Lýsing

JALLARÍKI FYRI TEY FÁU?

Dysturin um fiskatilfeingið, sum hoyrir Føroyum til, er ein dystur um milliardir av krónum. Fyri ein stóran part byggir okkara vælferðarsamfelag á hesi virðir. Tí hava vit skyldu til at skipa okkum, so bæði samfelag og vinna fáa sum mest burturúr.

Nýskipanin er ikki lýtaleys, men hon tryggjar, at fiskurin er ogn Føroya fólks, at stovnsrøkt og burðardygd eru sett í hásæti, at ræðisrætturin hjá loyvishavarum er á føroyskum hondum, at fiskurin kemur upp áland í Føroyum, og at fleiri kunna bjóða seg fram í vinnuni.

Hesar meginreglur skal haldast fast við, men tað gerst ikki uttan dyst, tí milliardavirðir skapa stóran áhuga millum sterkar aktørar, sum slota eftir góðum og trivaligum bitum.

Sterk áhugamál í leikinum eru eisini útlendskar fyritøkur, sum eiga í føroyskum feløgum. Tær óttast fyri at missa atgongdina til føroyska tilfeingið, tí útlendski ognarskapurin í føroysku feløgunum gongur út í 2024.

Plakatirnar eru stórar og lyftini føgur hjá teimum, sum siga, at fiskivinnunýskipanin skal rullast aftur. Men enda risastóru inntøkurnar frá fiskatilfeinginum í hondunum á nøkrum fáum jallum – heima sum uttanlands – hava vit mist ræðið á frumrættindum okkara.

Tí mugu vit standa saman um meginreglurnar og tryggja okkum, at ogn Føroya fólks framhaldandi verður á føroyskum hondum.

Stevnan hjá Tjóðveldi hevur síðan 1948 verið, at ongin einstaklingur ella serstøk stætt eigur framíhjárætt, og at útlendskt vald eigur ikki rætt til ræði og ognir í landinum.

Vit taka stutt sagt ikki undir við at skipa Føroyar sum eitt jallaríki fyri tey fáu.

Tí vil Tjóðveldi verja ogn Føroya fólks og menna nýskipanina til gagns fyri alt fólkið og burðardygga vinnumenning kring landið – eisini hjá verandi aktørum.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad