Fuglin teir høvdu í huga,
allir sum skipasmíð hava dugað (...)
Líðandi royndu teir búgva
og smíða seg fram til tann dag,
at maður var førur at flúgva,
á spentum vongi avstað.
(Karsten Hoydal)
Fáar dagar eftir, at hann var farin um tey 89 árini, legði menniskjað og familjumaðurin, eiðismaðurin, fakfelagsmaðurin, mentamaðurin og tjóðveldismaðurin, Helgi Øster, eyguni og hendurnar saman, og andaði á seinasta sinni.
Eyguni, høvdu sæð miklar samfelagsbroytingar og margfaldar fruktir av stríði hansara fyri hugsjónum og felagsstrevi. Høvdu sæð afturstig og vónbrot í frælsisstríðnum. Og høvdu sæð familjuna hjá sær og konuni, Fridu, vaksa og koma væl undan. Dóttir og synir. Abbabørn og langabbabørn.
Góðu hendurnar høvdu skapað so nógv í jarnsmíði, stálsmíði, skipasmíði og øðrum handverki.
Og andin hevði blást lív í hugsjónir, felagsskap, samleika, lærdóm og krøv um javnrættindi og frælsi. Hjá einstaklingum, hjá heilari stætt og hjá heilari tjóð.
***
Helgi fór til Danmarkar at læra til jarnsmið í 1938 á skipasmiðjuni ”Orlogsværftet”, og búði – m.a. saman við 24 øðrum føroyskum lærlingum – á einum lærlingaheimi í Keypmannahavn til lærutíðin var lokin í 1942. Hann var millum teir mongu útisetarnar, ið ikki sluppu heim, tí týska hersetingin undir 2. veraldarbardaga forðaði fyri tí.
Í Keypmannahavn hitti hann Fridu, ið var ættað av Toftum, og tey giftust undir krígnum. Bæði tóku virknan lut í tí sera sterka felagslívi millum føroyskar útisetar bardagaárini. Umframt alt mentanar- og felagslívið í Føroyingafelagnum, var Helgi nevndarlimur í Ítróttarfelagnum Føroyar og í Oyggjaframa, sum hevði eina breiða tjóðskaparpolitiska stevnu.
Heimafturkomin eftir krígslok, var Helgi Øster partur av tí liði, sum við hugsjónum og áræði fór inn í stríðið at skipa Føroyar frælsar og at skapa nútímans sosialan, mentanarligan og vinnuligan framburð í Føroyum.
Hann stuðlaði tí nýstovnaða ”Føringafelag”, ið arbeiddi fyri at fáa fólk at velja loysing á fólkaatkvøðuni í 1946. Fleiri av oddafólkunum vóru ungir føroyingar úr felagslívinum í Keypmannahavn, ið høvdu útbúgvið seg og nú loksins vóru slopnir heim – umframt fólk, ið stríddust fyri betri korum til verkafólkið í Føroyum. Tey ferðaðust kring landið og agiteraðu fyri loysing. Tey løgdu fram tilfar, sum vísti, hvussu Føroyar kundu klára seg fíggjarliga, og tey høvdu eisini eitt fullfíggjað uppskot til eina føroyska stjórnarskrá (grundlóg). Eingin ivi er um, at arbeiðið hjá hesum fólkum var ein høvuðsorsøk til, at ein meiriluti valdi loysing í 1946 – hóast eingin hevði roknað við tí, og hóast eingin politiskur flokkur stuðlaði tí fult og heilt. Og hevði ikki ein meiriluti atkvøtt fyri loysing í staðin fyri tí danska stjórnaruppskotinum, høvdu føroyingar fyri fyrstu ferð limað seg inn í Danmark, sjálvstýrisstríðið niðursjóðað, og Føroyar høvdu helst verið sum Hetland í dag.
Eftir gleðina um sigurin á fólkaatkvøðuni, var vónbrotið sjálvsagt ovurstórt, tá politisku flokkarnir sviku fólkaræðisligu avgerðina og samtyktin ikki varð sett í verk Tá ið heimastýrislógin, sum fólkið hevði vrakað á fólkaatkvøðuni, kortini varð trýst ígjøgnum í 1948, uttan at fólkið varð spurt, var Helgi millum teirra, ið stovnaðu Tjóðveldisflokkin. Saman við fólki sum Jákupi í Jákupsstovu, Edith í Jákupsstovu, D.P. Danielsen, Frederikki Hansen, Erlendi Patursson,, Andreu Árting, Andreasi Ziska, Hanusi við Høgadalsá, Hansi Debes Joensen, Jóhan Simonsen, Karsteni Hoydal, Sigurði Joensen og mongum øðrum kvinnum og monnum.
