Á flaggdegnum 2012 í Fámjin

26 April 2012
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Tað er ein heilt serligur heiður at fáa høvi at halda flaggdagsrøðuna í Fámjin. Fámjin er ritað fast í flaggsøguna. Tí er Onki virðuligari stað at halda flaggdagin í. Tit áttu Jens Olivur Lisberg – tit eiga Jens Olivur Lisberg. Og tit hava fyrsta flaggið – Merkið í varveitslu í tykkara hugnaligu kirkju. Hetta er serstakt fyri Fámjin, og stórur partur av tykkara samleika.Tì er tað nátturligt og sjálvsagt at halda flaggdagin í Fámjin. Skilji at hetta er siður tit hava tikið upp ár 2000, og vóni tit fara at halda áfram. Í Vági hava vit havt flaggdagshald regluliga frá 1968, og áðrenn tað var tað eisini hildið fleiri ferðir. Tað so sera jaligt fyri okkum øll at hátíðarhalda merkisdagar, og gleðast saman. Hetta knýtur bond millum fólk, bygdir og feløg , og styrkir okkara felagskenslu. Vit hava øll brúk fyri hvørøðrum.
.......


Niels Juul Arge lýsir í Falggsøguni Merkið, sera væl søguligu gongdina, og strýðið føroyingar høvdu fyri at fáa egið flagg. Hann lysir eisini væl Jens Olivur Lisberg, við orðunum hjá Th Paula Dahl.


” Tann høgi, herðabreiði og ljóshærdi unglingin, sáttligur, fryntligur, og skemtingarsamur var sálin í studentalívi teirra, hin kveikjandi og eggjandi. Skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga somu línu, og rógva í sama báti, má báturin hava eitt merki. Soleiðis tók tann ungi studenturin til, sum eigur høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag hava okkara føroyska flagg ”


Hetta var tykkara bygdaunglingi, og andin í orðunum um at draga somu línu, er kanska eins viðkomandi enn tann dag í dag?


Tíverri doyði Jens Olivur Lisberg ungur, bert 23 ára gamal í 1920. At hugsa sær til hvat hann í sínum stutta lívið hevur avrikað. Tað er ikki mongdin av árunum, sum siga nakað um lívsavrikið, men avrikini í sær sjálvum, og tey hjá Jens Olivur Lisberg tala fyri seg. Tey eru okkara søga, okkara samleiki og okkara stoltleiki.
........


Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt,


tá tað ræður um at verja teg og títt,


lat meg teljast millum teir ið berjast tá,


aldri víkja tínum fagra merki fra.

Soleiðis sigur Hans Andreas Djúrhuus í 5 ørindi í sanginum ”Prúða land mítt” Og ikki man tað vera av tilvild, at hann tekur soleiðis til. Hann var ein av teimum mongu, sum strýddist fyri at vinnara føroyingum rætt til at nýta Merki sum tjóðarflagg okkara.


Onki kemur av sær sjálvum. Niels Juul Arge greiðir í flaggsøgu síni frá søguligu gongdini, heilt frá hugsjónunum um, at vit skuldu hava eitt Føroyskt flagg, fram til vunnin rættindi at brúka Merkið sum Føroya flagg, og her eru nógv tøk tikin á leiðini. Øll kenna vit søguna um ungu føroysku studentanir í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg, Thomas Paula Dahl og Janus Øssurson á odda, sum fingu tilevnað fyrsta føroyska flaggið, eitt borðflagg sum Ninna Jacobsen seymaði. Seinni fingu teir gjørt tað flaggið, sum nú hongur í Fámjins Kirkju, og tað var 22 juni í 1919 hetta fyrsta Føroya flagg, veittraði fyrstu ferð í Føroyum, her í tykkara bygd Fámjin. Jens Olivur hevði tikið tað heim við sær í summarfríð. Summari eftir andaðist hann.
Fylgjandi árini frá 1919 og fram vóru baldrut hjá Merkinum, og mangan leikaði harðliga á. Vit hoyra um, at fólk sum nyttu Merkið fingu bøtur, tey skuldi handtakast og um stórar mótmælisgongur sum vóru. Um rokan í løgtinginum og so framvegis. Tað gekk ikki stillisliga fyri seg – nógv tøk vóru tikin, øll umráðandi, og øll liður í úrslitinum vit kenna í dag


Tørvurin á at hava egið tjóðmerkið vaks millum manna, men ikki fyrr enn seinni heimsbardagi brast á hendi verðuliga nakað Merkinum at frama, so løgið tað enn kann ljóðað. Tá ið Danmark bleiv hersett av Týsklandi 9 apríl 1940 var sambandið millum Føroyar og Danmark kvett, og fáir dagar aftaná at Danmark var hersett, blivu Føroyar hersettar av bretum. Bretar vóru ikki fegnir um at føroysk skip hildu áfram at sigla við donskum flaggi, nú Danmark var hersett av Tysklandi, sum var at meta sum fíggindi Bretlands. Úrslitið var, at føroyski skipaflotin fór at sigla við føroyskum flaggi, og at mála var FØROYAR á síðini á hvørjum skipi. Kríggsárini var føroyska flaggi sostatt nýtt sum siglingarflagg. Men enn var ikki flagga við Merkinum í Løgtinginum. Ikki fyrr enn Heimastýrislógin kom í gildi í 1948 fekk Merkið lóggildi sum Føroya flagg.


Tað verður sagt at virði í einhvørjum liggur í hvussu stórt arbeiðið tað hevur verið at fáa tað til vega.
Stríðið um flaggið var hart, men tað er jú nakað um at ju harðari stríðið, jú søtari sigurin. Tá ið vit nú kunnu lýta aftureftir er heldur ikki at undirmeta, at umstøður sum føroyingar onga ávirkan høvdu á spældu ein týðandi leiklut, sum t.d heimsbardagin. So kunnu vit seta spurningin um flaggi hevði verið okkara tjóðarmerkið um kríggi ikki hevði brostið á ? Jú tað ivst ieg onga løtu í, tað vísir søgan okkum við teimum tøkum ið tikin vóru fyri at fáa Merkið frá 1920umum og fram til seinna heimsbardaga. Ein rørsla sum er grundað á brennandi frælsisynski í fólkinum – henni ber ikki til at steðga


Men havt er tað sum ger, at tað er so neyðugt at hava eitt flagg. Áðrenn Merkið høvdu vit onnur fløgg, og frá fyrndartíð hava fólk allastaðni savnast undir ávísum fløggum. Vit síggja eisini henda tørv í dag, har nærum onki felag við virðing fyri sær sjálvum, ikki hevur eitt búmerki ella egnan búna. Man ikki svarið vera at finna onkunstaðni áleið tí, at vit hava øll íbornan tørv á at vísa á hvørji vit eru, hvat vit standa fyri, og fyri at vísa á, at vit ynskja at vera í felagsskapi. Hvussu kann tað vera, at í nútíðini, har øllum er nærum alt í boðið, at vit so framhaldandi hátíðarhalda flaggdagin ? Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru fá flaggdagshøld í Føroyum, í dag eru 2 bara í Suðuroynni. Hetta er at fegnast um. Eisini vísir hetta okkum á, at í einum heimið har nærum alt ber til, og menningin gongur so sjótt at trupult er at fylgja við, ja, so steðga fólk á og søkja aftur til felagsskapin og traditiónirnar. Merkið ímyndar virðir, traditiónir, søgu og samleika !


