Lýsing

Spennandi sjónvarp um føroyingar í geopolitiskum stríði

Tríggir umboðsmenn fyri fremmant vald í Føroyum talaðu sakina hjá sær sjálvum og sínum arbeiðsgevarum í Degi og viku í gjárkvøldi, tá sjónvarpið spurdi um teirra týðandi leiklut í føroyska samfelagnum.
Ringdi forsætisráðharrin um onki
Tann fyrsti var Hanus Hansen, reiðari og hollendskur konsul, sum førdi fram, at hollendsku medeigararnir í JFK tjentu ongar pengar í Føroyum. Jú kanska í Kollafirði, men ikki saman við Hanusi og hansara partafeløgum, tí har var onki at býta. Men teir trivust væl í Føroyum, tí einaferð mundi tað fara at batna, forkláraði Hanus.
Hyggjarin sat eftir við eini fatan av, at søgan hjá Hanus hekk ikki heilt væl saman. Øll vita, at hollendski forsætisráðharrin ringir ikki til løgmann fyri at verja áhugamálini hjá hollendskum íleggjarum, sum onki tjena í Føroyum. So handan søgan endaði neyvan har.
Trojanskir hestar
Næstur á pallin var umboðsmaðurin hjá Huawei í Føroyum Johan Dahl, sum bedýraði okkum, at har var als onki samband millum kinesiska statin og megafyritøkuna Huawei – hesir kinesararnir eru hvítir sum kavin.
Johan var eisini sannførdur um, at hann saktans kundi skyna á, nær hann talaði sakina hjá kinesiska risanum, og nær hann røkti áhugamálini hjá Føroyum – eisini í løgtinginum.
Kanska skuldi Huawei sent Johan til Washington at tala teirra søk, tí amerikanarar halda, at kinesarar brúka Huawei sum ein trojanskan hest móti USA og vesturheiminum. Tí eru landsstýrið – og harvið eisini løgtingið – drigin uppí stríðið millum hesi bæði stórveldini.
Spurningurin er so um onnur enn fyrrverandi telefonmálaráðharrin halda, at tað er problematiskt, at seytjandi maðurin i samgonguni á Føroya løgtingi stendur á lønarlistanum hjá Huawei. Sjálvur var hann ísakaldur um tann spurningin. Meldaði kontant út, at hann helt Føroya Tele skuldi keypa frá Huawei. Eru sambandsflokkurin, samgongan, løgtingi og løgmaður samd í tí?

Telja uppí trý í Arktis
Triði maðurin á pallinum var formaðurin í arktisku delegatiónini í fólkatinginum sosialdemokraturin Sjúrður Skaale, sum uppá tað einu síðuna helt, at sosialdemokratiski forsætisráðharrin í Danmark burdi havt boðið føroyingum og grønlendingum við á fundin við Trump, men uppá hina síðuna skilti, at tað kanska ikki bar til, tí vit eru ikki limir í NATO. So vóru bæði føroyski formaðurin í donsku arktisku nevndini og danski forsætisráðharrin hegnisliga dekkað inn.
Men beint aftanfyri lúrdi skemtarin, sum matematiskt staðfesti, at Føroyar vóru sooo pinku, pinku, pinkulítlar, at vit nóg illa kunnu formulera nakra meining í altjóða samfelagnum. Tí mælti formaðurin í arktisku nevndini í fólkatinginum til, at Føroyar saman við Grønlendi løgdu saman við Danmark í uttanríkispolitikki, tí 1+1+1 kann blíva meira enn trý!
Og soleiðis kunnu Føroyar vaksa í mæti frá einum ómælandi fostri til ein risa í uttanríkispolitikki – uttan at vit broyta nakað sum helst.
Royna vit hinvegin nakað sjálvi, so krevur tað loysing, og tá er tað ein heilt onnur diskussión endaði sosialdemokratiski formaðurin í arktisku delegatiónini hjá fólkatinginum – og sá øgiliga álvarsamur út.

Framhald og fleiri spurningar
Áhja – tað var fínt sjónvarp, tí hesir tríggir gávaðu umboðsmenninir livdu seg fult og heilt inn í rollurnar hjá fremmandu arbeiðsgevaranum úr Hollandi, Kina og Danmark. So nú skilja vit kanska betur virksemið hjá útlendskum aktørum í tí geopolitiska brennipunktunum Føroyar – sum forrestin fevnir um 300.000 ferkilometrar í Norðuratlantshavi.
Men tað reisti ivaleyst eisini nýggjar spurningar, so vit gleða okkum til framhaldið í kvøld.
Magni Arge, eygleiðari og samfelagsfrøðingur

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad