tí vit hava nógvar av teimum.


Vit búgva í heimsins vakrasta landið, sum eisini kundi verið heimsins besta land, og tað fer tað at vera. Vit búgva í heimsins kova og hava so ríkt náttúrutilfeingi sum ongin. Vit vita í verðuleikanum ikki hvussu heppin vit eru.


Men her er munur á monnum, bæði so og so. Meðan nøkur trívast væl við, at onnur taka ábyrgd og ráða fyri borgum, so eru vit nøkur, og vónandi nógv, sum ynskja og taka fult ræði á øllum økjum. Sammett við vanliga menniskja, so er tað ein menniskjaligur íborðin eginleiki at vilja gerast sjálvbjargin. Tað er sjálvt endamálið við uppælingini hjá okkum foreldrum, at børnini skulu klára seg væl, taka egnar avgerðir og forsyrgja sær sjálvum.

Samstundis læra vit tey at taka hond um tey, sum av einhvørjari orsøk ikki sjálvi megna hetta. Tað er tað vit leggja niður í tey frá tey eru fødd. Og hví skuldi tað verið øðrvísi fyri eitt land ?? Tað havi eg trupult við at skilja ! Tað er líkasum at man hevur ein hugaheim í nøkrum viðurskiftum, og ein annan í øðrum. Her hongur ikki saman !
Sálarfrøðingar eru á einum orði um, at fyri at menna sjálvsvirði so krevst at fólk hava tættar relationir við onnur menniskju. At menniskaj kennir seg sum part av einum felagsskapi, og upplivir samanhang í tilverðuni, sum gevur eina ektaða kenslu av at vera ein týðandi vera millum hinar. Fólk sum hava gott sjálvsvirði rúma øðrum hugsanum og fólkum, og megna at finna tað besta í øllum. Haldi tað er her vit skulu byrja í Føroyum. Við at menna okkara børn, at útbúgva tey, at menta tey, at vísa teimum hvussu týdningarmikil tey eru. So skulu tey nokk sjálvi finna leiðina, tí tá vilja tey ráða sær sjálvum samstundis, sum tey duga at taka hond um tey, sum eru við skerdan lut.
Tað er tað slagið av tjóðarbygging vit hava tørv á. Og okkum tørvar tjóðarbygging. Vit tørva at miðlar, politikarar, borgarir,mentafólk, útbúgvingarstóvnar o.s.fr tilvitað arbeiða við at menna henda part so vit vera tilvitaði um okkara leiklut í heimssamfelagnum, eins og sum virknir samfelagsborgarir í einum fólkaræðisligum samfelag her hjá okkum sjálvum. Tí øll hava eina uppgávu, og øll hava evnir og eginleikar at leggja nakað gott afturat okkara bygd, oyggj og okkara landið.


Tað er føroyska fólkið sum hevur bygt hetta landið upp. Heðin Brú sigur tað so væl í Fedranna talu.

Komu tey stutt ella longur, tú skalt víðari byggja
Lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta, at seta førningin av sær við vegin, tað, sum frá fedrunum goymdist, og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkaði fótin. Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.


Lat okkum øll vera við til at bera viðføri fram á vegin. Lat okkum finna dirvið til at ganga nýggjar frælsar leiðir, eisini um tað merkir, at vit skulu taka tøk. Og størstu tøkini eru í okkara egna hugaheimi.


Fari at enda við nøkrum ørindum úr eini yrking hjá Karsten Hoydal har hann lysir so væl hvussu vakurleikin er at finna har tað er illa gongt

Vilt tú finna blómurnar,
ongin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns
brøttu bjargaleiðir

Sortugrøs og hjálpirót
út av torvu hanga,
fagrast eru blómurnar,
har ringast er at ganga

Men mítt barn, um blómur tú
vilt vinna, ongin eigur,
mást tú klúgva huga tíns
brøttu bjargaleiðir

Góða jóansøku øll somul, og takk fyri