Tey settu stevnuna hjá flokkinum greiða: At fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 og stovnseta veruligt fólkaræði í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Hugsjónin var, at eingin stætt skuldi eiga framíhjárætt til vald landsins og ognir, og farast skuldi undir at endurreisa og menna samfelagið á egnum grundarlagi, við smahladsfesti útbúgving, mentanarstovnum, vinnumenning og javnbjóðis samstarvi við aðrar tjóðir.
***
Helgi var virkin partur av einum sera fjølbroyttum liði, ið ikki bert vildi fremja sína stevnu í partapolitiska meldrinum. Men sum í fakfelagsarbeiði, í mentanararbeiði, í vinnulívi, í skúlaskapi, í sosialum arbeiði, í bókmentum, list og vísindum framdu nútímans tjóðarbygging í øllum lutum.
Vit geva okkum alt ov sjáldan veruligt far um, at hesi fólk – ið mangan fingu stóra mótstøðu og ring orð við á leiðini – hava verið undangongufólk í m.a. Fiskimannafelagnum, arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgum, handverkarafeløgum, vinnulívssamtøkum, Keypssamtøkuni og kvinnurørsluni. Tey gingu undan at stovna Fróðskaparsetur, Listasavn, nýggjar útbúgvingar, útvarp og sjónvarp. Skrivaðu og góvu út bøkur, bløð, tíðarrit, vísindaligar lærubøkur, skaldskap.
Tey hava skapað nógv av teimum virðum og rættindum, ið vit øll dýrmeta sum tey fremstu í dag og eru grundarlagið fyri framtíðar menning í landinum
Vegaðu gøtur teir vitru menn,
hugaheims vegleysa landið,
gudrøknar sálir, gudleysir menn,
sami var ylheiti andi –
ódnarhugur í aldatal
fór um so víðar grundir,
leitaði framá og vardi væl,
at ei gróðu gøturnar undir.
(K.H)
***
Helgi Øster fór eins og samherjarnir á sínum liði um víðar grundir í sínum virki. Hann starvaðist á Tórshavnar Skipasmiðju og á smiðjuni hjá Wenzel Petersen.
Og í 1950 var hann millum stovnararnar og fyrsti formaður í Havnar Handverkarafelag. Seinni gjørdist hann somuleiðis formaður í Føroya Handverkarafelag.
Ein tann fyrsti rættindasigurin hjá Helga sum formanni í Havnar Handverkarafelag kom í 1951, tá tað eydnaðist at fáa í sáttmála, at leygardagur skuldi bara vera hálvur arbeiðsdagur. Eitt stórt frambrot fyri trivnað og familjulív, sum er ilt hjá okkara ættarliði at skilja.
Og Helgi vígdi stóran part av síni arbeiðsorku til at stríðast fyri betri útbúgvingum og lærumøguleikum hjá ungdómi og handverkarum. At fáa ment teknisku útbúgvingarnar og at geva lærlingum sømilig kor til útbúgving uttan mun til, hvaðani úr landinum teir komu.
Helgi gjørdist fyrsti leiðari á Lærlingaheiminum í Kongagøtu í 1964, og síðani eisini leiðari av Skúlaheiminum í Marknagili, til hann legði frá sær í 1992. Helgi og Frida gjørdust sostatt ein institusjón í trivnaði og menning hjá lærlingum úr øllum landinum, og eitt stórt tal av persónum og familjum eru teimum takksom.
***
Sjálvur eri eg takksamur fyri, at mær untist at hitta og lurta eftir fróðarmanninum og slóðaranum, Helga Øster, Hevði sum smádrongur hitt hann og Fridu heima hjá ommu og abba. Og hevði eisini ta gleði at arbeiða saman við yngsta soninum Mikkjali í trý ár. Men eftir at eg fór upp í politikk, hitti eg Helga í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, har hann var ein dyggur stuðul. Og á einum 14. september-haldi í Sjónleikarhúsinum fyri 10 árum síðani, helt Helgi eina røðu, sum eg ongantíð gloymi. Sjónleikarhúsið var á tremur, men tá Helgi røddi, var kvirt. Hann var tá nærum farin um tey 80 og elsti røðari, men ongin megnaði betri enn hann hetta kvøldið, at gera hugsjónina livandi og framtíðarleiðina greiða. Tá stóð alljóst fyri øll, hvussu stór tøk eru tikin, hvat tol er ment, og at tað enn snýr eg um fólkaræði, samhaldsfesti og javnbjóðis menning í heiminum.
Vit eru eyðmjúk og takksom fyri strev og lív Helga. Verk hansara livir víðari í eygum, hondum og anda, sum hann hevur sett við. Vit kunnu bert lova hvørjum øðrum, at vit halda áfram og fara at vinna upp mál.
Heiðrað veri minnið um kappan Helga Øster.
Í einsemi teir bygdu landið,
og tíðan verk varð illa lønt,
tann gleðin untist ikki mongum
at síggja gerðið fagurgrønt.
Høgni Hoydal

