Lýsing

Bjørt Samuelsen

Verið væl komin á heimasíðu mína 😊

Her kanst tú lesa eitt sindur um meg og virksemi mítt.

Varð vald á ting fyrstu ferð í januar 2008, og síðani tá hevur politikkur verið fulltíðarstarv mítt.

Vinna, grøn orka, heilsa, umhvørvi og tað atkomuliga samfelagið, eru í miðdeplinum fyri politiska virksemi mínum, umframt at eg ynski at Føroyar leggja munandi størri orku í uttanríkispolitikk, sum ein av fyritreytunum fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, við øllum teim møguleikum og uppgávum, tað ber við sær.

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi – sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði, bæði hjá einstaklinginum og hjá tjóðini. Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd. Megin at lyfta Føroyar framá býr í Føroya fólki!

Í Løgtinginum eri eg forkvinna í Vinnunevndini, limur í Uttanlandsnevndini, varalimur í Trivnaðarnevndini og limur í Útnorðurráðnum.

Mín bakgrund

Eri uppvaksin í Havn og flutti 19 ára gomul eitt skifti til París og síðani til Keypmannahavnar at lesa á Den kgl Veterinær- og Landbohøjskole, har eg tók prógv sum kandidatur í bromatologi – matvøruverkfrøði.

Seinni gekk leiðin til Oslo at lesa til journalist á Norsk Journalisthøgskole. Í Norra starvaðist eg á Aftenposten, Forbrukerrapporten og á NRK1. Aftaná nærum 16 ár í útlegd, fluttu vit heim við ársenda í 2000. Her havi eg starvast í útvarpinum, sjónvarpinum, sum kunningarráðgevi í Tinganesi, undirvíst á Fróðskaparsetrinum, umframt rikið mína egnu frílansfyritøku.

Í november 2007 stillaði eg fyri fyrstu ferð upp til Fólkatingsval, og í januar 2008 til Løgtingsval, har eg varð vald við dyggum stuðli. Mítt fyrsta álitisstarv í politikki, var sum landsstýriskvinna í vinnu- og samferðslumálum í 2008, undir CHE-samgonguni.  Til valið í 2011 varð eg afturvald, og gjørdist til valið í 2015 fremsta varafólk fyri Tjóðveldi, við føstum sæti á tingi, tá flokkurin fór í samgonu. Havi sostatt í góð 11 ár samanhangandi umboðað Tjóðveldi á Løgtingi og eitt skifti í landsstýrinum.

Míni frítíðarítriv eru náttúran, at lesa ella bara hugna við familjuni.

Eg eri gift Peter Skou Østergård, djóralækna, og eiga vit børnini Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999), ommusonin  Valdimar B. Brattaberg (2017) og hundin Storm.

  

Politisk nevndar- og álitisstørv:

 

2017-   : Forkvinna í Løgtingsins vinnunevnd

2015-   : Løgtingsins vinnunevnd, nevndarlimur

2015-  : Løgtingsins uttanlandsnevnd, nevndarlimur

2015-  : Útnorðurráðið, limur og umboð í arktiska fylgibólkinum

2015-  : Løgtingsins trivnaðarnevnd, varalimur

2013-2015: Løgtingsins uttanlandsnevnd, varafólk (fyri Poul Michelsen)
2011-2015: Løgtingsins vinnunevnd, næstforkvinna

2011-2015: Løgtingsins trivnaðarnevnd, nevndarlimur

2011-2015: Norðurlandaráðið, varafólk (fyri Høgna Hoydal)
2008-2011: Løgtingsins vinnunevnd, nevndarlimur

2008-2011: Løgtingsins rættarnevnd, nevndarlimur
2008-2011: Stjórnarskipanarnevndin, varalimur

2008-    : løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
2008     : landsstýriskvinna í vinnumálum

Limur í:
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Reyði Krossur Føroya
Krabbameinsfelagið
Felagið føroysk seglskip
Havnar Svimjifelag
Bragdið
Tøkum Lætt
Kvinnufelagið í Havn
Urd
Cøliakifelag Føroya

Føroya fuglafrøðifelag

 

Fødd: 2. mars 1965
Foreldur: Marin (fødd Clementsen) av Sandi og Heðin Samuelsen úr Havn
Hjúnafelagi: Peter Skou Østergård, sonur Thorsten Østergård og Ester Karen Skou úr Kolding
Børn: Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999)

Útbúgving: Journalistur og kandidatur í matvøruverkfrøði (cand brom)

Yrki: Løgtingskvinna.
Journalistur, sjálvstøðug vinnurekandi og undirvísari.

Heimstaður: Tórshavn

Telefon: 599909

Heimasíða: www.tjodveldi.fo/bjort

Email: bjorts@logting.fo