3 munnligir fyrispurningar frá Høgna Hoydal

1 February 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Munnligur fyrispurningur

til

Kaj Leo Johannesen, løgmann

um fyrisitingina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl í sambandi við ávaring til stjóran á Skráseting Føroya


1. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fyrisitið á lógligan og fullgóðan hátt, tá hann gav stjóranum á Skráseting Føroya eina skrivliga ávaring, tí starvsfólk á stovninum høvdu úttalað seg um umstøðurnar at hava eftirlit við vinnnurekandi grunnum?

2. Heldur løgmaður, at ávaringin er í samsvari við fyrisitingarligar grundreglur um sakligar og proporsjonalar avgerðir – t.e. at amboðið at nýta skrivliga ávaring, ið er fyrsta stig til uppsøgn, stendur mát við uppáhaldið hjá landsstýrismanninum um, at stjórin skuldi havt fyribyrgt, at starvsfólk úttalaðu seg um eitt mál, ið fór fram, áðrenn stjórin tók við?

3. Heldur løgmaður, at talan er um valdssnaring frá landsstýrismanninum?

4. Hvørji tekin heldur løgmaður, at hendan ávaringin sendir til stjóran á Skrásetingini og til almenn starvsfólk um rættin at úttala seg um mál og viðurskifti í fyrsitingini?

5. Fer løgmaður – við evstu ábyrgd av fyrisitingini – at krevja, at ávaringin verður tikin aftur, ella fer hann at seta landsstýrismannin frá?


Á Løgtingi, 31. januar 2011

Høgni Hoydal, løgtingsmaður

-------------------------------------------------------------------------------------------


Munnligur fyrispurningur

til

landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard

um ætlanir landsstýrisins viðvíkjandi fiskivinnupolitikkinum frameftir

1. Hvussu metir landsstýrið støðuna í fiskiflotanum og ta sølu og tað keyp, sum fer at fara fram av skipum við fiskiloyvi komandi tíðina?

2. Hvørjar broytingar eru ætlaðar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi stovnsrøktarpolitikki, fiskidagatali, brúksskyldu, krøvum um landing, virking umborð og at fáa alt tilfeingi til gagns?

3. Hvørjar skipan hugsar landsstýrið sær viðvíkjandi skipanini við fiskiloyvum, sum ganga út í 2018?

4. Hvørja skipan ætlar landsstýrið at seta í verk tá ræður um at býta kvotur av uppisjóarfiski – herundir serliga makrel?


Viðmerkingar
Føroyska fiskivinnan hevur serstakliga stórar avbjóðingar. Her kunnu í tilvildarligari røð bert nevnast nakrar:

- Fiskiskapurin og rakstrargrundarlagið hjá heimaflotanum hava verið fyri ovurstórum sveiggjum.

- Økjandi oljuprísur og dýrur kapitalkostnaður geva eyðsýndar trupulleikar, ið m.a. hava elvt til fastlæstu støðuna millum reiðarar og manningarfeløg um sáttmálar frameftir.

- Onkur skip verða nú mannað við útlendskari arbeiðsmegi, ið hava heilt aðrar hýruútreiðslur enn føroyskir sáttmálar áseta.


- Stórur partur av flotanum er lagdur orsakað av húsagangi ella øðrum krøvum frá fíggjarstovunum og veðhavarum, og keyp og søla av fiskiførum við fiskiloyvi fer aftur at fara fram á privata marknaðinum.

- Uppísjóarflotin skal tillaga seg til broytt grundarlag, har svartkjafturin fer langt niður og makrelur kemur ístaðin.

- Vantandi fiskiveiðiavtalurnar við Noreg og ES broyta umstøðurnar hjá bæði uppisjóarflotanum og flakatrolarum.

- Fiskivinnan á landi stendur fyri stórari umskipan eftir at Faroe Seafood er farið á húsagang.

- Krøv um váttan fyri burðardygga veiði er vaksandi fortreyt fyri marknaðaratgongd og góðum marknaðarprísi.

- Samtykt er, at øll fiskiloyvi ganga út í 2018.

- Løgmaður hevur boðað frá broyttum stovnsrøktarpolitikki.

- O.s.fr.

Slíkar støður eru truplar og harðar hjá øllum, ið verða rakt og varða av.

Men slík støða krevur eisini, at grundarlagið undir framtíðar føroysku fiskivinnuni verður viðgjørt í álvara, við tí møguleika at koma styrkt burturúr kreppustøðuni.

Tjóðveldið hevur lagt eitt ítøkiligt uppskot fram um framtíðar fiskivinnupolitikkin fyri flotan, sum hevur fingið nógvar atfinningar, men eisini viðurkennning sum eitt ítøkiligt boð, ið kann viðgerast.

Neyðugt er undir øllum umstøðum, at politisku karmarnir verða greiddir, nú fiskivinnan skal endurreisast á nýggjum grundarlag.

Tí verður við hesum spurt, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur viðgjørt og hvørji stig ætlanin er at fremja.


Á Løgtingi, 31. januar 2011

Høgni Hoydal, løgtingsmaður

-----------------------------------------------------------------------------------------------

Munnligur fyrispurningur

til

landsstýrismannin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen

um brúkaragjøld í heilsuverkinum, ið ikki taka sosial atlit

1. Hví eru brúkaragjøld sett á í heilsuverkinum, har øll skulu gjalda tað sama uttan mun til inntøku og sosiala støðu – eitt nú fyri gisting hjá fylgjarum á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa so fyri, at eitt nú ein stakur uppihaldari við lágari inntøku, ið fer sum fylgjari hjá barni, ið skal til viðgerðar í Keypmannahavn í longri tíðarskeið, fær uppihaldið goldið?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja skipanir í heilsuverkinum, ið taka sosial atlit til inntøku og fíggjarstøðu, har gjald verður álagt?

Viðmerkingar
Seinastu árini eru ein røð av brúkaragjøldum løgd borgarar á til tess at fíggja almennar tænastur.

Hetta kann verða neyðugt í summum førum, men tá grundleggjandi súlur í almennum vælferðartænastum verða fíggjaðar við brúkaragjøldum, skeiklast sosiala støðan hjá borgarum munandi.

Grovasta dømi higartil er skipanin við almennari heilsutrygd, har sama krónugjald verður sett á fyri hvønn einstakan føroying – uttan mun til um tú ert flakakvinna, lesandi, miðallønt ella millióningur.

Eisini málið um hoyritól er dømi um brúkaragjøld, har øll gjalda tað sama uttan mun til fíggjarliga støðu.

Men eisini onnur gjøld koma undan kavi. Eitt nú er ásett eitt gjald fyri fylgjarar hjá fólki, ið fara á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn til viðgerðar og skulu gista á Hotel Tórshavn.

Talan er ikki um eitt høgt gjald – og tað kann ivaleyst vera skilagott at at hava nakrar reglur og gjøld í sambandi við fylgjarar á Hotel Tórshavn fyri fólk, ið hava rímiliga inntøku og fíggjarstøðu. Viðgerð uttanlands og fylgjarareglur eru frammanundan trupult mál at fyrisita og gera rættvísar reglur um.

Men hjá summum kann hetta gjald gerast fíggjarlig byrða, ið er trupul at lyfta. Er eitt nú talan um ein stakan uppihaldara, ið fer sum fylgjari við barni, sum skal hava viðgerð í viku ella longri tíðarskeið, so er knappliga talan um munandi fíggjarliga byrðu.

Her átti at verið gjørligt at mett um sosiala støðu og harvið gjørt mun á gjaldskrøvum.

Tískil verður spurt, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera til tess at leggja upp fyri sosialari skeikling tá ræður um brúkaragjøld í heilsuverkinum – og um eitt nú ein skipan kann gerast fyri fylgjarar á Hotel Tórshavn, ið tekur sosial atlit.


Á Løgtingi, 31. januar 2011

Høgni Hoydal, løgtingsmaður