Nútíðar føroyingurin livir undir heilt øðrum fyritreytum, enn føroyingarnir sum stríddist fyri flagginum. Heimurin er opin, og tíðindaflutningurin gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsmarknaðurin er fyri mong ikki longur bygdin, oyggin ella landið, men allur heimurin. Til ber at ferðast uttanlands fleiri ferðir dagliga, og so at siga hvør skúlanæmingur hevur sæð stórar partar av heiminum, eins og hann samskiftir við fólk úr øðrum londum á telduni, tá ið hann hevur hug. Tað fría valið um, hvør og, hvat man ynskir at vera er kanska ikki so frítt kortini. Meir og meir síggja vit fólk leita eftir hvør tey sjálvi eru, og sum ikki kenna sín egna samleika nóg væl. Ikki skulu vit altíð leita so langt, felags fyri okkum øll er, at vit eru øll føroyingar, og er partur av okkara samleika at finna í teimum virðum, sum liggja í tí. Kanska er tað hetta vit síggja í rákinum at brúka egið tilfangið t.d í sniðgeving og ferðavinnu, og huginum at leita aftur til traditiónirnar.


Føroyska flaggið er, og má altíð vera eitt savningarflagg fyri allar føroyingar. Líka mikið hvat vit annars kunnu vera ósamd um, so hava vit tað í felag at vit eru øll góð við Merkið.


Merkið rørir djúpar kenslur í okkum øllum. Vit hava tað við okkum úr vøggu í grøv. Vit vísa gleði við Merkinum, og vit vísa á okkara sorg við Merkinum. Tá ið flaggað verður í hálvari stong gerast vit aloftast stúrin, og hugsa um hvør nú hevur mist ein av sínum. Krossurin í flagginum ímyndar eina kristna tjóð, og kann geva teimum syrgjandi vón.


Vit kenna eisini øll hvussu glað vit vera tá ið t.d Pál hevur vunnið og Merkið veittrar. Ella tá ið vit uttnalands kunnu síggja føroyska flaggið veittra millum hini fløggini, ja tá kenna vit okkum virðismett sum eitt fólk.
Tað bleiv alment samtykt at 25 apríl skuldi vera almennur flaggdagur í Føroyum í 1949. Siðurin at halda flaggdag 25 apríl er tó eldri. Seinastu árini er flaggdagurin eisini vorðin frídagur hjá teimum flestu.


Gamalt hevur verið at kappróðrarbátarnir blivu flotaðir flaggdagin, so venjingin byrjaði tá. Havi sæð at hurðarnar í kappróðrarneystinum longu hava staðið opnar, og onkrar bátar á fjørðinum, so vónandi spyrst okkurt gott burturúr har eisini. Her hendir nakað nytt og spennandi í ár fyri okkum her suðuri. Vit hava fingið ein felags kappróðrarbát fyri alla oynna, ein Suðring, at savnast um, og vit gleða okkum.


Flaggsøgan og okkara egna lokala søga vísir eisini, at har fólk savnast í feløg við jaligum málum og miðum, ja har skapast úrslit. Til ber eisini at siga, at har skrivast søga. Tí eru vit so ómetaliga rík, sum hava eitt so gott og virkið felagslív her í oynni . Hetta verið seg bæði ítróttarliga, mentanar og listarliga, í tónleiki, við skótum, samkomum, og ikki minst nógvu sosialu felagsskapirnir, sum eru til einans fyri samveruna skyld. Hesir felagsskapir knyta okkum saman.


Enn eru fótonglar eftir á vegnum hjá Merkinum t.d viðvíkjandi umboðan í ávísum ítróttarkappingum uttanlands, men her eru glottar at hóma. t.d hevur ÍSB vunni sær rættindi at umboða Føroyar til Paraolympisku leikirnar við Merkinum. Enn eitt dømi um, at feløg við góðum undangongufólkum náa sett mál.

Vónandi náa vit longri, og á øllum økjum í tí tilgongdini

Har ið merkini veittra veittri eisini mítt,


tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt


og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,


síggi brim randa strendur og berg !


Framhaldandi góðan flaggdag øll somul, og takk fyri at tit valdu at brúka eina løtu til at heiðra tykkara bygdamann, at heiðra Merkið – og okkum øll