At læra at lesa – ein barnarættur ?

19 October 2014
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Seinni í ár fara vit at hátíðarhalda, at barnarættindasáttmálin fyllir 25 ár. Hetta er gleðisdagur, og ein viðurkenning av, at bæði altjóða eins og føroyska samfelagið hava sett sær fyri at virða barnarættindini.


Í barnarættindarsáttmálanum eru rættindi og skyldur barnsins og samfelagsins greitt orðað, og aðalmálið er, at øll rættindi eru galdandi fyri øll børn.


Vit kunnu gleðast um, at nógv børn í Føroyum hava tað trygt og gott. Men hetta er tíverri ikki galdandi fyri øll. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at øll børn fáa tað hjálp teimum tørvar, um avbjóðingarnar, tey hava, nú eru størri enn tað sum “vanliga barninum” tørvar. Hetta sæst m.a. aftur í skúlahøpi, har trupulleikar eru við at fáa nokk av tímum til serundirvísing. Hetta sæst har børn liva í fátækt og har sosialir trupulleikar eru. Hetta sæst har børn við breki ikki fáa neyðuga uppvenjing og aðra hjálp. Og soleiðis kundi eg hildið áfram, tíverri. Tí hvat er tað fyri eitt samfelag, sum ikki raðfestir umstøðurnar hjá børnum fram um alt annað ! Børnini, sum eru so virðismikil í sjálvum sær, og sum eru so tengd av, at vit taka okkum væl av teimum, at tey so at siga ikki kunnu liva uttan okkara umsorgan. Børnini, sum eru okkara allra ábyrgd bæði at taka hond um og at vera talsfólk fyri. Hví verður tað góðtikið, at vit í okkara vælferðarsamfelag javnan upplivað tað eg vil meta sum brot á barnarættindini ?


Lærarar í miðnám rópa varðskó. Eitt stórt tal av teimum ungu megna ikki at lesa og skriva. Hetta er álvarsmál. Tað mest álvarsama er, at hesi ungu fólk koma beinleiðis úr okkara fólkaskúla, so vit hava ein trupulleika, sum røkkur langt yvir miðnám. Ein tupulleika, sum als ikki verður tikin í nóg stórum álvara, og sum í stóran mum kann darvað børnum og ungum so mikið á lívsleiðini, at bæði heilsa, menning og framtíð verður oyðiløgd.


Í fólkaskúlanum hava vit í áravís havt trupulleikar við at fáa tað tal av sertímum, sum tørvur er á. Børn við lesitrupulleikum fáa sostatt ikki teir sertímar teimum tørvar. Kanska eru hetta eisisni børn, sum áðrenn skúlaaldur heldur ikki fingu nøktandi taluundirvísing, tí her manglaðu eisini tímar. Og soleiðis bítur alt seg í halan. Dagstóvnaøkið, har flestu børn eru árini áðrenn skúlaaldur, verður heldur ikki tikið í nóg stórum álvara. Hesi virðismiklu árini har barnið mennist og verður mentað í samspælið við vaksin, sum megna at skapa tryggar relatiónir, eru grundarsteinar fyri allari framhaldandi menning. Tí mugu øll boð uppá loysnir gerast í samstarvi millum foreldur, dagstóvn og skúlaverkið.


Fyri at bøta um lesitrupulleikar hevur man frá almennari síðu m.a. útbúgvið lesivegleiðarar, orðblindalærarar og sett førleikastovur á stovn. Men ymiskt er, hvussu og hvar hesi virkað. Men orðblindalærarar kunnu bert hjálpa børnum frá 14 ár og uppeftir. Ja, frá 14 ár og uppeftir. Fyri tey, sum eru í tí aldrinum, er tað sjálvsagt gott, men tað er ómetaliga seint at seta inn, tá ið børn eru 14 ár. Tað má sjálvsagt setast inn frá fyrsta degi, tí jú fyrr jú betri útlit fyri at fáa betri førleikar og eisini lættari lív.


Longu, tá ið tað verður gjørt vart við, at børn hava talitrupulleikar, eigur hjálp at vera sett inn. Sernám má verða so mikið styrkt, at børn ikki koma á bíðilista har í mánaðir, kanska ár, men fáa hjálp í stundini. Somuleiðis mugu nokk av sertímum vera tøkir í fólkaskúlanum. Bara hesar báðar einfaldu loysnir eru so eitt boð um, hvar man kann byrja. Og hetta skal sjálvsagt ikki útilokað, at aðrar fyriskipanir vera settar í verk, um tørvur er á tí. Tí alt hongur saman.


At koma í miðnám og kanska ikki vera førur fyri at gjøgnumføra skúlagongdina, tí man ikki dugir at lesa er ein stór tragedia bæði menniskjaliga og samfelagsliga. Tað átti ongantíð at verðið komið so vítt. Sjálvsagt skulu t.d. orðblindalærarar arbeiða við teimum minstu børnunum, og sjálvsagt má alt gerast fyri at fyribyrgja, at trupulleikar sleppa at vaksa seg stórir.


Tað verður brúkt nógv orka uppá at fundast og at staðfesta trupulleikar. Men alt ov lítil orka verður brúkt uppá at seta røttu hjálpina inn til børnini. Bíðilistar og ein oyðimarkargongd á nógvar dyr eru gerandiskostur hjá foreldrum, har børnini hava einhvønn trupulleika.


Tað finnast óteljandi dømi um, hvussu ein trupulleiki við lesingini kann vaksa seg til ein annan størri trupulleika. Hetta kann vera happing og sosial útihýsing, vánaligur trivnaður og sálarligir trupulleikar. Tað kann eisini vera øvugt, at aðrir trupulleikar, sum t.d. strongd, fátækt og psykososialir trupulleikar viðføra trupulleikar við læringini. So trupulleikin er samansettur, og ongin einføld loysn er. Men eftirútbúgving og menning av starvsfólki og skjót og góð hjálp til børn og foreldur má vera eitt mál í sær sjálvum, sum tað ikki átti at verðið trupult at funnið semju um.


Tað hava børnini rætt til.


Sirið Stenberg
Tjóðveldi